Fer helst at mæla til at leingja barnsburðarfarloyvið upp í hálvtannað ár

? Tað er nú greitt, kontanthjálpin verður ikki sett í verk aftur í Havn, so at fólk kunnu fáa pengar útgoldnar fyri at taka børnini úr kommunulu barnaansingini

Líkt er til, at á býráðsfundi í Havn í kvøld, er býráðið at umrøða spurningin um at mæla Landsstýrinum til at leingja barnsburðarfarloyvið upp í hálvt annað ár. Tvs, at býráðið fer at mæla til, at farloyvið verður longt eitt heilt ár.

Elin Lindenskov, formaður í Sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at hon roknar við, at býráðið fer at semjast um at senda landsstýrinum eina slíka áheitan.

Sosiala nevnd hjá Býráðnum hevði fund um barnaansingina týskvøldið.

Eftir at fundurin seinasta týsdag mátti avlýsast, tí tríggir limir møttu ikki upp, gekst betur hesuferð.

? Nevndin var fullmannað, men, hvat enn betur var, hon var samd, sigur Elin Lindenskov.

Á fundinum skuldi nevndin umrøða, hvussu tær 2,5 milliónirnar verða best brúktar, sum eru settar av á fíggjarlógini fyri í ár til aðra barnaansing enn tað, sum nú er. Elin Lindenskov sigur, at ymsir møguleikar vórðu umrøddir, men at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør loysnin verður.

Tó er greitt, at teir býráðslimir, sum vilja hava kontanthjálpina setta í gildi aftur, mugu ganga frá sínum. Býráðið hevur gjørt eina kanning og í sosialu nevnd eru vit púra samd um, at tann loysnin kann ikki setast í verk aftur, at foreldur fáa eina ávísa upphædd -einar 1500 krónur um mánaðan - fyri at taka børn síni syrgja fyri barnaansingini sjálvi. Sostatt skal ein onnur loysn veljast, og tað er tað, sum býráðið arbeiðir við.

Elin Lindenskov sigur, at høvuðsmálið hjá Sosialu nevnd er at útvega eini 50-60 ansingarpláss afturat í ár.

? Men hvussu tað skal gerast, nú viðgerast nærri.


Leingja farloyvið

Elin Lindenskov sigur, at tørvurin á barnaansing er so stórur, at tað er greitt, at Býráðið má taka óvanlig stig fyri at loysa hann.

? Eitt, vit hava tosað nógv um, og sum eg haldi, at vanlig semja er um í býráðnum, er at vit mugu arbeiða fyri at leingja barnsburðarfarloyvi fyri at lætta trýstið á ansingarplássini. Eg vænti, at vit fara at mæla býráðnum til at arbeiða fyri tí.

Hon sigur, at tað, sum býráðið helst fer at mæla til, er, at leingja farloyvið eitt heilt ár, upp í hálvt annað ár. Men, hvussu tað skal fíggjast, er ikki viðgjørt. Tað kann verða fyri minni løn, ella við stuðuli frá ALS, ella okkurt annað. møguliga verður málið umrøtt longu í kvøld