Kunnu viga fyri og ímóti samanlegging

At leggja kommunur saman loysir ikki allar trupulleikar, hildu tveir bygdaráðslimir norðaneftir á borgarafundi í Vági týskvøldið

- Tað loysir ikki allar trupulleikar at leggja kommunur saman.
Tað staðfesti Jógvan K- Mørkøre, bygdaráðslimur á Eiði, á borgarafundi í Vági týskvøldið.
Men hann staðfesti eisini, at suðuroyingar mugu sjálvir gera av, um samanlegging er best fyri oynna, ella ikki
Hann nevndi, at eitt, sum ferð eftir nevnt, sum ein fyrimunur við samanlegging, er, at so kann alt økið tosað saman við einari rødd.
- Men, hvar skal tann røddin fara og, hvat skal hon brúkast til?, spurdi hann.
Hann segði, at hetta hevur ongin kunnað svarað enn.
Hann vísti á, at allur studningur til kommnurnar er burtur, so har var onki at heinta longur.
Jógvan K. Mørkøre staðfesti eisini, at so leingi Havnin ræður, verður ongin kommunal útjavning.
Hinvegin nevndi hann, at tað leypir í eyguni, at í inntøkum liggja allar kommunur í Suðuroy undir miðal.
Og so, hvørt, kommunur norðaneftir nærkast, verður longri og longri til Suðuroyar.
Tí mælti hann landsstýrismanninum til at strika alla kommunuskuld í Suðuroy. Vissi prísurin fyri tað skal vera ein samanlegging, so er tað tað.
Annars helt hann, at tað var neyðugt at greiða fólki frá, hvat samanlegging ber í sær.
- Tað er ikki vist, at øll høvdu verið so heit fyri samanlegging, vissi tey vistu, at vandin við tí er, at bygdarskúlin verður niðurlagdur, ella kirkjugarðurin í bygdini o.s.fr.
- Tað finst ongin listi sum vísir, hvat verður betri við kommunusamanlegging, segði hann.
Hjá summum smábygdum kann tað verða ein fyrimunur at leggja saman við eini størri bygd fyri at fáa nakað gjørt, sum smábygdin ikki klárar sjálv. Men eisini tað veldst um, hvussu væl fyri tann stóra bygdin er. Tað er kanska eisini at sløg av imperialismu uppi í, tá ið størri bygdir vilja hava samanlegging við smærri.
 
Ikki skilagott at gera sjey kongaríki
Jóhan Christiansen, bygdaráðslimur á Eiði vísti á, at tað er ikki vist, at tað er kommunusamanlegging, sum ger, at tað gongur væl, tí tað gongur væl í øllum samfelagnum.
Hann vísti á, at í Danmark skal ein kommuna verða 0,5% av fólkinum, men í Føroyum skal hon verða átta ferðir so stór. Tá ið danir tosa um at fáa eina professionella umsiting og eitt fakligt umhvørvi, siga teir, at ein kommuna skal vera minst 50.000 fólk. Her tosa vit um 2000 fólk.
Danir siga eisini, at tað skulu minst 30.000 fólk til at fáa eina nøktandi eldratænastu, men í Føroyum hava vit hug at gloyma, at vit eru bara 48.000 fólk.
Men tað skuldi helst ikki verið umsitingin, sum ber landið víðari, tað skuldi helst verið politikararnir.
- At býta landið sundur í sjey øki, ella sjey kongaríki, sum han málbar seg, helt hann ikki vera skilagott, tí skulu vit hava sjey av øllum og vit eru altso bara 48.000 fólk.
Jóhan Christiansen nevndi, at ein trupulleiki er, at kommunurnar eru so ójavnar á máli. Tað er eisini ein trupulleiki, at vit hava tvey kommunufeløg, sum draga í hvør sína ætt.