fólkapensiónini skuldi loysast. Hann vildi hava at pensiónin skuldi javnast út, soleiðis at takast skal frá teimum ríku pensionistunum og givið teimum fátøku. Her má eg siga sjálvstýrisformanninum, at tað eru [...] hækkað við 1000 krónum um mánaðin, vilja meirútreiðslurnar hjá landskassanum til pensiónir verða einar 70 milliónir árliga. Hetta siga landsstýrið og tingið seg ikki hava ráð til, samstundis sum talað [...] pensionistar og færri í arbeiðsførum aldri at gjalda pensiónina. Heldur enn at hava ætlanir um at taka frá ávísum pensionistum, átti sjálvstýrisformaðurin og hinir politikaranir at virka fyri eini nýggjari
tað ikki. - LÍV greiddi okkum frá, at tey ikki vistu, hvussu støðan var, fyrrenn nú og at felagið reageraði so skjótt, tey frættu um trupulleikan. - Vit fingu at vita frá tryggingarfelagnum, at eisini [...] tilbar. LÍV hevur verið við til at fíggja virksemið hjá Topaz. Og hesi fýra fakfeløgini hava tilsamans einar 5000 limir í almennum starvi, ið hava sína eftirlønaruppsparingar og lívstryggingar í tryggingarfelagnum
á muni eftir fyrsta korterið í dystinum, tá støðan var 6-5 til Sveis. Men so stóð bara fast, og í einar 10-11 minuttir eydnaðist ikki Føroyum at skora eina einastu ferð, meðan Sveis streyk avstað og økti [...] væl aftur og var á odda 15-8 í hálvleikssteðginum. Neyvan var tann munurin heldur til at tosa seg frá, tí sveisiska liðið var klárt betri í allar mátar. Longu nú var tað bara ein spurningur um støddina [...] so tí kom alt ov lítið inn á málkontuna. Har var snøgt sagt ov stórur munur á, og Sveis vísti seg frá einari heilt aðrari síðu enn mikukvøldið, og tað var meira, enn føroyska liðið megnaði at stríðast
blaðið Berlingske Tidende í gjár. Landsstýrið sigur seg hava funnið fram til, at Danmark hevur spart einar 30 milliardir í verjuútreiðslum, tí teir hava brúkt Føroyar í NATO-høpi. ? Hetta passar ikki. Danmark [...] brævaskifti verið millum løgmann og forsætisráðharran um júst hernaðarmál. Landsstýrið krevur eina kunning frá donsku stjórnini um leiklutin, sum Føroyar hava havt og hava í verjupolitiskum viðurskiftum. Hetta [...] vil ikki geva landsstýrinum nakra kunning uttan hana, sum Verjumálaráðið hevur gjørt. Í notatinum frá Verjumálaráðnum eru bara faktuellar upplýsingar um virksemi hjá donsku verjuni í Føroyum, og einki
støðan við steðgin. Tá dómarin hevði sett dystin í gongd aftur, fekk Magni Petersen tað reyða kortið frá svartklædda manninum. Magni varð vístur av vølli fyri eina takkling, har hann eisini meiddi sær armin [...] framum, men Jónsvein Bærendsen var skjótur at svara aftur fyri HB, tá hann fekk fatur á einum skoti frá Gunnari Mohr, sum fór á tvørstongina. Endin gjørdist spennandi, og dysturin kundi koppa báðar vegir [...] 3-4 (1-2) 0-1: Bárður Dimon 1-1: Anfinn Gaard 1-2: Birgir Jørgensen 2-2: Vagnur Mohr Mortensen 2-3: Einar Petersen 3-3: Jónsvein Bærendsen 3-4: Birgir Jørgensen
sigur Gunnar í Liða. Um tú t.d. teknar trygging, har upphæddin er 3000 krónur, verða 8 pst. drigin frá beinanvegin, og tú rindar í veruleikanum bert 92 pst. av upphæddini. Hvussu við teimum, sum hava [...] trygging í hinum tryggingarfelagnum, men eisini hava tryggingar hjá tykkum? Fáa vit eina umsókn frá teimum, fáa tey eisini lut í avsláttinum, hóast tryggingin t.d. ikki verður galdandi fyrr enn 1. apríl [...] skiljast sum eitt tilboð til tey, ið eru farin, um at koma aftur, sigur Gunnar í Liða. Tað snýr seg um einar 20 mió. krónur, ið øll, eisini tey ið koma aftur, eisini kunnu fáa lut í, um bert tey endurnýggja
skola tær niður. Felags fyri forritini er, at tey við einum vanligum modemi taka einar tveir minuttir at heinta niður frá Netinum. So hvørt sum shockwave tøknin mennist og bandabreiddin økist, gerst tað [...] undrast ofta á, hvussu keðiligar nógvar heimasíður í veruleikanum eru. Og sammet við tað, vit kenna frá telduspølum, multimediaheitum og framkomnum tekst og layout-forritum, er tað eisini ógvuliga avmarkað
Í viðmerkingunum til nýggja manningaruppskotið verður greitt frá, at í juli 1995 var ein stjórnarráðstevna hildin í altjóða havfelagsskapinum IMO (International Maritime Organisation) í London um sjóvinnu- [...] nýggjan tilsvarandi sáttmála til fiskiskip. IMO felagsskapurin hevði í mong ár verið undir trýsti frá mongum pørtum fyri ikki at gera eitt nóg gott arbeiði fyri at betra um trygdina á sjónum, nú serliga [...] í fiskiskipum, STCW-F-1995. 200.000 krónur Mett verður at broytingarnar í lógunum koma at kosta einar 200.000 krónur til útvegan av edv-útgerð í samband við útgávu av sjóvinnubrøvum í nýggjum sniði og
tá hann las flogverkfrøði í Svøríki. Nú er hugskotið vorðið veruleiki, og teir fyrstu trollemmarnir frá Helga eru longu tiknir í nýtslu. Arbeitt stillisliga Fyri at nýggja hugskotið ikki skuldi verða kopierað [...] eru lemmarnir bert festir við einum punkti aftan, móti trimum á øðrum lemmum, greiðir Helgi Larsen frá. Seismikkskip Vit spurdu Helga, um hesir lemmarnir ikki eisini kunnu nýtast til seismikkskip, ið eins [...] av tí at ov lágt er til loftið, er neyðugt at útvega sær anna hølið, sigur hann. Helgi hevur havt einar 5 mans við í arbeiðinum, og hevur tað verið stuðlað av Føroya Banka og ymiskum føroyskum og donskum
aftur, mugu ganga frá sínum. Býráðið hevur gjørt eina kanning og í sosialu nevnd eru vit púra samd um, at tann loysnin kann ikki setast í verk aftur, at foreldur fáa eina ávísa upphædd -einar 1500 krónur um [...] Men, hvussu tað skal fíggjast, er ikki viðgjørt. Tað kann verða fyri minni løn, ella við stuðuli frá ALS, ella okkurt annað. møguliga verður málið umrøtt longu í kvøld