Uppskot samgongunnar um broytingar í ríkisviðurskiftunum er lagt fyri tingið og kemur til viðgerðar í næstu viku.
Tað er sjálvsagt, at ikki allir flokkar eru samdir um hvussu farast skal fram í hesum málið og hvat skal gerast.
Tann flokkurin, sum helst liggur fjarast frá hugsjón samgongunnar er Sambandsflokkurin.
Flokkurin heldur fast við ríkisfelagsskapin og tað er ikki so langt síðan, at flokkurin hevur viðgingið, at neyðugt er dagføra heimastýrislógina.
Sosialurin hevur biðið formannin í Sambandsflokkinum um nakrar viðmerkingar í sambandi við uppskot landsstýrisins.
Einki nýtt!
Edmund Joensen heldur ikki at tað er nakað nýtt, at landsstýrið leggur uppskotið fram nú.
? Málið er jú viðgjørt, síðan teir tríggir flokkarnir fóru undir samgongusamráðingar í mei mánað. Í so máta er einki nýtt í hesum.
Edmund Joensen heldur, at uppskotið er í tráð við tað, sum samgonguflokkarnir settu út í korti í samgonguskjalinum og tað merkir at vit fáa føroyskt fullveldi og tí fara úr ríkisfelagsskapinum.
? Uppskotið er eitt sindur framskundað. Hetta fingu vit eisini boð um í løgmansrøðuni. Avtalan við donsku stjórnina hevur gjørt at landsstýrið hevur framskundað tíðarætlanina, sigur Edmund Joensen
Sambandsflokksins
støða greið
Edmund Joensen heldur ikki at nakar ivast í hvør støðan hjá Sambandsflokkinum er.
? Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at Sambandsflokkurin ikki vil broytingar í ríkisfelagsskapinum. Vit hava alment boða frá fleiri ferðir, at vit fegnir vilja dagføra heimastýrislógina, men tað skal gerast innanfyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum, men vit vilja ikki loysa frá Danmark, tað er greitt.
? Og eg loyvi mær eisini at seta eitt stórt spurnartekin við um tað er hetta fólk vilja hava, sigur hann.
? Hugsa vit um tær veljarakanningar, sum vóru gjørdar undan løgtingsvalinum í apríl, so ivist eg í, um samgongan hevur heimild til at gera so víttfevnandi broytingar, sigur Edmund Joensen.
Hann vísir til at bert ein partur av teimum spurdu tá søgdu, at tey ynsktu at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðug tjóð, meðan ein stórur partur segði, at tey ynsktu broytingar, men at hesar skulu liggja innanfyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum.
? Tí haldi eg, at vit kunnu kalla hetta fyri eina kollvelting, sigur hann.
Skeiv framferð
Edmund Joensen heldur, at framferðin hjá samgonguni er skeiv.
? Vísandi til tað, sum veljarakanningarnar søgdu, so er hetta at kroysta nakað niður yvir veljararnar.
? Ístaðin átti veljarin at fingið høvið tl at svara sjálvur. Landsstýrið átti at skipað fyri eini fólkaatkvøðu um málið áðrenn fari var undir hetta stórarbeiði, sigur formaður Sambandsfloksins.
? Á eini fólkaatkvøðu kundu veljararnir fingið høvið til at »sagt« landsstýrinum hvørja skipan teir ynskja við Danmark.
Hetta fáa teir eisini høvið til at gera, men tað verður ikki fyrr enn avtalan við Danmark er gjørd, og tað heldur Edmund er øðvugt raðfylgja.
? Eg haldi, at fylgjurnar av uppskoti landsstýrisins eru ikki gingnar upp fyri Føroya fólkið enn, leggur hann afturat.
Javnaðarflokkurin hjálpir samgonguni
Men, sum skilst, so væntar hann, at uppskot samgongunnar verður samtykt í tinginum.
? Uppskotið hjá samgonguni liggur ógvuliga tætt upp at uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og tí vænti eg at samgongan og Javnaðarflokkurin finna saman í hesum málinum, sigur Edmund.
Hann leggur afturat, at hetta samsvarar væl við tað, sum formaður Javnaðarfloksins segði við Sosialin í gjár og tað, sum formaðurin og aðrir javnaðarmenn søgdu stutt eftir at samgonguskjalið var undirskrivað.
? Alt annað, sum Javnaðarflokkurin sigur, er reint spæl fyri gallarínum. Teir ríða á tveimum hestum, sigur Edmund Joensen.
? Og eg eri vísur í, at júst tað at Javnaðarflokkurin stendur aftanfyri ætlanina ger, at Fólkaflokkurin kann taka undir við ætlanini. Høvdu teir ikki tað, so rokni eg ikki at Fólkaflokkurin hevði torað at fari undir hetta eksperimenti, sigur hann
? Vit vilja ikki
hava loysing
Men hvør er so beinleiðis orsøkin til at Sambandsflokkurin ikki vil taka undir við ætlanini hjá samgonguni?
? Tað er einfalt tí, at vit ikki vilja av við ríkisfelagsskapin. Tí taka vit ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, sigur Edmund.
? Sum eg segði, so vilja vit broyta, men tað skal verða innanfyri ríkisfelagsskapin og ikki ein kollvelting, sum hetta her í veruleikanum er, sigur Edmund Joensen.
Hinvegin heldur Edmund ikki at danir fara at leggja seg tvørar fyri at forða fyri broytingum í ríkisviðurskiftunum.
? Danir fara at geva føroyingum eina »fólkaliga« viðgerð, tað er einki at ivast í, men vit mugu ikki verða so bláoygd at halda at vit fara at hava somu rættindi, sum vit hava í ríkisfelagsskapinum.
Trýr ikki upp á uppskotið um fylgibólkar
Í samrøðu við Sosialin í gjár nevndi Høgni Hoydal møguleikan við fylgibólkum. Hvat heldur tú um tað?
? Høgni Hoydal kann kalla tað hvat hann vil, men eg haldi at tað er uppá kvamsvís, sigur Edmund Joensen.
? Vit tosa her um eina samgonguætlan, sum eftir øllum sólarmerkjum hevur Javnaðarflokkin aftanfyri eisini. So kann tað gera tað sama við fylgibólkum, tí tá er meirilutin í tinginum so stórur, sigur Edmund.
? Tá málið kemur til viðgerðar í tinginum fara vit at føra okkara sjónarmið fram so væl sum gjørligt, tað er greitt, men vit mugu boyggja okkum fyri tí veruleika, at meirilutin í tinginum er rættiliga stórur, sigur Emund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum at enda