5. partur
------
Huldumaðurin við veðrinum
Tað var altíð sagt um tveir heyggjar sunnanfyri Grønhólm, at teir vóru íbygdir.
Eitt kvøldið, eg var heima hjá Annufíu, sigur Jetta, mamma hennara, fyri mær, at eitt kvøldið var Petur, sonur hennara, farin eftir neytum norðuri í Sundi. Tá sær hann ein mann koma niðan úr fjøruni við einum gráum veðri. Petur helt fyrst tað bara vera ein vanligan mann. Tá ið hesin kom til Petur, tók tann fremmandi so hart í hann, at hann skræddi buksurnar av Peturi frá ovast til niðast.
Tá signaði Petur seg, og beinanvegin vendi huldumaðurin við og hvarv.
Lønin fyri at vera treisk
Eg minnist, at eg var nokk so treisk sum barn. Vit høvdu verið og hoyggjað frammi í gerðinum. Mamma sigur við meg, at “nú mást tú ikki fara út. Vit fara bara at fáa okkum morgunmat, so fara vit fram aftur”. Tá var tað avsett, og vit høvdu ikki so nógv fyri í senn.
Men eg fór út í ánna, har vóru sovorðnir reyðir steinar. Og hvat hendir? Eg fari eftir høvdinum í helluna, og blóðsprænurin stóð úr mær. Arrið stendur enn í pannuni. “Soleiðis er ikki at akta”, sigur mamma. Pápi helt, at eg mátti fáa plástur. Hann mátti halda leingi á sárið fyri at steðga spræninum, áðrenn hann fekk givið mær plástur. Hetta var tað, sum eg fekk burtur úr.
Barking
Tað var ein sjáldsom á beint norðan fyri húsini hjá okkum. Har var ein hella við tveimum kullum niður í. Ein steinur, sum passaði inn í eina hond, lá í teirri einu kulluni. Og her var tað, at tey bardu børkurnar, sum vóru nýttar til barking av roðum.
Eg minnist at tað var langomma, sum leitaði eftir børkuvísum. Eg plagdi at vera við henni og ríva bark, sum hon kallaði tað. Smáar sóljur við grønum bløðum vístu, hvar barkið var undir. Ein serliga tilevnað sneis varð nýtt til at grava undir børkurnar.
Og tá ið fingið var upp í hálva spann, fór eg í ánna at vaska hetta.
Kullurnar í ánni blivu fyrst reinsaðar. Síðan var eitt sindur koyrt í senn í hetta holið, , og so at berja bark, sum tey kallaðu tað. Barkið bleiv kókað og kundi so nýtast at barka roðini í.
Roðini blivu skolaði í sjógvi, so tey blivu lættari at mýkja, áðrenn tey blivu barkaði.
Klipti holið burtur
Vit plagdu at spæla við eld. Vit løgdu steinar í ein runding niðan fyri húsunum hjá okkum, so kyndu vit við torvi at matgera burtur úr sýrum. Dreingirnir skuldu ikki sleppa uppí. Men um teir heintaðu sýrur, skuldu teir fáa eitt sindur burturav og glaðir vóru teir. Sýrurnar vórðu kliptar sundur. So kókaðu við sýrusuppu og sýruleykasuppu.
Kartoffulmjøl og sukur fingu vit frá gubbakonuni Magninu. So var at fara inn eftir koppum, og tað var klárt at eta. Hetta var sera hugnaligt.
Eina ferð hevði eg verið ov nær eldinum og hol var komið á fyriklæðið. So segði eg við Judith, systir Annu Fíu, at “um man klippir eitt hol vekk, so er tað vekk!” Sum sagt so gjørt. Holið gjørdist sjálvandi nógv størri, hesum varð leingi grinið at. Men so fekst ein bót á fyriklæðið, so var tað í lagi aftur.
Í torvi við hestavogni
Vit skóru torv í Saksunardali, Streymnes megin. Vit kallaðu tað frammi við Ánna Svørtu. Tað var ein tími at ganga hvønn vegin, men vit fóru altíð við hestavogni.
Pápi hevði hest. Tað var ikki minsta frøðin, tá ið pápi kom úr Hósvík við hestinum, sum hann hevði keypt. Hann varð kallaður Tórur. So smíðaði hann vogn, bæði hoyvogn og vanligan vogn.
Vit bóru so torv burtur og settu upp. Viðhvørt tornaði tað slett ikki. Tað var alt eftir sum árið var. Sum nú kundu tey vera vátlig. Men var eingin terri, fanst ráð fyri tí.
Tað ráa torvið varð breitt um túnið. Tá ið tað var so frægt stadnað, varð tað koyrt í hjallin Pápi gjørdi ein hjall afturat fastan í hin, og har var torvið koyrt inn. Har tornaði tað liðugt.
Vit høvdu annars kráir har Frammi. Vit koyrdu fyrst torvið inn har. So hvørt sum brúk var fyri tí, fór pápi eftir torvi við hestavogninum. Hetta var ein stórur lætti í mun til tað vanliga at bera torv í leypi.
Kúluspik av hvali varð annars eisini nýtt til brenni. Um komfýrurin varð reinsaður ofta bilaði ikki við kjararoyki. Tað var stórur tørvur á brenni, tí alt bleiv jú bakað heima.
Nóg mikið av sild, øðum og sílum
Í Sundalagnum var altíð nógv sild at fáa. Abbi var ein rættiligur sildakongur. Hann var heimamaður annars, men hann gjørdi nógv av at veiða tað sum fekst í Sundalagnum. Ofta var nógv sild at fáa á Hvalvíkini. Sildin var serliga góð um ólavsøkutíð. Hon var fyri ein stóran part saltað í tunnur og seld, men skip og bátar komu eisini at keypa sild til agn. Saltaða sildin varð seld til Karl á Lag í Havn. Abbi mín, Christian, og Karl, sum var ein kendur reiðari og handilsmaður í Havn, vóru vinmenn.
Sildin, vit ótu sjálvi, lá fyrst í salti í tveir dagar og varð so kókað. Tá var hon etin saman við breyði ella drýli og eplum. Hetta var góður matur.
Sild, sum ikki var summarsild, var einki serligt. Hon var rak, og tá tyktust beinini at vera nógv størri.
Og so var tað øður og kræklingur, sum eisini nógv var at fáa av. Hetta ótu vit eisini. Abbi skar norðuri við Streymin, og hetta seldi hann eisini til Karl á Lag.
Vit plagdu eisini at seta sílagørn í ánni. Eina ferð høvdu abbi og eg verið og sett sílagarn. Hann lovaði, at eg skuldi sleppa at taka gørnini upp við honum morgunin eftir. Har vóru 11 síl í, tað var ikki smávegis.
Hetta var ein góður biti bæði hjá okkum og hjá ommu. Sílini lógu eitt ella tvey samdøgur í salt, og vórðu so kókað. Mamma plagdi viðhvørt at gera sós afturvið.
Grind var eisini ofta á Streymnesoyruni. Grindir plagdu eisini at vera aðra staðni í Sundinum. Eina ferð hildu teir grind til sunnanfyri Grønhólm, men tað gekk illa at fáa lívið av henni. Har var so sera hált, tí var tað so óarbeiðsligt.
Eg minnist eina ferð, abbi skuldi skera ein hval á háls. Hvalurin fór at sláa og sláa. Tá var abbi bangin fyri, at tað fór at vera hvalurin, sum gjørdi enda á honum. Hann stillaði seg við sveivin og hvalurin slerdi tvørtur um abba. Tá var eg bangin, men ikki bilaði.
Niðri á Oyrini, har brúgvin er nú, har kundu liggja hvalir í hundraðavís. Eina ferð doyðu 800 springarar har.
Tað kann sigast, at tað var nóg mikið av mati at fáa í Sundalagnum.
Tá varð spælt
Út fyri oyruni í Streymnesi standa rovini av “Golden Harp”. Hetta var eitt heilt skip, tá ið eg var lítil, men tað lá á liðuni. Tað hevði verið ankrað úti við Skarðsoyri, men tað hevði slitið og var rikið inn á land í einum illveðri. Tvey skip royndu at sleipa “Golden Harp” útaftur, men tað eydnaðist ikki.
Tað er merkiliga lítið, sum menn vita um hetta skip. Tað hevur ligið á hesum staði síðan umleið 1920.
“Golden Harp” var annars keypt til Føroya í 1903 av Niels Juel Joensen, ættaður av Selatrað. Men hann hevði selt skipið aftur. Niels Juel var giftur við danskari konu, Almu, og tey búðu í Svendborg. Hann sigldi við enskum trolarum og druknaði ungur. Tað mest forvitnisliga, sum kann sigast um Niels Juel, er, at ein abbasonur hansara í 1960-unum giftist við systkinabarn sitandi kongin í Tailand. Tey fóru tó seinni frá hvørjum øðrum aftur. Niels Juel var annars pápabeiggi teir kendur Háberg-brøðurnar í Havn.
Vit spældu altíð har um kvøldarnar. Annars spældu vit nógv spøl so sum rundbólt og at sláa langa í túninum hjá okkum. Vit høvdu ikki tíð at spæla gerandisdagar. Tað gjørdu vit sunnudagar.
Eitt spæl var at gera holur niðri í bønum, tað kallaðu vit “lukke hul”. Hvør átti sína holu, og man skuldi kenna sína holu. Tað var ordiliga spennandi.
Bólturin bleiv kastaður, og so var at hyggja eftir hvørja holu hann kom í.
Øll runnu burtur, uttan tann, sum átti holuna. Hann skuldi royna at skjóta ein av hinum við bóltinum. Tann, sum varð raktur, átti so at rulla næstu ferð.
Eitt var at leypa um teigar.
Men tað varð ikki spælt í kirkjutíð. Tá skuldu øll vera innandura, um tey ikki vóru í kirkju.
Nú spæla børnini ikki so nógv úti sum fyrr. Nú er tað mest teldan. Tað er púra farligt fyri tey, sum fella fyri tí.
At ganga til neyta
So vaks man upp, og eg gjørdist 13 ár. Tá fór eg at ganga til neyta. Mamma var við barn, og var komin so langt við eini systir míni, so hon orkaði ikki at ganga so langt. Vit høvdu tvær kýr tá. Omma hevði tvær og Lotta, kona ommubeiggja Óla Jákup, hevði eina. Mamma átti at ganga tveir dagar og omma tveir. Lotta orkaði ikki at ganga til neyta, so vit gingu eisini fyri hana. Hon hevði eisini sín brekaða mann sum áður greitt frá.
Eg plagdi at fara tveir dagar uppí slag og skuldi mjólka fimm kúm. Hetta var norður eftir móti Langasandi. Tað var ein fitt løta at ganga.
Men tá ið kýrnar lógu frammi í dalinum, plagdi eg at fara við súkklu. Hetta var sjálvsagt so nógv lættari. Tá hevði eg tvær dyllur á rygginum og tvær á stýrinum.
At ganga til neyta var ikki altíð lætt. Tað kundi viðhvørt vera trupult at finna kýrnar. Tær kundu jú fara hagar, sum tað passaði teimum. Eg kann greiða frá einum slíkum túri. Neytini lógu norður ímóti Langasandi. Tað var ein sovorðin mjørki í erva. Neytakonurnar funnu ikki neytini. Hákun beiggi var farin við mammu at bera. Tær vóru ikki komnar aftur í aftur, tá ið klokkan gekk nógv til midnátt.
Eg gjørdist bangin um tær og mátti tískil niðan til Sagga at greiða frá støðuni. Hann var tá farin í song, men kom upp aftur. Mamma hansara Kristina var eisini til neyta. Sagga og Kristian beiggi fóru at leita, og teir funnu neytakonurnar norðuri í Sundunum.
Tá vóru tær illa fyri, tí tær høvdu gingið nógv ov langt. Neytini vóru farin langt niðan upp um fjallið. Tær komu heim ta ferðina uttan mjólk. Morgunin eftir var farið avstað, og neytakonurnar funnu neytini omanfyri Gjánoyri.
Pápi mundi eina ferð komið sera illa fyri av eini kúgv. Hann var komin norður um hagaportrið. Hann hevði tá til arbeiðis at bøta um vegin. Tá kemur ein kúgv stórleypandi oman við garðinum. Hon loypur á pápa og fellir hann niður. Pápi blakaði spakan í høvdið á henni, men tað gjørdi tað sama. Kúgvin hevði pápa millum knøini á sær, og hann fekk einki gjørt.
Men tá kom Tummas á Kjalnesi norðanífrá við bili og fekk bjargað honum. Eg veit ikki hvørji ørindi Tummas hevði, men tað var í hvussu er heppið, at hann kom. Hann fekk kúnna oman av pápa. Kúgvin varð sjálvsagt avsøgd.
Tarvar kundu vera vandamiklir
Tað var sjálvsagt eisini tarvur í Streymnesi. Eg minnist ein tarv, hann var so óður, so eg veit ikki hvat. Tá ið óður tarvur var í nánd var at royna at redda seg inn í gerðini Hvalvíksmegin.
Eina ferð vit vóru í torvi við Ánna Svørtu kom tarvurin úr neytafylginum beint yvir til okkum. Pápi koyrdi allan matin, vit høvdu við okkum, úr leypinum. Hann koyrdi síðan leypin uppá høvdið. So fór hann at íla eftir honum, og tarvurin var púra forskrektur. Hann tók halan millum beinini og rýmdi.
Annars kann eg siga um pápa, at hann var av tí gamla skúlanum. Hann vildi bert hava pening, sum hann arbeiddi fyri. Tað fyrstu pensjónina sendi hann avstað aftur. Hann skuldi ikki liva av olmussu!
---------
Komandi partur
Nú er barndómurin av, og Hensia verður konfirmerað. Hetta merkir eisini, at nú skal arbeiðast. Hetta gjørdist millum annað hjá Sonnu, konu Poul A. Restorff.









