Seinasta dagblaðið er prentað í Føroyum

Tá Sosialurin var prentaður fríggjadagin fór ein 169 ára gomul vinnugrein í Føroyum í søguna. Fyrsta blaðið í Føroyum, Færingetidende hjá Niels Winther, kom út 13. mai í 1852

Fríggjadagin endaði eitt 169 ára kapitul í føroyskari vinnusøgu, tá seinasta dagblað varð prentað í Føroyum. Tá steðgaði rotatiónspressan hjá Prentmiðstøðini eftir at hava prentað Sosialin, sum verður borin í hvørt hús í næstu viku.

 

Av tí at ov lítið er at prenta til at halda maskinunum koyrandi hava eigararnir valt at steðga virkseminum. Tað er íløgufelagið P/F Tjaldur, sum eigur 66 prosent av Prentmiðstøðini, og Sosialurin eigur hini 34 prosentini.

 

Prentarayrkið í Føroyum er eitt gamalt yrki. Fyrsta blað, sum varð prentað í Føroyum, var »Færingetidende«, sum Niels Winther, fólkatingsmaður, gav út og prentaði á fyrsta sinni 13. mai í 1852.

 

Blaðið kom út eina ferð um mánaðin, og tað ber til at fáa nógv at vita um tíðina í Føroyum tá við at lesa blaðið, sum er tókt á www.tidarrit.fo.

 

##med2##

 

Eitt nú lesa vit í blaðnum 27. juli í 1852 um fólkatingsvalið í Føroyum, sum hevði verið tann 16. juli í 1852:

 

»Udfaldet af Folketingsvalget er nu bekjent. I Fredags samledes nemlig den fælles Valgnævn i Thorshavn for at optælle de d. 16de afgifne Stemmer, og det viste sig da, at Exam. juris Niels Winther er bleven valgt med 371 Stemmer, imedens hans Modcandidat Sysselmand Müller har faaet 278 St.

 

Af de 1.417 Valgberettigede havde saaledes kun 649 iaar afgivet Stemme, imedens 969 stemmede ifjor. Ifjor fik Winther 429 Stemmer i det Hele, altsaa 55 Stemmer under Halvdelen af samtlige de afgivne Stemmer; iaar har han derimod faaet 47 Stemmer. over Halvdelen og 93 Stemmer mere end hans eneste Modcandidat. Udfaldet i de forskjellie Præstegjæld er saaledes:

 

Paa Norderøerne har Winther faaet 103 St., Müller 23

 

Østerø W. 60, M. 33;

 

Vaag. W. 9, M. 28;

 

Sandø W. 4 M. 16;

 

Suderø W 78, M. 52.

 

Paa Norderøerene ere 189 Stemmeberettigede,

 

Østerø 342,

 

Sydstrømø 228,

 

Nordstrømø 152,

 

Vaagø 139,

 

Sandø 142,

 

Suderø 225.«

 

##med3##

 

Niels Christopher Winther varð føddur 2. juli 1822, og hann doyði 24. februar 1892. Hann starvaðist sum sakførari í Havn og í Hjørring til 1868.

 

Hann var fyrsti fólkatingsmaður fyri Føroyar, eftir at grundlógin varð sett í gildi í Føroyum í 1851 – tvey ár eftir, at hon kom í gildi í Danmark. Á valinum í Danmark í 1849, vóru 100 mans valdir í Fólkatingið í 100 valdømum. Í 1851 kom Føroyar afturat sum valdømi, og tá var Niels Winther valdur – og hann varð afturvaldur á valinum í 1852, februar í 1853, í mai í 1853, í 1854 og í 1855, men gavst í 1857, tá hann flutti av landinum.

 

Niels Winther sat á Løgtingi frá 1852 til 1857 og var valdur fyrst í Eysturoyar valdømi og síðani í Norðstreymoyar. Harafturat sat hann á fólkatingi frá 1851 til 1857. Á fyrsta fólkatingsvalinum í 1851 varð Niels Winther valdur. Hann var úr Havn, har pápi hansara var snikkari. Hann hevði góð evni, og sorenskrivarin Niels Hunderup tók sær av honum og hjálpi honum seinni at lesa løgfrøði í Keypmannahavn. Hann var liðugur sum juristur longu í 1842 og kom til Føroya í 1849 fyri at virka sum sakførari og fá ár seinni eisini sum politikari.

 

##med4##

 

Færingetidende steðgaði tó brátt eftir níggju útgávur í mai, juni og juli í 1852. Tað fall monopolhandlinum fyri bróstið, at Niels Winther hevði funnist at vánaliga tubbakkinum í handlinum. Fyri tað varð Niels Winther dømdur eina bót upp á 460 ríkisdálar. Og hetta var eftir at grundlógin varð sett í gildi, sum segði, at ein og hvør hevur rætt at siga seta á prent tað, hann hugsaði.

 

Til at meta um støddina á bótini, so hevur Zakarias Wang í bókini Stjórnmálafrøði frá 1988 roknað hana út til nútíðarpengar. Ein fólkatingsløn var í 1852 212 ríkisdálar. Nú er hon 704.069 krónur. So út frá tí, so hevði bótin í dag verið 1.548.952 krónur.

 

##med6##

 

Niels Winther gavst sum fólkatingsmaður fyri Føroyar og flutti til Danmarkar. Hetta man tí vera eitt gott dømi, hvussu ein kritiskt rødd varð køvd.

 

Sosialurin, sum verður borin í hvørt hús í morgin, er seinasta blað, sum er prentað í Føroyum, tí fríggjadagin vórðu maskinurnar á Prentmiðstøðini sløktar fyri seinastu ferð, tí felagið gevst við virkseminum. Næsta útgávan verður prentað í Danmark, og tað verður fyrstu ferð í 94 ára søguni hjá Sosialinum, at blaðið ikki verður prentað í Føroyum.

 

##med5##

 

Longu tá fyrsta útgávan av Sosialinum kom 24. mai í 1927, varð blaðið prentað á egnari prentsmiðju, sum var í kjallaranum í Losjuni við Tinghúsvegin í Havn. Og soleiðis hevur verið flestu árini.

 

Í mong ár varð blaðið prentað á prentsmiðjuni á Heygsbreyt í Havn. Men fyri ta tíð varð blaðið prentað á prentsmiðjuni hjá Betuhel Jensen í Jónas Broncksgøtu, og seinni aftur hjá Arnold Øster longri niðri í Jónas Broncksgøtu til tað í 1950 varð prentað á prentsmiðjuni á Heygsbreyt í Rabarbukvarterinum í Havn. Eitt skifti í sjeytiárunum fram til 1981 var blaðið prentað á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting. Men  6. mars í 1982 hevði Sosialurin aftur sína egnu prentsmiðju, sum tá var á Argjum. 26. juni í 2000 løgdu Dimmalætting og Sosialurin prentsmiðjurnar saman í Prentmiðstøðina, sum síðani hevur verið einasta blaðprentsmiðja í Føroyum.

 

Í 169 ár hava vit prentað bløð í Føroyum. Men hetta tíðarskeiðið er nú søga.

 

##med7##

 

##med8##

 

Fyrsta eintakið av Føroya fyrsta blað, Færingetidende

Niels Winther, fólkatingsmaður og løgtingsmaður, gav út fyrsta blaðið í Føroyum í 1852

Gamla pressan hjá Sosialinum, sum stóð á Prentsmiðjuni á Heygsbreyt. Hendan pressan hevði prentað Føringartíðindi, Tingakross, Dagblaðið, 14. September og Sosialin. Eingin visti rættuliga, hvussu gomul hon var, men hon var framleidd í Oslo í teirri tíðini, tá býurin æt Kristiania. Helst var tað spell, at hendan søguliga pressan varð fyribeind í 1973, tá hon mátti víkja fyri meiri framkomnari tøkni.

Jón Johannesen hevur starvast á Prentmiðstøðini øll árini síðan stovnan í 2000. Fyri ta tíð var hann á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting, har hann byrjaði í 1983 á gomlu prentsmiðjuni í Erlings Jalsgøtu og flutti við niðan á Smyrilsveg í 1984

1982: Nýggja rotatiónspressan hjá Sosialinum prentar fyrsta blaðið á egnari prentsmiðju síðani 1974

Prentmiðstøðin fríggjadagin