NOR?OYASTEVNA
6-MANNAFØR KVINNUR
Úrslitini seinastu árini kundu boða frá, at kvinnurnar umborð á Jarnbardi ætla at gerast tann manningin, sum hevur vunnið flestar róðrar út í eitt. Men hetta er ikki nakað, sum tær hugsa um og tosa um. Tað undirstrika tær umborð á Jarnbardi staðiliga, tá ið tað verður spurt, hvussu leingi tær fara at tíma at kappast við seg sjálvar:
- Vit eru spentar og so nervøsar undan hvørjum róðri, sum tað er neyðugt at vera, um nakað skal spyrjast burturúr. Hvør róður er spildurnýggj kapping, og vit eru fullgreiðar yvir, at um vit ikki taka uppgávuna í alstórum álvara, so fer tað ikki at bera til at vinna, sigur Jannie Dam Jacobsen, sum aftur í ár er stýrimaður umborð á Jarnbardi, og sum eisini er formaður í Róðrarfelagnum Knørri.
Tær umborð á Jarnbardi hava nógvar kappróðrarroyndir. Manningin er næstan tann sama ár undan ári, men kortini fara onkrar av og aðrar koma umborð. At siga, at tær fara av, er kanska í so nógv at taka til, tí summar, sum koma umborð, hava verið við áður.
Í fjør vann Jarnbardur við kvinnum allar róðrarnar. Í fyrraárið vunnu tær tveir róðrar. Tá var báturin so at siga ikki mannaður. Fleiri rógvarar vóru niðri. Báturin luttók við skiftandi manningum, men tá ið so at siga orduliga manningin var komin umborð, vunnu tær á Vestanstevnu og á Ólavsøku. Í 2001 var Páll Fangi suverenur og vann allar róðrarnar, og í 2000 og í 1999 vann Jarbardur hvørja ferð.
Jannie Dam Jacobsen mynstraði við Jarnbardi í 1996. Síðani hevur hon verið við alla tíðina. Tað hevur Eivy Olsen eisini verið. Tó helt hon frí í 1998. Súsanna Skylv Sørensen kom við í 1997. Hon hevur verið við síðani, tó burtursæð frá 2003. Signhild Petersen hevur, síðani hon kom umborð í 2000, verið við alla tíðina, og Rannvá Jacobsen hevur róð við síðani í 2002.
Rannvá Eiriksdóttir er í ár komin umborð aftur. Hon var fyrstu ferð við í 1998. Síðani tá hevur hon verið burturfrá í 2002 og í 2004. Hildur Enni roynir seg í ár fyri fyrstu ferð sum partur av gullmanningini. Hon hevur áður róð við eitt nú Drekanum.
Er tað nakar sum helst møguleiki fyri, at nakar annar bátur skal vinna í hesi kappingini enn tit?
- Vit fara undir øllum umstøðum at gera okkara besta. So fæst at síggja, hvussu langt tað fer at bera. Riddarin var tvær bátslongdir aftanfyri okkum. Tað var tætt ímillum hann og teir báðar næstu bátarnar, so tað kann gerast spennandi, heldur Jannie Dam Jacobsen.
Tær umborð á Jarnbardi eru ikki komnar sovandi til úrslitini. Tær fóru undir venjingarnar stutt fyri jól. Umstøðurnar hjá teimum eru alt annað enn góðar. Neystið er avgjørt einki at reypa av. Knørrafelagið bíðar eftir svari frá býráðnum upp á umsókn um at byggja við síðuna av Havnar Róðrarfelag.
Í vetur vandu tær í leigaðum hølum í Saltsøluni, har tær saman við teimum umborð á Vágbingi hava vant á fimm rógvimaskinum.
- Vit brenna fyri kappróðrinum. Okkum dámar væl at venja, og sjálvandi er tað eyka hugaligt, tá ið tað gongst væl. Setningurin er hvørja ferð og alla tíðina at vinna næsta róðurin. Um vit detta í ta grøvina, at vit halda okkum hava vunnið frammanundan, so er tað heilt víst, at vit fara at tapa. Tí mugu vit hava fokus á rætta staðnum, og tað er í sær sjálvum stór avbjóðing, heldur Jannie Dam Jacobsen.
Úrslit: 6-mannafør kvinnur
1Jarnbardur05:05.04
2Riddarin05:10.01
3Lómur05:11.20
4Páll Fangi05:13.23
5Sølmundur05:20.18
6Gongurólvur05:28.22