døgum. Øll tey mongu uppskotini, sum vórðu løgd fyri tingið seinastu framløgudagarnar í mars, skulu nú viðgerast, og tað er næstan vónleyst at seta seg inn í øll mál. Trupulleikin er størstu hjá Kára P [...] P. Højgaard, sum er einsamallur tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. ? Sjálvt teir stóru flokkarnir hava trupuleikar at fylgja við, so tað sigur seg sjálvt, at tað er øgiliga strævið hjá mær, sigur Kári [...] við allar flokkarnar, har tað varð heitt á øll um at virka fyri, at tingarbeiðið gjørdist meira støðugt, og at so nógv uppskot ikki vóru løgd fyri tingið í síðstu løtu. Men hetta hevur so at siga onga ávirkan
Meiningin er, at nýggja ES-stýrisskipanarlógin skal koma ístaðin fyri allar ES-sáttmálar, sum eru gjørdir millum ár og dag. ?Allir fyri ein og ein fyri allar" tykist vera slagorðið, júst sum hjá teimum trimum [...] stigið móti einum politiskum samveldi. Giscard d´Estaing vitjaði Harvard fyri nøkrum døgum síðani, og hann grundgav dúgliga fyri næmingum, hví politiska samstarvið í Evropiska Samveldinum skal víðkast. [...] Giscard d´Estaing er bjartskygdur, og hann sigur seg vænta, at Evroparáðið klárar at liva upp til ábyrgdina, sum nú liggur á teirra herðum. Formaðurin fyri Evroparáðið er í løtuni navnframi Silvio Berlusconi
vilja vit fyri alt í verðini sleppa undan, sigur hann. Myndugleikarnir avgera staðið Fólk, bæði í vinnuni og politikkarar eru ymisk á máli, hvørt tað er rætt av politikkarunum yvirhøvur at blanda seg upp í [...] leggjast í Suðuroynni. Og tað er ikki meiningin, sigur Hergeir Nielsen. Tá Suðuroyar Oljuvinnuráð fyri eini tíð síðan spurdi politisku flokkarnar um teirra støðu til eina oljuhavn í Suðuroy, svaraði T [...] Hergeir Nielsen hevur alla tíðina sagt, at hann er ein teirra. Nú lógin um fyrsta útbjóðingarumfar var fyri í vinnunevndini, tók Tjóðveldisflokkurin kortini ikki undir við broytingaruppskotinum hjá minnilutanum
veruleikanum er, sigur Edmund Joensen. Hinvegin heldur Edmund ikki at danir fara at leggja seg tvørar fyri at forða fyri broytingum í ríkisviðurskiftunum. ? Danir fara at geva føroyingum eina »fólkaliga« viðgerð [...] Uppskot samgongunnar um broytingar í ríkisviðurskiftunum er lagt fyri tingið og kemur til viðgerðar í næstu viku. Tað er sjálvsagt, at ikki allir flokkar eru samdir um hvussu farast skal fram í hesum málið [...] hesar skulu liggja innanfyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum. ? Tí haldi eg, at vit kunnu kalla hetta fyri eina kollvelting, sigur hann. Skeiv framferð Edmund Joensen heldur, at framferðin hjá samgonguni er
á, at fyri tveimum mánaðum síðani vóru 60.000 krónur útgoldnar til starvsfólkið. Starvsfólkini hava fleiri ferðir gjørt vart við seg, og boðað leiðsluni frá, at vit ynsktu lønina, men ístaðin fyri at fáa [...] slutur fyri ein slatur. Bæði við at forklára hvussu alt fór at laga seg beinanvegin støðin fór undir at senda kringvarp og annars við at fáa pening frá eitt nú Mattildur, ið skuldi kallast fyri systurrásin [...] starvsfólkini gjørdu vart við, at støðin hevði fingið eitt so ringt orð á seg, at tað skuldi meiri til, enn bert prát um pengar, fyri at fáa hana uppá rætt kjøl aftur. Eitt nú, at lønurnar vóru útgoldnar soleiðis
sjúkrahúsinum. Fáar dagar eftir fóru vit heim til Føroyar. Eri ikki bangin fyri ævinleikanum Thomina sigur víðari: - Eg var ikki bangin fyri ævinleikanum, tí eg eri frelst og eigi Jesus í mínum hjarta. Men tað [...] varð Thomina send niður á Ríkissjúkrahúsið. - Eg var niðri allan juni mánaða og gekk til eina kanning fyri og aðra eftir, men eg fekk ongantíð nøkur rættilig boð, sigur hon. Hon sigur, at tey m.a. tosaðu um [...] vaksa upp og alt tað, sum eg mátti fara frá. - Eg byrjaði at gera alt til reiðar at fara og syrgdi fyri, at alt tað húsliga var uppá pláss. Eg las í Bíbliuni og bað nógv. - So frætti eg frá svigarinnu míni
? Tað sær svart út. Eg eri bangin fyri, at verkfallið fer at draga út. Og longu nú er greitt, at allir næmingarnir fáa ikki lisið tað, teir skulu, fyri at teir kunnu fara til próvtøku sum vant. Og Eilif [...] Eilif Samuelsen hevur givið greið boð: Tað verður ikki talan um at lærarar sleppa at arbeiða yvir fyri fyri at koma uppundan aftur við undirvísingini. Snorri Fjallsbak, formaður í yrkisfelagnum hjá HF og [...] at Landsstýrið ikki er sinnað at finna 400.000 krónur, tá ið tað snýr seg sum framtíðina hjá 800 skúlanæmingum. Tí tað vísir seg javnan, táið á stendur á øðrum sambandi, at tað ber væl til at finna pengarnar
á búskaparpolitikkin, heldur enn loysingarpolitikkin. Men tað er rætt, at valstríðið fyri tað mesta hevur snúð seg um broyting í ríkisviðurskiftunum. Breiða samgongu Annars heldur Jákup Pauli Strøm, at [...] samgonga millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin hevði verið tann besta. ? Hon hevur fyri tað fyrsta breiða undirtøku í tinginum og so kann hon útrætta nakað politiskt, bæði á tí búskaparliga [...] Tjóðveldisflokkurin er ein liberalistiskur flokkur. Í eini slíkari samgongu kemur Fólkaflokkurin at føla seg, sum lús ímillum tvær negl, sigur Jákup Pauli Strøm Smáu vilja hava ávirkan Ein samgonga millum Tj
koma út fyri brádligum missi og fylgjunum av tí. Og nú fáa so føroyingar eisini høvi til at hoyra norska serfrøðingin greiða frá sínum royndum innan hetta økið. Mikudagin heldur hann fyrilestur fyri lesandi [...] ella tosa við barnið um tað, sum er hent. Tað kann lætta ótrúliga nógv um fyri barninum, sum kanska gongur runt og ber ótta fyri, at annað av sínum foreldrum fer at doyggja, sigur Atle Dyregrov. Tilbúg [...] hava eina tilbúgvingarskipan fyri betur at kunna lofta skelkandi hendingum ella missum, sum kunnu raka børn meint. Hesar tilbúgvingarætlaninar eru tær flestu komnar innan fyri tey seinastu fýra árini, og
takki Fuglafjarðar Fornminnisfelag fyri at hava litið mær upp í hendur at hava hugleiðingar um ferðir um Skarðið og vil nýta høvið til at takka tykkum so hjartaliga fyri tíðina, eg livdi saman við tykkum [...] stúrdi fyri at ganga hesa brekku á heimleiðini, men tá til stykkis kom var tað yvirkomuligt. Stíðan vóru mangir túrar um Skarðið, ógvuliga ymiskir túrar. Í góðum veðri var tað ein lekidómur fyri sálina [...] kavi og frost, so eg stúrdi fyri hálkuni í Elduvíkslíð. So var eisini, líðin var øll avísað, so gott var at hava skilafólk við sær. Alt hetta er nú søga, nú er bert at seta seg í ein bil og ein kemur lættliga