3. partur
Tiltikin skrøggari
Dia á Vertshúsinum var ein kendur skrøggari frá síni tíð sum sjómaður millum annað til Kina.
Her vóru nógvar íspunnar søgur, sum vóru gott undirhald fyri allar teir, sum gingu inn á vertshúsið. Beiggin Óla Jákup plagdi at spyrja nærgangandi spurningar um hesar søgur, men Dia dugdi væl at svara fyri seg.
Óla Jákup var sum kunnugt pápi Áarstovubrøðurnar. Hann var eitt slag av hippi tá í tíðini við síðum hári, sum avgjørt ikki var vanligt tá.
Allar hesar søgur høvdu fylt nógv, um tær vóru niðurskrivaðar, men tað vóru tær so ikki, og tað er spell
Eg minnist eina søgu, sum stavar frá siglingini uppá Kina hjá Dia. Tað var eitt myrkt og kvirt kvøld, teir høvdu kastað akker. Dia hevði hundavaktina. Knappliga hoyrist eitt merkiligt ljóð framman miðskips stýriborð. Hann hyggur uttanborða, men hoyrir bert eitt skvólpandi ljóð. Hann tekur eina harpun, sum hann plagdi at veiða haj við. Hon var bundin til stórmastravantið, og hann skjýtur harpunina fram við skipssíðuna. Tað verður fast. Hann hálar harpunina til sín, og merkir, at okkurt tungt er. Tá tey fáa fongin inn um, er tað ein kinesisk kelling, sum er svomin út at stjala kopar av klædninginum á skipinum. Hesum kundi peningur fáast burtur úr.
Ein søga var eisini um, hvussu stórt skipið var. Rigningurin var so høgur, at tá ið ein matrósur fór til vers, tók hetta so langa tíð, at hann var ein gamal maður, tá ið hann kom niður aftur.
Til hesa søgu plagdi Óla Jákup at svara, at »so má hann hava etið av tógverkinum á vegnum, og hetta togverk mátti so vera sverari enn tað, sum er her á verkstaðnum.« »Jú, eg skal siga tær, at har vóru bæði hotell og matstovur í rigninginum, so tað var als ikki neyðugt at eta av tógverkinum.«
Tað var eisini ein onnur søga, sum eg minnist. Teir vóru á veg frá Kina til Australia. Á eini dagvakt verða teir varir við ein øgiligan bul av rekaviði. Bulurin var fleiri metur til ummáls. Teir fara at royna at bjarga bulinum, og fingu riggað trossa og taljur til. Men bulurin var ov stórur, og teir vóru noyddir at kloyva hann.
Nú helt Óli Jákup, at søgan var nóg so avgjørd og spurdi, hvønn reiðskap teir nýttu til at kloyva bulin. »Sjálvsagt eina langsag,« svaraði Dia. Tá svaraði Óla Jákup, at tað mátti hava verið forbannað vátligt hjá teimum, sum stóðu í niðara enda á sagini! »Altíð kemur tú á handan hátt,« svaraði Dia og fór innar í stórstovuna.
So var tað søgan um tann stóra steinbítin, Dia hevði fingið við Flesjarnar eina ferð hann var á floti.
Steinbíturin var so stórur, at ikki eingang átta stórátarar úr Hósvík vóru førir fyri at eta meira enn helvtina av høvdinum.
Hesa søguna helt Óla Jákup var ein glósa til sín, tí hann hevði konu úr Hósvík. Hann var eisini uppvaksin hjá abbanum, har teir vóru kendir grovátarar. Óla Jákup svaraði aftur: »Ja, bróður, so má hasin steinbítur hava verið ein fittur murtur á Nóa døgum.« »Nú kom hann aftur við sínum klókskapi,« svaraði Dia.
Prinsurin slapp ikki at gjalda meira enn rokningina
Dia var ein originalur. Hansara fosturdóttur Katrina var ein framúr kokkur, og gjørdi hetta sítt til, at gestirnir trivust so væl á vertshúsinum. Eina ferð fekk hotellið vitjan av einum hollendskum prinsi við fylgi í einar tvær vikur.
Tá prinsurin fekk rokningina og sá, at hon var bert 3 kr um dagin, helt hann hetta vera alt ov lítið, so gott tey høvdu havt tað. Men Dia gjørdi greitt, at var prinsurin ikki nøgdur við rokningina, skuldi hann ongan pening gjalda. Prinsurin hevði so sítt stríð við fáa Dia at taka ímóti teirri upphædd, sum rokningin ljóðaði uppá.
Dunnur
Tað vóru nógv í grannalagnum við Eystaru Vág, sum høvdu dunnur fyri at fáa egg. Hinvegin var lítið av hønum. Orsøkin var vist tann, at dunnur betur enn hønur kundu søkja sær føði niðri á sandinum. Har var vanliga nóg mikið av fiskayngul, bæði seiða- og toskamurti og eisini skel av ymiskum slag.
Tað var tó eitt minus við dunnum í mun til hønum. Dunnurnar vurpu í styttri tíð enn hønurnar. Tær byrjaðu ikki at verpa fyrr enn móti vári.
Tað var so hugnaligt at hoyra dunnurnar gvagga niðri á sandinum. Viðhvørt kundu tær hoyrast so serliga væl saman við veingjaflaksan. Hetta merkti vanliga, at nú var tað ein havtaska, sum hevði fingið sær eina dunnusteik. Ein havtaska kundi enntá slúka eina gás. Vit mettu havtasku sum okkara fígginda, og vit vóru ernir, tá vit fingu eitt slíkt beist á tráðuna og fingu tað avlívað. Hendi hetta, komu nógv onnur børn til, og tann, sum fekk beint fyri eina havtasku kundi altíð rokna við stórari virðing frá hinum børnunum.
Ein av mínum uppgávum var so tíðliga á morgni sum gjørligt at fara oman á sandin at reka dunnurnar til hús, so mamma kundi geva teimum breyðmolar og annan dunnumat frá húsarhaldinum.
Tað var neyðugt at fóðra dunnurnar so væl sum gjørligt á vári, so verpingin kundi byrja so tíðliga sum gjørligt. Eg haldi, at vit høvdu 12 verpandi dunnur. Tær vóru ymiskar á liti og fyri ein óroyndan kundi tað vera ringt at kenna sínar dunnur frá øðrum. Tá eg hugsi um hesa tíðina eri eg ovfarin um, at hetta kortini gekk so væl.
Ofta høvdu vit ein flottan dunnusteggja eisini, men hetta var ikki fast. Kortini var hetta eingin trupulleiki, tí tað vóru nógvir steggjar á vánni. Teir høvdu ongan góðan, men teir kláraðu seg væl kortini. Ofta bardust teir fyri at gera seg upp fyri dunnurnar.
Kúgv til tarv
Ein árlig hending var, tá ið kúgv skuldi til tarv. Hetta hevur William Heinesen annars skrivað eina stuttliga søgu um, tá ið hann máttu lima seg inn í tarvafelagið, áðrenn tarvurin slapp framat.
Tað eg minnist vóru tveir tarvar í Havn, ein í Horni og hin í Mattalág. Men okkara kýr fóru oftast til tarv í Horni. Hetta at fara leiðandi gjøgnum býnum við eini kátari kúgv, sum var á illum, var ikki nakað, sum dámdi pápa mínum.
So hann ofraði gjarna ein triðing av eini dagløn til Sàmal Samuelsen, Sámal hjá Tildu, at fara við kúnni til tarv. Hetta kom uttan iva eisini væl við hjá honum.
-----------------
Ejler Djurhuus:
Sýslumaður í meira enn 40 ár
Ejler koma at fylgja í fótasporunum hjá pápanum við at gerast sýslumaður, og hetta
gjørdist hansara lívsstarv. Hann greiðir frá:
Fekk tuberklasmittuna
Eg vaks upp á Tvøroyri. Kríggið kom, tá ið eg gekk í skúla. Tá var eg um 14 ára gamal.
Í 1942 fekk eg tuberklasmittuna. Hetta hendi jú hjá mongum tá í tíðini. Eg hevði verið á ólavsøku í Havn saman við Erlingi bróður. Erling bleiv sjúkur nakrar dagar seinni. Tey meintu, at tað var smittan, hann hevði fingið.
Men hann kom væl burtur úr tí. Ein mánað seinni var hann til arbeiðis. Tá bleiv eg sjúkur. Tað bleiv alvorligt. Eg lá fyrst ein mánað, so var eg uppi í fjúrtan dagar og legðist aftur. Eg lá heima, tí hildið var, at eg ikki smittaði onnur. Annars hevði eg verið sendur á sanatoriið í Hoydølum.
Mamma passaði meg so. Umframt húsarhaldið vóru eisini tvey neyt í fjósinum. Onga arbeiðskonu hevði hon heldur. Pápi var eisini so nógv í Havn, so hetta var strævið hjá mammu.
Tá var tað, at Marius kom til jólini í 1942. Mamma hevði spurt vaskikonurnar á kontórinum, um tær kendu onkran, sum kundi hjálpa. So var tað onkur, sum kendi hendan Marius úr Sumba.
Hann kom so at arbeiða hjá okkum. Marius var trúgvur, og tað var ordan í hjá honum. Hann kom, og eftir stuttari tíð búði hann hjá okkum. Hann tók sær serliga av neytunum.
Eg legðist tríggjar ferðir. Eg lá í seingini tríggjar mánaðir tað heystið 1942, og so aftur fylgjandi árini. Av tí sama vóru tað tvey ár, eg ikki kundi ganga í skúla.
Eg kom heldur ikki aftur í skúla. Eg var nr. 1 av næmingum í 3. real, men slapp ikki í 4. realflokk, tá eg var komin fyri meg aftur.
Í geglið fyri at hava kenning
Um tað annars var sum vanligt, hevði eg farið niður at lesa eins og beiggjarnir. Men kríggið forðaði hesum. Men eg byrjaði so á sýsluskrivstovuni 1. november 1944, og har kom eg so at vera til 1. november 1989. Av hesum 45 árum var eg sýslumaður í 42-43 ár. Av teimum var eg settur sýslumaður í 13 ár.
Her kann setast inn, at pápi avloysti Oliver Effersøe sum sýslumann. Tað er nógv skrivað um hann sum politikari og formann fyri sambandsflokkin, men minni er kent um hann sum sýslumann. Hetta skrivar pápi um í sínum endurminningum, og skal okkurt takast fram her.
Effersøe var sera nógv ímóti rúsdrekka, og reglurnar í rúsdrekkalógini helt hann sera strangliga.
Sjálvur hevði hann verið vátligur sum ungur, men nú toldi hann ikki at síggja mann við kenning á gøtuni.
Hesa tíðina komu nógvir fiskimenn til Tvøroyri. Tá slapst so ikki undan at síggja fullar menn. Men hetta toldi Effersøe ikki. Ein og hvør maður við kenning var í hansara eygum ein brotsmaður, sum skuldi revsast. So teir vórðu handtiknir frá hond. Tann einasta avmarking var, at brumman var so lítil. Men teir sum ikki kundu koyrast í brummuna fingu boð um at fara umborð á sítt skip, og skiparin varð gjørdur ansvarligur, um viðkomandi aftur vísti seg við kenning í býnum. Nógv tær flestu rapportirnar hjá Effersøe vóru um fyllskap.
Pápi greiðir frá, at hann eina ferð sá Effersøe taka ein skálvíking við kenning. Hesin gekk friðarliga á gøtuni, tá Effersøe kom rennandi í sínum kasketti. Hann tók í kragan á manninum og segði hann vera handtiknan. Maðurin virkaði eitt sindur dølskur har hann gekk, men nú reisti hann seg upp í fulla hædd, og tá var hann høvdið hægri enn Effersøe. Hann lætst bara sum einki og gekk víðari. Hetta hevði hann eisini sloppið, um ikki politisturin kom til staðar í somu løtu. Teir báðir tóku so mannin og fingu við stórum baksi buktað henda sterka mannin inn í brummuna.
Niels J. Mortensen, svágur Effersøe, hevði stóran handil. Her var eisini ymisk sløg av hárvatni. Hetta varð eisini drukkið av monnum, sum ikki fingu annan løg.
Sambært rúsdrekkalógina var ikki loyvt at selja slíkt til persónar, sum kundu haldast at fara at drekka tað. Men henda lógargrein var nakað ullint. Men Effersøe fór eftir øllum, sum eftir hansara tykki høvdu brotið hesar reglur. Tað vóru fleiri handlar, sum fingu dóm fyri at selja hárvatn. Hetta bøtti ikki um hansara viðurskifti við svágin. Oliver var beiggi Josefinu, konu Niels J. Mortensen.
Lítil løn hjá statinum
Tað var tiltikið, at staturin lønti sínum starvsfólki ógvuliga illa.
Eg minnist, at fulltrúin, sum var har undir krígnum, Volmar Bech, hevði støðugt brævaskifti við amtmannin um at fáa meira løn. Hann fekk 225 krónur um mánaðin. Amtmaðurin var Hilbert, men har var einki at gera. Eg byrjaði sjálvur við kr. 50 um mánaðin.
Tað at staturin lønti so illa, gjørdi eisini, at tað vóru so fá, sum høvdu áhuga at arbeiða fyri statin.
Eg varð so settur sýslumaður frá 1. juli 1948, tá pápi fyrstu ferð fór í landsstýrið. Eg var bert 21 ár. Pápi kundi jú ikki hava nakað annað arbeiði, og hann fekk tískil farloyvi frá starvinum.
Eg fekk eitt bræv frá Vagn Hansen um hetta. Hann var seinasti amtmaðurin og fyrsti ríkisumboðsmaðurin eftir hesi nýggju skipan við heimastýrislógini.
Eg varð settur fyribils í eitt ár. Tá tað árið var gingið, segði eg amtmanninum frá, at konstitutiónin rann út 1. juli 1949. Tá fekk eg telegramm um at »konstitutionen forlænges indtil videre.« Men hetta vardi í 13 ár. Pápi gjørdist løgmaður í 1950 og aftur í 1954. I 1958 gjørdist hann varaløgmaður fram til 1962, tá ið sjálvstýrislandsstýrið tók við.
Tá tók hann ikki aftur við starvinum sum sýslumaður.
Í komandi parti
greiðir Kristian frá mammu síni, sum var sera hjálpsom móti teimum, sum vóru verri fyri. Ejler greiðir millum annað frá síni tíð sum settur sýslumaður i Klaksvík aftaná læknastríðið