“Forfremmet til herligheden”

Leygardagin 19. Januar fór 105 ára gamli Jóhannes Tauser til gravar í Helsingør. Hevði Skaparin bert givið honum 42 dagar afturat, so hevði hann rundað tey 106 árini, sum vit ikki vita um, at nakar annar føroyingur hevur fingið.

Hann gjørdist kortini elsti føroyingur við sínum knapt 106 árum. Hann gjørdist eldri enn higartil elsta fólk í Føroyum, Drikka á Fløtti við Gjógv, sum náddi 4 mánaðir yvir 105. Drikka doyði í 1980.


Jóhannes var mettur av døgum, nú hann legði frá sær. At hann legði frá sær, kunnu vit av sonnum siga, tí millum jól og nýggjár knoðaði hann deiggj, sum dótturin skuldi nýta til bakstur, og mikudagin sæt hann í songini og rippaði húkar, og fríggjadagin hjálpti hann dótturini at leggja klæðir saman, og seinni, sama kvøldið, hugdi hann eftir einum sjónbandi av barndómsbygdini Eiði. Dótturin sigur, at hann var so ómetaliga væl fyri hetta kvøldið og at hann livdi við í tí, sum hann sá og hevði viðmerkingar til okkurt av ti hann sá, og vit prátaðu saman um ymiskt frá gomlum døgum – men morgunin eftir legði hann stillisiliga árarnar inn eftir ein langan og drúgvan lívsróður og kundi seta “bátin” á Himna strond.


Tað var ein heiðurlig jarðarferð, ið henda aldurskempan fekk henda vakra sólskinsdagin í Helsingør Kirkegård á Møllebakken 5. Kistan var prýdd við Føroyska flagginum, ið lá sum ein dúkur yvir kistuni. Á kistuni lá eisini uniformhúgvan hjá Jóhannesi við áskriftini “Frelsesarmeen.” Um tú hugdi nærri kundi væl síggjast, at húgvan hevði verið nógv brúkt – hann var jú “hermaður” í frelsunarherinum í meira enn 60 ár.

Frammanfyri kistuna stóðu tveir offiserar, annar við “blóð-og-eld-flagginum” hjá Frelsunarherinum og hin við Dannebrog. Teir stóðu alla tíðina meðni andaktin var og tá kistan varð borin út gingu teir undan út á grøvina við báðum fløggunum. Eitt tað seinasta, sum var gjørt á grøvini, var at lora fløggini niður yvir kistuna tríggjar ferðir og veitra við teimum. Saman við báðum fløggunum hekk ein hvítur silkistrimmul, sum avmyndar Himmalin.

Tað vóru hjúnini, Ellen og Kristian Ramild Jørgensen, offiserar innan frelsunarherin í Templet í Keypmannahavn og góð vinfólk hjá Jóhannesi, sum skipaðu fyri jarðarferðini. Høvuðsrøðuna hevði Kristian og tók hann m.a. soleiðis til: “Johannes lange liv har været et vidnesbyrd om den frelse han fandt i Jesu blod.”

Tá fólk innan frelsunarherin doyggja brúka tey eitt ávíst útrykk: “Forfremmet til Herligheden.” Bæði jarðarferðin og ervið var ein talandi vitnisburður um, at her var ein trúðarinnar “hermaður,” sum av sonnum var “Forfremmet til Herligheden.” Í ervinum vóru fleiri, sum ynsktu at bera eina heilsu fram um Jóhannes, m.a. segði núverandi leiðari í frelsunarherinum í Helsingør, Magdalena, ein ung kvinna úr Svøríki, soleiðis: - - “Tá vit góvust at hava reglulig útimøtir á gongugøtuni, varð Jóhannes so harmur um hetta, at hann fór einsamallur oman í gongugøtuna við harmonikuni og setti seg at syngja og vitna fyri teimum, sum gingu framvið.” “Vit í Frelsunarherinum fingu, líka til tað seinasta, franskbreyð og bollar oman í salin, sum Jóhannes hevði elt deiggi til.” Báðar døturnar, Aspa og Jenny, høvdu eisini eina heilsu til heiðurs fyri pápan: “Líkamikið hvussu gomul foreldrini verða, so er saknurin og tómleikin har kortini, tá tey eru farin.” “Pápi segði mangan: “Vi skal holde fast i friheden.”

Beint eftir, at hann hevði fylt 104 ár, hevði undirritaði tað gleði at vitja Jóhannes Tauser og dótturina Jenny í heimi hansara í Helsingør. Tá hevði eg eina samrøðu við hann og dótturina um lívið hjá honum. Serliga var tað hansara andaligi vitnisburður, sum eg var áhugaður í at hoyra. Eg skrivaði nakað niður av tí, sum vit prátaðu um hesa løtuna, við tí í hyggju, at onnur skuldu fáa lisið hetta. Tað eydnaðist mær ikki at fáa greinina í nakað blað tá, men nú havi eg fingið sosialin at endurgeva greinina í óbroyttum líki, hóast maðurin ikki longur er ímillum okkara. Eg fari at biða lesaran bera yvir við mær, men nú kann greinin eisini verða minningarorð um Jóhannes.

Eg eri sera glaður um, at eg kom at kenna Jóhannes, áðrenn hann fór her frá, og tað var í evstu løtu, tí eg meti, at ein slíkur maður hevur so nógv at læra okkum yngru. Sjálvur kenni eg tað soleiðis, at hansara vitnisburður hevur verið mær ein persónligur íblástur. Eg ynski, at vitnisburðurin hjá hesum aldrandi trúgvandi manni má vera til gleði og signing fyri teg, sum lesur.


105 ára gamal eiðismaður búsitandi í Helsingør



“Eg hoyri fótafetini av Jesusi úti í gongini”















Í 1902 var tað neyvan nakar norðuri á Eiði, sum ímyndaði sær hvussu heimurin fór at síggja út í endanum av 20 øld, og enn minni hvussu tey fyrstu 7 árini av 21 øld fóru at verða. Hetta árið, 23. februar, varð eitt dreingjabarn borið í heim norðuri á Eiði, sum kom at uppliva 20 øld á tamb upp á gott og ónt, og í dag er hann farin um tey fyrstu 7 árini av 21 øld. Í 1902 búðu gott 15.000 fólk í Føroyum. Í hansara livitíð er fólkatalið meiri enn trý faldað í Føroyum.


Maðurin er Jóhannes Tauser av Eiði. Hann hevur búleikast í Helsingør síðani 1959. Undirritaði hevði tað stóru gleði at vitja hann og dótturina, Jenny, í mars mánaða í 2006 Hevði sjálvandi boðað frá, at eg fór at koma, og tá eg kom innar í hugnaligu stovuna kendi ein angan av nýbakaðum bollum, tí ”hesin fremmandi maðurin má fáa ein góðan drekkamunn við nýbakaðum bollum, tá hann kemur,” hevði aldrandi pápin sagt við dótturina. Dótturin segði mær, til mína stóru undran, at pápin hevði sjálvur knoða deiggið. Undirritaði kann leggja afturat, at drekkamuðurin og bollarnir gagnaðust ómetaliga væl.


Tað var áhugavert at sita hendan seinnapartin og tosa við Jóhannes, sum hóast sín høga aldur, er klárur og minnist væl frá gomlum døgum, og dugir væl at greiða frá. Jóhannes hoyrir ikki væl longur, og tí kann tað vera torført hjá fremmanda fólki at samskifta við hann, men so skjótt sum hann fangar hvat tað er tú sigur, er hann skjótur at svara, og tað, sum honum allarbest dámar at tosa um er um Frelsara sín og tænastuna innan Frelsunarherin, sum blivu til mong rík ár. Tí kemur hendan lívssøgan at snúgva seg mest um tann andaliga partin av hansara lívi.



Nógv forvitnisligt í lívsskjáttuni


Jóhannes upplivdi fyrra heimsbardaga sum tannáringur, og seinna heimsbardaga upplivdi hann í sínum bestu manndómsárum, tá hann m.a. sigldi sum kokkur við einum skipi, sum kallaðist Marité. Tað eru ikki smálutir, ið slík fólk hava fingið í lívsskjáttina, og tí er tað umráðandi, at tey ikki sleppa um sýnuna uttan fyrst at hava loyvt okkum yngru at kaga niður í skjáttina; og tað var tað, sum eg gjørdi hendan hósdagin, í mars mánaða í fjørð, í heimi hansara í Helsingør, sum bæði hann og dótturin, Jenny, skulu hava stóra tøkk fyri.


Úr ódnarveðri inn í stillan sjógv


Jóhannes vaks upp undir vanligum korum norðuri á Eiði. Foreldrini vóru Maria og Jákup Poulsen. Maria var ættað úr Sørvági og Jákup var Eiðismaður. Tey fingu átta børn, fimm gentur og tríggjar dreingir, har Jóhannes var næstelstur í systkinaflokkinum.


Tá hann var 15 ára gamal fór hann til skips. Meðni hermótini bardust á Europeiska meginlandinum, sigldi Jóhannes í Norðuratlantshavinum við sluppuni Galway. Hann greiðir frá einum ódnardegi, sum hann mangan hevur hugsað um ígjøgnum sítt langa lív: ”Eg minnist serliga páskini 1917. Vit komu í eina øgiliga kavaódn og vit skuldu inn um eina smala innsigling, sum vit ikki funnu orsaka av kavaódnini, men tá vit so til endans sóu innsiglingina og Galway kom innum, tá varð deyða stilli. Hetta gjørdi stórt inntrykk á okkum allar, og hesar páskirnar tosaðu vit mangan um eftir tað.”


Hendan tilburðin hevur Jóhannes, seinni í lívinum, mangan samanborið við, tá hann í bestu manndómsárum leitaði inn í tað einastu tryggu havnina og tað gjørdist stilt í hansara sál. Eisini tá ”sigldi” hann inn í eina havn har innsiglingin var smøl og torfør at koma ígjøgnum, men innum kom hann, og tá gjørdist stilt og friðfult, og tað hevur tað verið til dagin í dag, tí í dag, 105 ára gamal, situr Jóhannes friðfullur og stillur og bíðar eftir, at Jesus skal koma og flyta sál og anda hansara heim í Himmalin til sín.


Hetta var tað djúpa inntrykkið, sum eg fekk av hesum manni, hesa løtuna eg sæt og tosaði við hann og dótturina Jenny. Eg segði við hann, at tá ein er vorðin so gamal sum tygum eru, so veit ein, at Jesus er ógvuliga nær. Tá svaraði hann mær: ”Eg hoyri fótafetini av Jesusi úti í gongini.”


Saman við foreldrum sínum kom Jóhannes í kirkjuna á Eiði, har hann hoyrdi orð Guds verða lisið og prædikað, men hann kom eisini, bæði sum barn og sum ungur, til møtir, sum menn hildu, ið komu ferðandi til bygdina. Hesi møtini vórðu ofta hildin í dansistovuni á Eiði. ”Eg minnist tá Andrew Sloan, Jens Klæmint Isaksen og Victor Danielsen komu at hava møtir norðuri á Eiði. Eg minnist so væl, tá Jens Klæmint segði hesi orðini á einum av hesum møtunum: ”Hygg upp á Jesus.”


Tá Jóhannes, meiri enn 90 ár seinni, kann minnast hesi orðini so klárt, so er tað tí, at tey hava gjørt stórt árin á hann, og einki at ivast í hava hesi orðini verið viðvirkandi til, at hann fleiri ár eftir hetta persónliga hugdi á Jesus og sá tað æviga lívið.





Frá Poulsen til Tauser


Sum 19 ára gamal kom hann at sigla við einum Suðuroyarskipi og var tí nógv á landi á Suðuroynni. Har var ein Havnagenta, sum var komin suður at tæna á Tvøroyri. Gentan kallaðist Alexandra. Tey blivu trúlovað og seinni giftust tey, og búsettust í Havnini. Tey fingu synirnar Jákup Martin, Jóhan og Gunnar. Jóhan er 80 ára gamal í dag og er búsitandi í Havn, meðni hinir báðir beiggjarnir eru báðir deyðir. Alexandra var ættað av Skála, men kom at vaksa upp í Havnini hjá Jóhannu og Óla Tauser, sum komu at vera eins og foreldur fyri Alexandru. Tey vóru barnleys. Jóhanna var ættað úr Hovi og Óli var úr Havnini. Mamma Óla var úr Havn meðan pápin var týskari, har navnið Tauser kemur frá.




Jóhannes kallaðist Poulsen, men av tí, at tað vóru fleiri, sum kallaðust Jóhannes Poulsen, og nøvn og postur kom mangan í bland, so vórðu tey bæði samd um, av praktiskum orsøkum, at tey skuldu taka familjunavnið hjá fosturforeldrunum hjá Alexandru. Tí komu tey at eita Tauser. Navnið Tauser kemur upprunaliga úr Týskalandi til Føroyar í seinnapartinum av 19. øld, tað var pápi Óla, sum kom við navninum hendavegin.


Sjómaður

Sum flestu av hansara javnaldrum, tá í tíðini, so kom hansara arbeiðspláss at verða tað nógva á sjónum, og onkrar túrar kundi hann verða rættuliga leingi burtur frá heimi og familju. Hann sigldi við skipum sum Galway, Lítlu Emmu og Slatrinum. Tíðrnar í Føroyum vórðu ringar í fimtiárunum og tí kundi eisini vera torført at fáa skipskjans, tí keypti hann sær, í 1954, egnan bát, sum hann róð út við út frá Havnini og sum varð hansara livibreyð inntil hann og familjn flutti til Danmarkar at búgva fimm ár seinni. Hann var ein av útróðrarmonnunum í Havn, sum setti ein serstakan dám á Kongabrúnna í Havn, tá hann kom við veiðuni og kastaði smáar og stórar toskar upp á bryggjuna, soleiðis, at Havnakonur kundu keypa feskan fisk og borðreiða við nýgjørdum knettum ella frikadellum fyri manninum, tá hann kom til døgurða. Tá vóru Havnakonurnar heimagangandi, og menninir og skúlabørnini komu heim til døgurða á miðdegi.


Gongur regluliga á møti

Alexandra gekk á møti í Frelsunarherinum í Havn, og tað hendi av og til, at hon fekk hann at koma við sær á møti. ”Eg gekk leingi og ynskti mær at vita hvussu eg kundi koma inn í Guds ríki, men Djevulin royndi á ymiskan hátt at fáa meg at hugsa, at tað var við egnum gerningum, at ein mátti arbeiða seg verdugan til Guds ríki,” sigur Jóhannes.


Ein dagin stóðu hann og Palle Egholm og veltu á trønni hjá einum, sum kallaðist Tummas í Fjósi. Palle var ein trúgvandi maður og savnaðist við pinsunum í Havn. Teir komu í prát, og Palle spyr, um hann er frelstur. Tá svaraði Jóhannes ógvuliga avgjørdur: ”Eg eri ikki frelstur, men tað vil eg bestemt verða!” Um hetta mundið er Jóhannes 32 ára gamal.

Palle bjóðaði honum heim til sín, har hann og konan greiddu honum frá frelsuni, bóðu fyri honum og lósu m.a. úr Rómbrævinum kapitul 8. Jóhannes sigur, at hann minnist serliga ørindi 1 í hesum kapituli: ”So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.” ”Eg bleiv ikki frelstur um hetta mundi, men aftaná hetta fekk eg rættuligan hug til at koma til møtir.”


Aftaná samtaluna við Palla Egholm og konuna kom vend í hjá Jóhannesi viðvíkjandi møtum. Tey næstu tvey árini var hann ofta at síggja til møtir bæði í Pinsameinigheitini, meinigheitshúsinum (gamla meinigheitshúsið) og í Ebenezer, (gamla Ebenezer) men av náttúrligum orsøkum kom hann mest til møtir í Frelsunarherinum, tí har kom kona hansara, Alexandra. ”Eg var nú av sonnum farin at leingjast eftir friði við Gud, eg var ein leitandi syndari, sum vildi hava vissu fyri hvussu ein kann koma inn í Guds ríki,” sigur Jóhannes.


Hóast hann longdist eftir friði við Gud, so fór hann aftur og aftur av møtunum uttan at hava fingið frið. Hann fortelur, at undir einum eftirmøti í Frelsunarherinum kom Addaba til hansara fyri at tosa við hann um frelsuna, ”men eisini hetta kvøldið fór eg av møtinum ófrelstur.”


Ein leitandi syndari og ein leitandi frelsari


Jóhannes var 32 ára gamal, tá Palle spurdi hann, um hann var frelstur, men ikki fyrr enn 2 ár seinni, 34 ára gamal, í 1936, upplivdi hann eina persónliga freslu. Hetta var ein mikudag og hann var farin ein túr oman á Kongabrúnna. Har møtir hann tveimum offiserum úr Frelsunarherinum, Nicolai Gundersen og Kronberg Hansen. Teir koma allir tríggir í prát, og tá teir spyrja Jóhannes, hvussu hann hevur tað, svarar hann, at hann hevði tað ikki gott.


Tað, sum leikaði á hjá Jóhannesi var frelsuspurningurin, og nú var tað av álvara vorðið ódnarveður í sál hansara, júst soleiðis sum hann og skipsfelagar hansara upplivdu ódnina á páskum í 1917 tá teir sigldu inn í eina stilla vík. Nú longdist Jóhannes eftir at sál hansara kundi leggja inn í eina stilla havn.


Tá ein leitandi frelsari søkir eftir einum leitandi syndara, so finna teir hvønn annan, og júst tí var tað, at Harrin hevði sent hesar tveir menninar á hansara leið niðri á Kongabrúnni í Havn. Tá teir skiltu, at hann ikki hevði tað so gott, so bjóðaðu teir honum at koma á soldátarmøti hetta sama kvøldi.


Hetta kvøldið, tá Jóhannes fór á soldátarmøti í frelsunarherinum, hendi nakað í lívi hansara, sum broytti hann fullkomiliga. Ein kvinna fór upp á pallin at syngja, og sangurin, sum hon sang var á donskum og tað eina ørindi ljóðaði soleiðis:


”Jeg gav mit liv for dig,

mit hjerteblod udflød,

at frelst du skulle bli`

og vakt til liv fra død”.


Sangurin er skrivaður av bretanum Frances R. Havergal. Týddur til føroyskt av V. Danielsen og er nr. 636 í Songbók Guds Fólks: ”Títt lív, tað gavst tú mær…..” Sangurin hevur fýra ørindi.


Tað var Amy Andreassen, sum sang hetta kvøldið. Sangur hennara kom frá hjartanum og fór beinleiðis í hansara hjarta. Jóhannes fall í grát, har hann sæt í salinum. Hann reisti seg og fór fram til bodsbonkin har hann legði seg á knæ og kallaði á navn Harrans á donskum: ”Himmelske far, tag mig som jeg er!!”


Jóhannes sigur, at tað var ikki fyrrenn hann reisti seg uppaftur frá bodsbonkium, at hann upplivdi frelsugleðina. Vit lata Jóhannes sjálvan greiða frá hvat hendi hesa løtuna: ”Tá eg reisti meg, var eg sum eitt nýtt menniskja - eg sá Jesus líðandi fyri meg og at hann við sínum líðilsi hevði betalt fyri mína fullkomnu frelsu – eg skal einki gera fyri at koma inn í Guds ríki, Jesus gjørdi alt við sínum líðingum – hetta møti gloymi eg ongantíð.”


Vitnar sama kvøldið


Hann og Alexandra høvdu bæði ætlað sær á møti hetta kvøldið, men um tað mundi tey skuldu fara komu konurnar í bindiklubbanum at vitja og tí fór Jóhannes einsamallur á møti. Jóhannes var spentur at koma til hús hetta kvøldi, tí hann vitsti, at bindiklubburin var ikki enn farin til hús. Hann fór beinleiðis innar í stovuna, har tær fimm bindiklubbakonurnar sótu, og hann vitnaði fyri konu síni Alexandru og hinum konunum: ”Møti í kvøld komi eg aldri at gloyma, í kvøld bleiv eg frelstur, tí vit kunnu koma inn í Guds ríki uttan at gera nakað sjálvi, tí okkara Himmalski pápi hevur gjørt alt fyi okkum í Jesusi!”


Hetta var hansara fyrsti vitnisburður, men so sanniliga ikki hansara einasti, tí hann gjørdist seinni eitt íðið vitni fyri sín Harra og Frelsara innan Frelsunarherin, bæð á Vaglinum í Havn og á gongugøtuni í Helsingør, har hann seinni kom at búgva. Longu tríggjar vikur eftir hetta vórðu hann og Alexandra vígd til soldátar í frelsunarherinum.


Jóhannes sigur, at Djevulin gjørdi mangan álop á hann eftir at hann var komin til trúgv og royndi at fáa hann at ivast í frelsuni: ”Djevulin royndi mangan at billa mær inn, at tað ikki er nokk at trúgva, men at eg eisini mátti gera nakað sjálvur.” Jóhannes sigur víðari, at tá hesi álopini komu á hann, so styrkti hann seg sjálvan við at lesa í Ef.1,3-8v. har tað m.a. stendur, at vit eru útvald áðrenn grundan heimsins, at vit hava fingið sonarkor hjá Gudi og at vit hava fingið endurloysing og fyrigeving syndanna við blóði Kristusar.


Tað var skjótt greitt fyri mær, undir samveruni við Jóhannes, at tekstbrotið í Ef.1,3-8 var hansara yndistekstur í nýggja testamenti. Hann segði mær, at hann mintist so ómetaliga væl ein norskan prædikumann, sum talaði nógv í Ebenezer, sum kallaðist McKinnon. ”Eg minnist væl, at hann tosaði ofta út frá Efesusbrævinum og at hann einaferð segði: ”Hvis vi ikke havde Efesusbrevet så var vor bibel fattig!” Kanska eru tað onkur dýrabar livandi sáðkorn úr talunum hjá McKinnon, út frá Efesusbrævinum, sum enn liva og gera gott í sálini hjá hesum aldrandi trúgvandi manni. Hesin norski prædikumaðurin var nógv í Føroyum og ferðaðist ímillum samkomurnar. Hann var kendur fyri at vera ein, sum ofta talaði um sannleikar í Efesusbrævinum. Hann skrivaði eina bók um Efesusbrævið, sum eg hevði tað gleði at kunna geva Jóhannesi og sum hann eisini var glaður fyri at fáa.


Meðni eg sæt og tosaði við henda gamla Harrans tænara, so kendi eg tað heilt greitt, at tað júst eru hesir sannleikarnir, sum hava givið honum tað størstu gleðina í lívinum. Tað, sum hevur havt stórsta týdning fyri Jóhannes, alt lív hansara, er, at hann í líðing og blóði Jesusar eigur eina persónliga endurloysing og fyrigeving. Tað hevur verið hansara stóra lívsgleði at bera vitnisburðin um Jesus út í sangi og orðum. Jóhannes er eitt talandi prógv um sannleikan í Sálm. 92,13-16v. har tað stendur, ”……….at hin rættvísi grør sum pálmin og at enntá gráhærd eru tey sevjurík og grøn at vitna um Harran………”


Vildi ikki oman á Vaglið


Tað gekk kortini nakað av tíð, frá tí hann kom til trúgv og til hann av álvara byrjaði at vitna alment. Í fyrstuni føldi hann seg ikki at vera til reiðar at stíga fram alment. Einaferð, tá Håkon Dahlstrøm, sum um tað mundi var loytnantur í Frelsunarherinum, bað hann koma við oman á Vaglið at hava útimøti, var Jóhannes ógvuliga avgjørdur í sínum svari og takkaði nei. Men tá hann hoyrdi sangin og horntónleikin frá ”frelsenshær,” meðni tey marsjeraðu eftir Havnagøtum oman á Vaglið hetta kvøldið, opnaði hann sína bíbliu, og kom at lesa í Matt.28,19-20v. Tá komu hesi orðini so sterkt til hann: ”Far nú út, og eg skal vera við tær!” Jóhannes sigur, at hann var við tað sama greiður yvir, at her var talan um at fara út við evangeliinum.


Hetta sama kvøldið gjørdi Jóhannes sum Esaias profetur gjørdi, (Es.6,8-9) tá hann var kallaður at fara út. Jóhannes var lýðin og fór við tað sama oman á Vaglið og stillaði seg á fyrsta sinni saman við Frelsunarherinum til útimøti. Hann minnist hvussu glaður í Dahlstrøm var tá hann sá hann koma, tá segði Dahlstrøm við hann. ”Nå, du kom alligevel.” Håkon Dahlstrøm kom at hava avgerandi týdning fyri andaliga lívið hjá Jóhannesi, og teir hava samskiftað hvør við annan, ígjøgnum alt teirra lív.


Fekk ikki afturhald


Aftan á hetta útimøti á Vaglinum kom vend í hjá Jóhannesi, hann fekk reint og slætt ikki afturhald at vitna, og hann fór eisini at spæla og syngja fyri Harran. Jóhannes er kønur við harmonikuni. Tá hann gekk í barnaskúlan á Eiði dámdi honum best sangtímarnar og hann lærdi seg at spæla á harmoniku. Hetta vísti seg at koma honum ríkiliga til góðar seinni í lívinum, tá hann fór at syngja og spæla fyri Frelsara sín.


Hann gjørdist nú virksamur í frelsunarherinum, saman við konu síni Alexandru, har hann gleddi áhoyrarnar, bæði í salinum í Tórsgøtu og niðri á Vaglinum, við sínum greiða vitnisburði og vakra sangi.


Jóhannes var sjómaður, og var nógv burtur við skipi, men heldur ikki har setti hann ljósið undir skeppuna, men helt møtir umborð fyri manningini, og tá tað varð farið í land, t.d. í Íslandi, so leitaði hann altið upp ein møtisal so hann og aðrir av manningini kundu fara á møti, og um høvið varð til tað, hevði hann eisini ein vitnisburð og ein sang. Tá hann var heima ímilum túrarnar so reisti hann stundum til møtir saman við Håkon Dahlsrøm. Onkuntíð var hann saman við Dahlstrøm og vitjaði barndómsbygdina Eiði og hevði møtir fyri sínum bygdafólki.



Einkjumaður og giftist uppaftur


Í 1942 doyr hansara kæra kona, Alexandra, og situr hann sum einkjumaður, 40 ára gamal, við trimum synum, Jóhan, Jákup Martin og Gunnar. Nøkur ár seinni leiðir Harrin eina aðra kvinnu inn á hansara leið, Elin Nielsen úr Heiðunum, dóttur Annu Sofíu og Per Nielsen, vanliga róptur Per í Heiðunum. Anna Sofía, mamma Elina, var ættað úr Søldafirði. Elin og Jóhannes gingu saman í hjúnaband, og tey fingu døturnar Aspa og Jenny. Aspa er fødd í 1948 og Jenny er fødd í 1953.



Elin vaks upp í einum góðum kristnum heimi í Heiðunum, har kirkju- og møtigongd, húsandakt og lestur varð hildið í æru. Vaksin upp undir tílikum umstøðum varð tað nátturligt fyri Elina, tá hon sum tannáringur fór til Havnar at arbeiða, at leita higar, sum vitnisburður Guds ljóðaði. Hon kom at ganga í frelsunarherin í Tórsgøtu í Havn. Har kom hon til fulla klárheit viðvíkjandi frelsuspurninginum, og seinni varð hon vígd sum soldátur. Elin, eins og Alexandra, fyrra kona hansara, gjørdist ein hollur stuðul hjá Jóhannesi bæði í heiminum og í arbeiðinum innan frelsunarherin.


Úr Føroyum til Helsingør


Í 1959 fluttu Jóhannes og Elin til Danmarkar, saman við døtrunum Aspu og Jenny, sum tá hava verið ávíkavist 10 og 5 ára gamlar. Tey valdu at búseta seg í Helsingør. Hóast sjómaður heima í Føroyum, so legði hann sjólívið heilt til síðis, tá hann kom til Helsingør at búgva. Fyrsta arbeiði hjá honum var á gummifabrikkini Tretorn, har hann arbeiddi í 7 ár. Kanska kunnu vit siga, at hann nærkaðist sjólívinum aftur, tá hann seinni fór at arbeiða á skipasmiðjuni í Helsingør, har hann arbeiddi til hann fór frá sum fólkapensjonistur 67 ára gamal.


Jóhannes hevur altið verið upptikin av Guds skaparverki, og tí hevur hann í mong ár havt ein kolonihava í Helsingør, sum hann røktaði líka til hann var 83 ára gamal. Hesin havin gjørdist ein sannur urtagarður undir ”grønu” fingrum hansara, sum varð kendur víða um, tí virðislønirnar vórðu fleiri. Tá Jóhannes var 93 ára gamal fekk hann ein urtagarðsmøguleika av nýggjum, tí tá fekk eldra dóttur hansara, Aspa, sær ein urtagarð, sum pápin hjápti henni at røkta, til hann varð 98 ára gamal.


Teirra andaliga heim


Teirra andaliga heim og trúarfelagar funnu tey sjálvsagt í frelsunarherinum í Helsingør, har hann og Elin gjørdust andaliga virksom, og í felag komu tey at geva eitt týðandi íkast í tað evangeliska sosiala hjálpararbeiði í og út frá frelsunarherinum. Tey gjørdu eisini eitt arbeiði ímillum børnini í býnum. Hvønn fríggjadag komu uml. 30 børn inn í teirra heim, har tey hoyrdu orð Guds og Jóhannes sang og spældi andaligar sangir fyri teimum.




Eitt tíðarskeið røktu tey eina tænastu í versthúsunum í býnum, har tey sungu og vitnaðu um Jesus fyri teimum, sum har sótu, og góvu teimum blaðið Krigsråbet. Mangir menn, sum sótu har, vóru í sera ringum standi og brúktu meginpartin av vikulønini til øl og annan sterkan drykk. Jóhannes vitjaði versthúsini í dagtímunum, meðni Elin og ein føroysk vinkona, sum kallaðist Marianna og sum eisini var soldátur innan frelsunarherin, vitjaðu um kvøldarnar. Tað var ikki so sjálvdan, at Elin og Marianna hjálptu monnum til hús, har kona og børn sótu og bíðaðu eftir, at maðurin og pápin skuldi koma heim við vikulønini.


Jóhannes var altið til reiðar við einum orði ella vitnisburði á teimum regluligu møtunum í salinum og á gongugøtuni í Helsingør, har hann við sínum høga aldri gjørdist ein kend og elskað býarmynd, ikki minst orsaka hansara lívsgleða sangi og harmonikuspæli


Tey høvdu so statt eisini ein andaligan urtagarð at røkta, sum tey hava duga væl at arbeitt við. Virðislønirnar fyri tann andaliga urtagarðin bíða til vit øll koma heim í Himmalin, og tað er einki at ivast í, at onkrir sigurskransar bíða Jóhannesi har.


Elin og Jóhannes fingu eitt langt og innihaldsríkt lív saman við hvørjum øðrum og eisini í fylgi við Harranum. Elin varð forfremma, sum tey siga í frelsunarherinum, til Himmalin, í 1998. Hon var tá 89 ára gomul, og Jóhannes var 96 ára gamal, tá hann gjørdist einkjumaður fyri aðru ferð, og inntil nú hevur hann fingið løgd 9 ár afturat sínum lívi.


Ein patriarkur


Jóhannes kann av sonnum kallast ein patriarkur ímillum føroyingar, ikki minst vegna sína klettaføstu trúgv á Gud og Guds orð. 105 ára gamal kundi hann framvegis koma upp úr songini, men lá kortini tað nógva í songini hetta seinasta árið, men tað, sum hann ikki longur hevði høvið til at siga í møtisalinum og á útimøtum, tað segði hann við gleði og djúpari sannføring við fólk, sum komu á gátt at vitja hann: ”Vit skula ikki gera nakað sjálvi fyri at koma inn í Guds ríki, tí Jesus gjørdi alt fyri okkum við sínum blóði á krossinum, vit skula bara venda við og trúgva á Jesus.” Við undirritaða tók hann soleiðis til: ”Eg veit ikki hvussu tað er við tær, men eg eri frelstur av náði!”


Við hesum orðum lýsa vit Guds frið og signing yvir minnið eftir

Jóhannes Tauser


Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@post.olivant.fo