Lívfrøðiligt margfeldi

Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, Nólsoy



Eg vil fyrst og fremst takka Hergeiri Nielsen fyri hansara sera áhugaverdu og nágreiniligu framløgu av Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi í Løgtinginum tann 28. sep.
Við tað, at allir flokkar vóru so samdir í at góðtaka uppskotið, eri eg ræddur fyri, at tað ongantíð verður sett í gildi!
Jacob Vestergaard tyktist fyrst vilja hava eina umsiting at virka og síðani seta lívfrøðingar í starv; men hvussu skal ein umsiting kunna fara til verka, um hon ikki hevur nakað at umsita?
Tað allar minsta kravið til eina umsiting er, at hon skal hava eina grundleggjandi vitan til tað lívfrøðiliga margfeldi í Føroyum.
Teir ymisku flokkarnir søgdu mong vøkur orð og høvdu stórar ætlanir um at kanna margfeldi í jørðini, luftini og so framvegis; men eingin tyktist hava nakað ánilsi um, hvat hetta umfatar. Um man veruliga hevur ætlanir um at seta eina tílíka kanning í verk, røkkur 1 millión um árið ikki langt!
Til sammetingar kann eg nevna, at ein av teimum seinastu listunum, eg havi skrivað um margfeldi, viðvíkur hópin (ordenen) Phthiraptera, og til tað havi eg nýtt 1 heilt verkaár  tað er 8 tímar um dagin.
Tað er saktans óneyðugt at skriva, at alt hetta mítt arbeiði er ólønt, og at eg geri tað av berum áhuga. Og hóast eg eri sjálvlærdur innan hetta øki, arbeiði eg ikki seinri enn nakar lívfrøðingur.
Hópurin Phthiraptera er bert ein dropi í havinum av øllum tí lívi, sum enn ikki er skrásett her á landi, og tí er ætlanin um bert at seta 2 lívfrøðingar í starv til at kanna alt tað lívfrøðiliga margfeldi, ikki nær nóg mikið; men hin vegin kunnu vit so sjálvandi siga, at um eini 5-10 ár hava vit helst fingið eina grundleggjandi vitan  sum okkum tørvar í dag  og tað vil verða til gagns fyri einar framtíðar Føroyar.
Jacob Vestergård nevndi eisini møguleikan um eina møguliga umsiting, har bæði politikkarir og kommunur kundu leita sær ráð í ivamálum. Ein tílík umsiting vildi eisini verið tað einsta rætta at sett á stovn, tí í dag er man mest sum sleptur upp á fjall.
Ein góður spurningur til eina tílíka umsiting kundi verið:
Hvussu ber tað til, at vit tann dag í dag enn ikki hava nakra kunngerð, ið krevur, at bæði føroysk og útlendsk skip og bátar SKULU hava rottuskermar á trossunum, so at rottur ikki kunnu ferðast til Føroyar á henda hátt? Og hvussu við flutningi millum oyggjarnar?  har skuldi tað sama sjálvsagt verið galdandi!
Óneyðugt skuldi verið at sagt, at flest onnur lond fyri langari tíð síðani hava sett krøv um brúk av hesum rottuskermum.
Í Føroyum tykist tað næstan, sum um fólk eru rædd um, at føroyska rottan skal verða avoydd, og at vit tí mugu royna at halda standin við líka við at innflyta nýtt blóð&
Eg endi við at vóna, at Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi fær eina góða endaliga viðgerð.