Føroyar ongan týdning fyri NATO

Danskur hernaðarserfrøðingur heldur, at fíggjarligi fyrimunurin, sum Danmark hevur fingið í NATO-samstarvinum, er orsakað av Grønlandi og ikki Føroyum

Professari í altjóða politikki á universitetinum í Keypmannahavn heldur, at tað fer ikki at eydnast føroyingum at fáa nakað burtur úr at brúka hernaðarmál í samráðingunum við stjórnina.

? Hetta fer at miseydnast. Eftir Kalda Kríggið hava Føroyar ongan serligan leiklut havt í hernaðarligum samanhangi, sigur Ol !e Wæver, sum hevur verið limur í donsku Forsvarskommissionen, við danska blaðið Berlingske Tidende í gjár.

Landsstýrið sigur seg hava funnið fram til, at Danmark hevur spart einar 30 milliardir í verjuútreiðslum, tí teir hava brúkt Føroyar í NATO-høpi.

? Hetta passar ikki. Danmark hevur fingið ein ávísan fíggjarligan fyrimun í NATO-samstarvinum, men hetta er við vissu orsakað av Grønland, sum hevur havt nógv størri týdning enn Føroyar fyri USA, sigur Ole Wæver við danska blaðið.

? Um Føroyar ikki høvdu samstarvað við NATO undur Kalda Kr ígnum, so hevði NATO funnið eitt annað stað til radarstøðina.


Slapp ikki á dagskránna

Undan samráðingunum, sum vóru í gjár, hevur drúgt brævaskifti verið millum løgmann og forsætisráðharran um júst hernaðarmál.

Landsstýrið krevur eina kunning frá donsku stjórnini um leiklutin, sum Føroyar hava havt og hava í verjupolitiskum viðurskiftum. Hetta vil landsstýrið hava at vita, tí tað skal brúkast sum grundarlag fyri at leggja framtíðar politikkin til rættis á verjuøkinum.

Forsætisráðharrin vil ikki geva landsstýrinum nakra kunning uttan hana, sum Verjumálaráðið hevur gjørt. Í notatinum frá Verjumálaráðnum eru bara faktuellar upplýsingar um virksemi hjá donsku verjuni í Føroyum, og einki nýtt er í hesum notati.

Hóast landsstýrið kravdi at fáa hernaðarmál við í dagskránna fyri fundin í gjár, so kom tað ikki við. Danski forsætisráðharrin vildi ikki hava hetta mál við í dagskránna, og tí bakkaði landsstýrið. Um partarnir ikki høvdu verið samdir um dagsrkánna, hevði tað ikki latið seg gjørt at havt nakran fund.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.


Henry favorittur til ?Golden Boot?

Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.

Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.