hæddini og myrkrið hevur so at siga einki vald. Tað syrgir ljósið fyri. Fremmandu ferðafólkini vitja, og um fýra vikur fara tey, sum í hesum døgum sita og sveitta yvir bókunum, at síggjast við eyðkendu húgvunum [...] fíggingarstovnarnar og megnaðu at varðveita flotan og harvið arbeiðsplássini í býnum, og fakfeløgini fóru í samgongu við sparikassan og aðrar góðar kreftir, so tað bar til at endurreisa arbeiðsplássini í [...] sum kanska verður partur av meginlandinum, tá ið Norðoyastevnan fer at verða hildin um trý ella fýra ár. Norðoyastevnuskráin boðar frá, at í breiðasta týdningini av hugtakinum mentan íður tað við lívi í Klaksvík
trúgv og royndi at fáa hann at ivast í frelsuni: ”Djevulin royndi mangan at billa mær inn, at tað ikki er nokk at trúgva, men at eg eisini mátti gera nakað sjálvur.” Jóhannes sigur víðari, at tá hesi álopini [...] hendi av og til, at hon fekk hann at koma við sær á møti. ”Eg gekk leingi og ynskti mær at vita hvussu eg kundi koma inn í Guds ríki, men Djevulin royndi á ymiskan hátt at fáa meg at hugsa, at tað var við egnum [...] glaður um, at eg kom at kenna Jóhannes, áðrenn hann fór her frá, og tað var í evstu løtu, tí eg meti, at ein slíkur maður hevur so nógv at læra okkum yngru. Sjálvur kenni eg tað soleiðis, at hansara vi
Prentmiðstøðini eftir at hava prentað Sosialin, sum verður borin í hvørt hús í næstu viku. Av tí at ov lítið er at prenta til at halda maskinunum koyrandi hava eigararnir valt at steðga virkseminum. Tað [...] í gildi, sum segði, at ein og hvør hevur rætt at siga seta á prent tað, hann hugsaði. Til at meta um støddina á bótini, so hevur Zakarias Wang í bókini Stjórnmálafrøði frá 1988 roknað hana út til nútíðarpengar [...] fyrsta sinni 13. mai í 1852. Blaðið kom út eina ferð um mánaðin, og tað ber til at fáa nógv at vita um tíðina í Føroyum tá við at lesa blaðið, sum er tókt á www.tidarrit.fo . ##med2## Eitt nú lesa vit í blaðnum
kunna spjaða gleði rundan um seg, at fáa fólk at kenna seg væl, at fáa fólk at kenna á sær, at tey betýða nakað og harvið loksins at fáa fólk at trívast. Krisjan hevði ikki nakra akademiska útbúgving, og [...] til kund-an. Og tað gjørdi, at sami kundi kundi fara heimaftur við eini kenslu av, at tað kendist gott at hava sam-skifti við blaðið. Og úrslitið varð, at Krisjan megnaði at knýta eitt varandi og fast samband [...] báðum, at tú skuldi sleppa at skriva til blaðið aftur, meðan tú var stæddur heima fyri harvið at byggja teg uppaftur. Hetta kundi vera eitt einastandandi høvi at fáa teg á føtur aftur og samtíðis at geva
Johannesen úr Hvannasundi, og Gutti kom at gerast ein av mínum hollastu keldum. Tað var ikki av tilvild, at eg stóð í stovuni hjá Gutta. Tey høvdu fortalt mær frammanundan, at hann var ein maður, sum stóð Kaj [...] verið nógv saman við Kaj , ein maður, sum kundi telja mín høvðuspersón upp í sín vinaskara. Og satt at siga, so misti eg mótið eina løtu, har eg stóð á køksgólvinum og eygleiddi æðurnar, sum lógu og andøvdu [...] inn í gongina hjá Gutta í Innistovu í Hvannasundi. Hann segði mær, at hann hevði føðingardag hendan dagin og skjótt for konan, Ruth at stakast við einum drekkamunni, ið var eitt sindur út yvir tað vanliga
lagnum No Emergency, ið Lena skrivaði, einaferð hon sat einsamøll í stormi og streymsliti. Í staðin fyri at vera bangin, skrivaði hon ein sang um at vera bangin. Hetta lagið hevði eitt frálíkt niðurlag [...] førdi áhoyrararnar inn í hennara heim. Onkra løtu hevði eg bestan hug at hoppa upp á pallin og geva henni eitt klemm, og aðrar løtu sat eg bara, og kendi hvussu tónleikurin fylti meg. Fyrsta helvt av konsertini [...] sera einfaldan búna, ið klæddi teimum. Innlivingin var stór. Millum løgini royndi Lena á donskum at siga frá søgunum aftan fyri løgini. Lena er umleið líka kring á donskum,sum Mary krúnprinsessa, og hálvbrotna
so hart í hann, at hann skræddi buksurnar av Peturi frá ovast til niðast. Tá signaði Petur seg, og beinanvegin vendi huldumaðurin við og hvarv. Lønin fyri at vera treisk Eg minnist, at eg var nokk so [...] teirri einu kulluni. Og her var tað, at tey bardu børkurnar, sum vóru nýttar til barking av roðum. Eg minnist at tað var langomma, sum leitaði eftir børkuvísum. Eg plagdi at vera við henni og ríva bark, sum [...] sera hált, tí var tað so óarbeiðsligt. Eg minnist eina ferð, abbi skuldi skera ein hval á háls. Hvalurin fór at sláa og sláa. Tá var abbi bangin fyri, at tað fór at vera hvalurin, sum gjørdi enda á honum
verkstaðnum.« »Jú, eg skal siga tær, at har vóru bæði hotell og matstovur í rigninginum, so tað var als ikki neyðugt at eta av tógverkinum.« Tað var eisini ein onnur søga, sum eg minnist. Teir vóru á veg frá [...] metur til ummáls. Teir fara at royna at bjarga bulinum, og fingu riggað trossa og taljur til. Men bulurin var ov stórur, og teir vóru noyddir at kloyva hann. Nú helt Óli Jákup, at søgan var nóg so avgjørd [...] n var Hilbert, men har var einki at gera. Eg byrjaði sjálvur við kr. 50 um mánaðin. Tað at staturin lønti so illa, gjørdi eisini, at tað vóru so fá, sum høvdu áhuga at arbeiða fyri statin. Eg varð so settur
Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Hann hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, [...] Tað er við gleði, at vit kunnu kunngera, at hesin stóri dagur hjá Jákup Mikal verður hildin fríggjadagin 18. oktober frá klokkan 16-19 í Ítróttarhúsinum á Svangaskarði. Øll er vælkomin at heilsa upp á Jákup [...] 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har skipið Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg. Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010)
“Lauru”, tá ið hon fór at sigla heim. Teir hoyrdu tá veðurvánirnar, sum søgdu frá hesum ræðuliga illveðrinum, sum var væntandi. Teir fóru beinanvegin at sigla aftaná “Lauru” at siga teimum frá, men teir [...] kom pápi heim við “Eysturoynni” aftaná, at “Laura” var saknað. Vit samlaðust inni hjá okkum og tosaðu um, at pápi hevði sæð “Lauru” dagin fyri, at teir fóru at sigla heim. Fía kom inn til okkara og segði [...] hósvíkingar við. Eg minnist teir allar. Fleiri teirra plagdu at koma til Hvalvíkar at halda møtir á missiónsvikum. Tá komu teir brøðurnir Magnus Pauli, Hans David og Vilhelm, sum vóru sera ídnir at bera boðskapin