Løgtingið kann bert rinda fyri løgtingslimir

Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni, sigur, at játtanin til løgtingið ikki kann brúkast til onnur enn parlamentarikarar


Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, sigur við Sosialin, at hon er púra ósamd við tulkingina hjá Kára á Rógvu, formann í Javnstøðunevndini, og hon nevnir upp til fleiri grundgevingar fyri, hví løgtingsumsitingin bert valdi at rinda fyri parlamentarikarar og ikki fyri hini, sum eisini vera nevnd í tilráðingini hjá Útnorðurráðnum, sum løgtingið hevur samtykt.
- Í fyrsta umfari má eg siga, at eg als ikki skilji, hvussu Kári á Rógvu kemur fram til, at vit hava avrátt nakað í stríð við stýrisskipanarlógina, sigur Súsanna Danielsen, sum greiðir frá, at ongin føroysk lóg er í ósamsvar við tilráðingina hjá Útnorðurráðnum.
- Hetta er ongin altjóða sáttmáli og skal ikki tulkast soleiðis heldur, sigur Súsanna Danielsen.
 
Feilur fyrstu ferð
Og løgtingsstjórin greiðir víðari frá, at tá ráðstevnan var í Føroyum í 2004 setti løgtingið 60.000,- kr. av til ráðstevnuna, fundir, mat, útferðir og líknandi. Tá vóru eisini boðin fólk við, sum arbeiða við javnstøðu í Føroyum, eitt nú umboð fyri kvinnufeløg og javnstøðunevndina. Súsanna Danielsen viðgongur, at tað helst var ein feilur, at loyva øðrum við fyrstu ferð, tí tað hevur fingið fólk at halda, at allar útreiðslur skulu takast av játtanini hjá løgtininum.
- Hesaferð avráddu vit at seta pening av til at senda kvinnuligar parlamentarikarar til Grønlands tí tað er ikki meiningin, at vit skulu rinda ferð og uppihald fyri ymisk fólk, sum fáast við javnstøðu, fyri javnstøðunevndina og fyri kvinnur sum eru varakvinnur hjá løgtingsmonnum. Tað hava vit snøgt sagt ikki fíggjarligu orku ella heimild til, sigur Súsanna Danilensen. Og hon nevnir, at tað so mangan kemur fyri, at løgtingið samtykkir eina tilráðing, men at tað ikki merkir, at slíkar tilráðingar skulu rindast av umsitingarkontoini hjá løgtinginum.
 
Uppgáva fyri Javnstøðunevndina
- Her hevði tað kanska júst verið upplagt at Kári á Rógvu og Javnstøðunevndin tóku málið upp, og syrgdu fyri, at tey, sum kunnu hugsast at hava gagn av at luttaka, fáa fígging til tað onkursvegna. Eitt nú kundi nevndin sent eina umsókn til Bjarna Djurholm, sum varðar av javnstøðumálinum, og heitt á hann um at seta pening av til ráðstevnuna, tá hon verður í Íslandi í 2008. Kvinnusamskipanin kundi eisini sent eina umsókn til landsstýrið og um onkur metir, at varakvinnur á tingi áttu at tikið lut, so kundu flokkarnir søkt um at fáa fígging til tess, sigur Súsanna Danielsen, løgtingsskrivstovustjóri.
Og hon slær enn einaferð fast, at løgtingsskrivstovan kann ikki veita stuðul til onnur enn løgtingslimir, umframt, at fyri tey er talan í hesum førinum um eitt forum, har løgtingslimir samstarva á parlamentariskum støði.
 
Fáið fígging til 2008
- Men alt hetta ger sjálvsagt ikki, at fleiri umboð ikki kunnu sendast til ráðstevnuna, sum verður í Íslandi í 2008, sigur Súsanna Danielsen, sum heldur tað vera upplagt, at Kári á Rógvu tekur málið upp í sambandi við fyrireikingarnar til komandi fíggjalóg.
- Sum nú er, er vandi fyri at alt bara dettur niðurfyri vegna klandur og balladu, sigur Súsanna Danielsen at enda við Sosialin.