John Johannessen
Helgi Larsen byrjaði stillisliga at arbeiða við nýggja hugskoti sínum, tá hann las flogverkfrøði í Svøríki. Nú er hugskotið vorðið veruleiki, og teir fyrstu trollemmarnir frá Helga eru longu tiknir í nýtslu.
Arbeitt stillisliga
Fyri at nýggja hugskotið ikki skuldi verða kopierað av øðrum, er Helgi farin sera stillisliga fram, í sambandi við royndunum við trollemmunum.Hann hevur roynt at hildið fjølmiðlunum aftur, tá teir hava fregnast um nýggju uppfinning hansara. Hetta sigur hann, at hann hevur gjørt, tí hann ikki fyrr enn nú hevur fingið patent uppá lemmarnar. Men nú, patentið er komið, er eingin forðing fyri at stíga fram.
Spara olju
Helgi Larsen sigur, at tað serliga við trollemmunum hjá honum er, at skipini spara eina rúgvu av olju, við at nýta teir. Hann sigur, at trolarin Beinta av Tvøroyri royndi lemmarnar herfyri. Og úrslitið av roynd teirra gjørdist, at trolarin spardi um 700 litrar av brenniolju um dagin. Hann leggur afturat, at hetta er ein sparing á uml. 17 prosent.
- Orsøkin til, at lemmarnir eru lættir at sleipa er millum annað, at lemmarnir hava kanalir, ið sjógvurin rennur ígjøgnum. Harafturat eru lemmarnir bert festir við einum punkti aftan, móti trimum á øðrum lemmum, greiðir Helgi Larsen frá.
Seismikkskip
Vit spurdu Helga, um hesir lemmarnir ikki eisini kunnu nýtast til seismikkskip, ið eins og trolarar nýta lemmar. -Jú, áhugi hevur verið fyri lemmunum innan seismikkvinnuna, og vit ætla okkum eisini at gera okkurt fyri at selja lemmar til hesa vinnu, sigur Helgi. Hann leggur afturat, at lemmar hansara eru eins væl egnaðir til seismikkskip og teir eru til trolarar, orsaka av, at teir kunnu svimja uppi í sjónum við stórari spílieffekt.
Helgi Larsen sigur, at enn hevur bert verið koyrt á royndarstøði við framleiðsluni av trollemmunum, men í komandi ári er ætlanin at fara veruliga til verka. Hann sigur, at ætlanin er at fara undir fasta framleiðslu -Tað ber ikki til at bjóða lemmarnar út, um vit ikki kunnu útvegað nóg nógvar. Tí mugu vit undir fasta framleiðslu, sigur Helgi Larsen at enda.
Higartil hevur Helgi Larsen húsast í leigaum høli í fyrrverandi Polarfrost í Vági, men av tí at ov lágt er til loftið, er neyðugt at útvega sær anna hølið, sigur hann. Helgi hevur havt einar 5 mans við í arbeiðinum, og hevur tað verið stuðlað av Føroya Banka og ymiskum føroyskum og donskum grunnum.