TB vann við tíggju monnum

2. deild: TB hevur framvegis EB/Streym í stuttum tjóri, og um oddaliðið snávar, so eru tvørámenn tilreiðar at taka av tilboðnum um oddasessin.

Tað gongur væl við málskjótingini, men hinvegin fara eisini nógv mál inn í skeiva endanum hjá TB, sum hevur skotið flest mál í 2. deild, meðan bara HB hevur eina vánaligari verju enn TB. Tað vóru eisini júst hesi bæði liðini, sum møttust í Gundadali leygardagin, og tað skuldi borga fyri einum málríkum og undirhaldandi dysti, og áskoðararnir fingu eisini nógv mál fyri pengarnar.

Hóast HB megnaði at javna heili tríggjar ferðir, fingu teir einki burturúr strevinum og máttu taka til takkar við enn einum tapi, sum teir eisini hava gjørt í teimum seinastu trimum dystunum. 2. deildar liðið hjá HB má nú taka sær um reiggj, um teir ikki skulu flyta niður, nú teir eru á triðniðasta plássi, og bara tvey stig eru niður til Royn á aftasta plássi.

Ungi spælarin hjá TB, Bárður Dimon, legði útiliðið framum og byrjaði harvið málveitsluna. Anfinn Gaard javnaði, tá hann hevði seinasta fótin á einum frísparki, sum varð lagt innfyri. Birgir Jørgensen legði útiliðið framum aftur fyri steðgin, og 2-1 var støðan við steðgin.

Tá dómarin hevði sett dystin í gongd aftur, fekk Magni Petersen tað reyða kortið frá svartklædda manninum. Magni varð vístur av vølli fyri eina takkling, har hann eisini meiddi sær armin illa. Vagnur Mohr Mortensen tók frísparkið, og hann sendi eitt vakurt skot á stongina og inn. Hóast TBararnir vóru í minnuluta á vøllinum, so eydnaðist Einari Petersen enn einaferð at leggja útiliðið framum, men Jónsvein Bærendsen var skjótur at svara aftur fyri HB, tá hann fekk fatur á einum skoti frá Gunnari Mohr, sum fór á tvørstongina. Endin gjørdist spennandi, og dysturin kundi koppa báðar vegir.

Tað gjørdist Birgir Jørgensen, sum skoraði vinnandi málið, tá bara fá sekund vórðu eftir at spæla. Undan hesum hevði Gunnar Mohr brent ein stóran møguleika, og í álopinum aftaná gjørdi Birgir Jørgensen sigursmálið. Birgir er nú eisini toppskjútti í 2. deild saman við Jón Sigurði Gleðisheygg. TB megnaði at vinna henda avgerandi dystin, hóast teir máttu spæla við bara tíggju monnum næstan helmingin av seinna hálvleiki.

TB hevði fleiri aðrar møguleikar, og tað var serliga Birgir Jørgensen, sum var sekur í at misnýta, men samanumtikið var TB betra liðið, kanska serliga tá hugsað verður um reyða kortið hjá Magna Petersen.


HB-TB 3-4 (1-2)

0-1: Bárður Dimon

1-1: Anfinn Gaard

1-2: Birgir Jørgensen

2-2: Vagnur Mohr Mortensen

2-3: Einar Petersen

3-3: Jónsvein Bærendsen

3-4: Birgir Jørgensen