Leingi hevur verið ógreitt og nógv hevur verið gitt, men nú er endaliga greitt, at tað verður lagið Promise Me, sum Guðrun syngur í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. Hetta gleðir óivað mong, tí Guðrun er óføra væl dámd við júst hesum lagnum. Eini 84% hava á Portalinum atkvøtt, at hetta skal verða finalulagið. Nærum 9000 hava atkvøtt. Lagið hevur eisini ligið nummar eitt á "15 teim bestu" í vikuvís og er framvegis á odda.
- Nú hevur ein dómarabólkur góðkent sangin. Ikki vanligi dómarabólkurin, sum vit kenna, men teir dómarar, sum eisini vóru við til úttøkuroyndirnar. Men eg havi alla tíðina vitað, at tað skuldi verða Promise Me, sigur Guðrun í telefon úr Keypmannahavn.
Frítiðarparadís og klæði
Um vikuskiftið hava finaluluttakararnir verið í frítíðarsentrið hjá Dansk Folkeferie í Karrebæksminde.
Har hava tey tikið sær av løttum og gingið túr á strondini.
- Men vit hava eisini gjørt ymiskt, t.d. vant dans og sunnudagin var chatt við lurtarar og hyggjarar á heimasíðuni hjá DR, har fólk settu spurningar og so svaraðu vit, sigur Guðrun.
Týsdagur er settur av til at finna klæðir til finaluna.
- Vit hava øll fingið sponsorar uttanum DR og fara so at finna útav, hvørji klæði vit skulu vera í til finaluna, sigur Guðrun, sum hósdagin skal møta í Forum klokkan 9 til fyrireikingar.
Spurd, hvør teirra er favorittur millum finalistarnar sjálvar, sigur Guðrun:
- Ein tíðindamaður spurdi júst tað sama fyrr í dag. Og svarið er tað sama.Øll eru líka góð. Hetta eru jú seks tey bestu av eini 3 - 4000. Nú kennast vit so mkið væl, ein kennur menniskjuni aftanfyri røddirnar, so tað er sera ringt at meta um, sigur Guðrun.
Ótrygg framtíð
Guðrun hevur nógv at gera og er biðin at syngja nógvastaðni kring í Føroyum. Men at fáa fatur á Guðrun til tiltøk er ikki longur so lætt, tí allir finalistarnir hava fingið sonevndan managera. John Kristofersen skal taka sær av teimum og teirra uppgávum fram til oktobermánað.
Guðrun hevur eisini sæð kanningina á heimasíðuni hjá BT, har til ber at atkvøða um, hvør finalistur vinnur fyrstaplássið og pening, fløgusáttmála og sangferð kring Danmark í summar. Tarek er á odda og honum á baki kemur Guðrun, sum fegnast um góðu undirtøkuna í Føroyum og í Danmark.
Fløgan við øllum vinnarunum frá undanumførunum er eisini komin, og hon er væleydnað, sigur Guðrun.
Ein grein í BT herfyri upplýsti, at Guðrun eftir summarfrítíðina ætlar sær til Danmarkar at búgva, so meira kann gerast við tónleikin.
- Enn er alt so ótrygt og ilt er at siga nakað um framtíðina. Skúlin er at taka sær av og eg havi sera ringar stundir nú. Má møguliga taka síðsta árið umaftur og tað vil eg eisini fegin. Framtíðin yvirhøvur er eitt sindur ring at sig nakað um júst nú. Eg finni útav tí fríggjadagin, sigur Guðrun Jacobsen.