Krudttønden á eystaru brúgv í Keypmannahavn, er ikki av størstu spælistøðum, og tá Lena fór á pallin at spæla sína útgávukonsert fyri donsku útávuna av Cant Erase It, vóru hølini fullsett. Tann stóri meirilutin av áskoðarunum var føroyingar, men onkur dani, ein kanadiumaður og ein bulgari høvdu leitað sær á konsert.
Geva Lenu eitt klemm
Konsertin gjørdist ein heit, persónlig og innilig konsert, har Lena lat upp fyri kenslunum og førdi áhoyrararnar inn í hennara heim. Onkra løtu hevði eg bestan hug at hoppa upp á pallin og geva henni eitt klemm, og aðrar løtu sat eg bara, og kendi hvussu tónleikurin fylti meg.
Fyrsta helvt av konsertini var friðsæl á onkran hátt. Við bara Lenu og Niklas á pallinum fingu løgini ein sera einfaldan búna, ið klæddi teimum. Innlivingin var stór. Millum løgini royndi Lena á donskum at siga frá søgunum aftan fyri løgini. Lena er umleið líka kring á donskum,sum Mary krúnprinsessa, og hálvbrotna málið gjørdi søgurnar um tunglyndi, ræðslu, hóttan kærleika og onnur myrk og døpur evni, enn meira hjálparleysar og syrgiligar. Løtan var innilig, persónlig og erlig á ein hátt, tú sjáldan upplivir á einum palli. Eg varð tikin við inn í heimin hjá Lenu, og har var rørandi og vakurt.
Fullkomin framførsla
Konsertin var á tremur við góðum løgum, bæði av Cant Erase It og løg, ið ikki eru útkomin. Serliga lagið Dawn av Cant Erase It, virkaði sterkt á ein hátt, sum eg ikki havi hoyrt fyrr. Eg havi hoyrt lagið fleiri ferðir á føroysku útgávuni av fløguni, og eisini á konsertum, uttan ordiliga at festa meg við tað. Men í Krudttønden var framførslan og útsetingin av lagnum so fullkomin, at hetta gjørdist eitt av hæddarpunktunum á kvøldinum.
Sterkar kenslur
Lagið Shimmy Shake It, snýr seg um slatur, um hvussu ilt man kann fáa av slatri og týdningin av, at bara ikki leggja nakað í tað. Hetta lag vísti eina aðra og eitt sindur skitnari síðu av røddini hjá Lenu, sum var ótrúliga lekkur. Røddin fekk eitt slag av kontrikenslu og lagið rokkaði á ein einfaldan hátt. Henda sama kontrikensla var eisini galdandi í lagnum No Emergency, ið Lena skrivaði, einaferð hon sat einsamøll í stormi og streymsliti. Í staðin fyri at vera bangin, skrivaði hon ein sang um at vera bangin. Hetta lagið hevði eitt frálíkt niðurlag.
Í lagnum Stones in My Pocket, syngur Lena The only way I know how to live is killing me, henda regla brendi seg fastan á onkran hátt. Hetta lag hevði Lena skrivað, meðan hon hevði verið sera kedd og tunglynt, og kenslurnar í framførsluni vóru sterkar og sannførandi.
Ein fantastisk rødd
Tittullagið av fløguni er sum lag kanska ikki besta lagið hjá Lenu. Men hetta er eitt lag, ið veruliga vísir, tær nógvu síðurnar av hennara sangrødd. Hetta ger tað til eina uppliving hvørja ferð tú hoyrir lagið. Tí røddin hjá Lenu er so fantastisk. Hon hevur so nógv egið yvir sær, og so fevnir hon so øgiliga breitt.
Eg havi tað trupult við lagnum American Dream av Cant Erase It. Hetta er eitt ordiliga gott lag, men tað tykist bara nakað so forferdiliga pínligt at syngja Who can live the American Dream, without reaching for the stars eg fái ikki tikið tað fyri fult - men vit eru so ymisk.
Brøðurnir Poulsen
Miðskeiðis í konsertini var ein steðgur, og nú komu Óli og Hans Poulsen við, Óli á bass og Hans á klaver og slagverk. Hetta broytti tó ikki formin á framførsluni tað stóra, enn løgdu tey dent á at halda útrykkið nakið og einfalt, hvørki bassur, klaver ella slagverk sluppu nakrantíð langt fram í ljóðmyndina, og hetta riggaði væl. Í fyrsta og síðsta lagi Step on the Gas og Catch 22, sum í botn og grund eru rokkløg, var hjáveran hjá Óla og Hans gull verd, men í hinum løgunum kendu teir sítt pláss, og lógu sum stuðul hjá Lenu og Niklas.
Glaðari helvt
Seinna helvt av konsertini var nógv glaðari og upplyftandi, serliga lagið Nothing Can Keep Us Apart, var jaligt og næstan festligt. Óli Poulsen bríkslaði á lagnum, og tyktist ordiliga við uppá tað, so tað var øgiliga fitt.
Lena helt fram við at vísa nýggjar og spennandi síðir av røddini, og á tí eitt sindur Nick Cave kenda lagnum Seasons Will Change, hoyrdu vit eina svakliga gangastara gospel rødd, sum man skuldi hildið var ómøgulig at gera live, men hjá Lenu er ivaleyst ikki so nógv ómøguligt.
Ringdi til Yoko
Í sambandi við, at John Lennon hevði havt 65 ára føðingardag hendan mánan, slapp eisini lagið I Want You við. Lena skemtaði, at hon hevði ringt til Yoko og spurt um loyvið um at spæla tað, og tað var í lagi. Hetta gjørdist ein Lenu útgáva av gamla Beatles lagnum, og bæði Lena og lagið klæddu hvør øðrum.
Samanumtikið var hetta ein heilt fantastisk konsert, við góðum løgum, góðum søgum framførd einfalt og vakurt og sungin av einari av teimum bestu røddunum vit eiga. Tí hóast hon er hálv úr Kanada, og er í heimsflokki, so haldi eg, at vit eiga at gera krav uppá hana sum føroying. Eins væl og danir gera krav uppá nýggja prinsin.