Tað var tann tíð, tá tryggingartakarar ikki høvdu ávirkan á tryggingarupphæddirnar.
Broytingin er, at tryggingarmonopolið er avtikið, og fólk kunnu innheinta sær tilboð í teimum tveimum tryggingarfeløgunum í Føroyum.
Kappingin hevur longu givið úrslit við príslækkingum. Nú kosta tryggingar í báðum feløgunum á leið tað sama.
Tryggingarfelagið Føroyar hevur mist eini 1400 tryggingartakarar, og ger nú eina roynd at fáa gomlu viðskiftafólkini, sum hava tekna trygging í P/f Trygd, aftur.
Lýsingaherferð
Í røttum nútíðaranda fer fram ein lýsingarherferð í bløðum og sjónvarpi, har fólk verða kunnað um nýggj tilboð, eftir at tey gomlu feløgini eru løgd saman í eitt stórt felag.
Nú kunnu fólk tekna heildartryggingar í Tryggingarfelagnum. Fyrimunurin er 8 pst. í avsláttur, og at hetta er einasta tilboð í Føroyum.
Heildartrygging
Gunnar í Liða, stjóri í Tryggingarfelagnum, sigur, at, at talan er um 8 pst. í avsláttur fyri tey, sum vilja at hava heildartrygging hjá teimum. Tað merkir, at fólk skulu hava allar tryggingar hjá Tryggingarfelagnum.
Tryggingartakarar hjá okkum hava eina konto, og tá tryggingar verða endurteknaðar - vanliga í apríl og oktober mánað, verða 8 pst. av upphæddini góðskrivaðar á kontoini, sigur Gunnar í Liða.
Um tú t.d. teknar trygging, har upphæddin er 3000 krónur, verða 8 pst. drigin frá beinanvegin, og tú rindar í veruleikanum bert 92 pst. av upphæddini.
Hvussu við teimum, sum hava teknað trygging í hinum tryggingarfelagnum, men eisini hava tryggingar hjá tykkum?
Fáa vit eina umsókn frá teimum, fáa tey eisini lut í avsláttinum, hóast tryggingin t.d. ikki verður galdandi fyrr enn 1. apríl næsta ár. Treytin er bert, at allar tryggingar hjá tí einstaka, eru teknaðar í Tryggingarfelagnum.
Vilja vera felag fyri øll viðskiftafólk
Herfyri segði tú við Sosialin, at Tryggingarfelagið fór at gera alt fyri at fáa viðskiftafólkini aftur. Er seinasta tilboðið tað tú sipaði til?
Vit vilja fegin verða tryggingarfelag fyri øll, men hetta er fyrst og fremst eitt tilboð til okkara viðskiftafólk.Tað kann eisini skiljast sum eitt tilboð til tey, ið eru farin, um at koma aftur, sigur Gunnar í Liða.
Tað snýr seg um einar 20 mió. krónur, ið øll, eisini tey ið koma aftur, eisini kunnu fáa lut í, um bert tey endurnýggja tryggingarnar næsta ár hjá okkum, sigur Gunnar í Liða.
Vanligt er at tryggingar eru teknaðar fyri hálvt ella eitt ár, og tí hava øll møguleika at gera brúk av hesum nýggjasta tilboðnum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.