Vit kjakast dúgliga um fíggjarstøðu landsins - serstakligahoyra vit nógv um fíggjarligt haldføri og skuld. Onkuntíð fløkja vit hugtøkini saman.
Kann tað hugsast, at Suðuroyartunnilin er heiligvágur, sum í longdini kann væla um landsins fíggjarliga haldføri og lekja bløðandi landskassa okkara? Kemur megurð í vælferðina, umlandskassaskuldin økist nakað fyribils?
.
.
LANDSKASSASKULD - íløga
Tíðarbilið er avmarkað til livitíðina hjá M/F Smyril (25-30 ár).
Nýggjur Smyril er mettur at kosta áleið 1 mia. kr. (íløgan ermøguligt dýrari - sí tekstin undir yvirskriftini: “Íløgusparing”).
Suðuroyartunnilin er mettur at kosta 4,2 mia. kr. at byggja - íroknað nýggjan Sandvíkartunnil og ymiska vegagerð íSandoy og Suðuroy.
.
Smyril er sostatt 3,2 mia. kr. bíligari enn Suðuroyartunnilin
.
.
FÍGGJARLIGT HALDFØRI - árlig útreiðsla
Ongin tíðaravmarkan.
Smyril kostar 133 mió. kr. í rakstri.
Suðuroyartunnilin er mettur at kosta 25 mió. kr. í rakstri.
.
Suðuroyartunnilin er 108 mió. kr. bíligari enn Smyril í árligum rakstri
.
.
Fíggjarligt haldføri og skuld
Skilja vit hugtøkini, fíggjarligt haldføri og skuld?
Ofta misfata og vevja vit saman hugtøkini, fíggjarligt haldføriog skuld. Skulu vit skilja, hvussu gagnligur Suðuroyartunniliner fyri landsbúskapin, mugu vit skilja hugtøkini.
Fíggjarligt haldføri
Einfalda vit hugtakið, fíggjarligt haldføri, kann tað lýsast sum javnvág millum ogn og skuld; inntøkur og útreiðslur. Hugtakið er ment í strembanini eftir varandi og skilagóðarifíggjarstýring, har inntøkur og útreiðslur javnviga. Umtakið, fíggjarligt hall, er skeivleiki í fíggjarstýringini, har tað er ójavni millum útreiðslur og inntøkur. Ójavnin í 2025 er mettur at vera 305 miljónir krónur í halli. Hetta skyldast, at vit nýta meira pening, enn vit forvinna.
Almenni geirin - berandi vælferðarsúla okkara - er rakstrardýrur. Undir landsins veingjabreiði eru almennar tænastur sum útbugvingar-, mentanar-, almanna- og heilsumál. Eisini í íløgukarminum daga útreiðslurnar undan í havsbrúnni.
Sí ritmynd, Landskassans rakstrar-, løgu- og útlánsætlan(RLÚ), niðanfyri:
##med2##
Skíggjamynd 1: Várfrágreiðing Landsbankans, 2025: https://www.landsbankin.fo/Files/Images/B%C3%BAskaparr%C3%A1%C3%B0i%C3%B0/Fr%C3%A1grei%C3%B0ing%20v%C3%A1r%202025/V%C3%A1rfr%C3%A1grei%C3%B0ingin%202025.pdf
Skuld
Skuld er peningur, vit skylda lánsveitarum. Búskaparfrøðingarnýta serstakan roknihátt til at meta um bruttoskuld landanna; roknihátturin er mentur av Evropiska Gjaldoyrasamstarvinum(EGS). EGS hugsavnar seg um skuld hjá stjórnar-/landspartamyndugleikum, kommunum og sosialum grunnum. Eisini skuldin, sum landið veðheldur fyri hjá almennum fyritøkum, er íroknað.
EGS hevur mælt til, at hámarkið ikki skal fara upp um 60 % av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Í 2025 er okkara BTÚ mett at vera 29,1 milliardir krónur. Í løtuni skylda vit 8,8 milliardir krónur; tvs. áleið 30 % av BTÚ. Í krónutali er okkara EGS-mestamark 17,4 milliardir krónur.
Landsins skuld er sera lítil samanborið við skuldina hjá øðrum vælferðarlondum. Sí ritmynd niðanfyri:
% av BTÚ:
##med3##
Skíggjamynd 3: Heimasíða hjá Landsbankanum, 2024:
https://www.landsbankin.fo/fo-fo/gjaldfoeri-og-skuld/skuld/skuld-samanborin-vi%C3%B0-onnur-lond
.
Framhaldstættir í væntu
Hvat metur politiskt óhefti Danski Tjóðbankin um føroyska búskapin, aldursbýtið og íløgukarmin?
Duga fólkavald nóg væl at hugsa framskygt og tryggja landsbúskapin í longdini - hvør er niðurstøðan í lesarabrævinum?
Framhald komandi hósdag...
Við kvøðum
Snæbjørn Bærendsen