Her er menning og nørandi gróður

Jan Müller blaðstjóri skrivar

Norðoyarstevnan boðar frá sumrinum. Alt nælir, fuglalívið er í hæddini og myrkrið hevur so at siga einki vald. Tað syrgir ljósið fyri. Fremmandu ferðafólkini vitja, og um fýra vikur fara tey, sum í hesum døgum sita og sveitta yvir bókunum, at síggjast við eyðkendu húgvunum og í lívsjáttandi lagnum, sum altíð hevur verið, er og vónandi fer at vera vørumerkið hjá ungdóimum, sum hava fingið prógv, og sum hava fleiri møguleikar, enn nakar annar nakrantíð hevur havt.
Klaksvíkin er barok. Sólkongarnir eru nógvir. Húsini kappast í stødd, dygd og útgerð. Høgur er livifóturin, vælabýur er. Soleiðis tekur Magnus Dam Jacobsen, sáli, til í bókini "Í Grønlandi við Kongshavn", sum hann gav út í 1976. Undir titlinum stendur í klombrum (heilsan frá einum proletari).
Í einum øðrum broti í somu bók sigur Magnus: Vinnulívsbygd er Klaksvíkin burturav. Tá samanum kemur, skuldi Klaksvíkin itið Havnin. Tí havn er allastaðni, hon veksur inn í bygdina. Ímyndi eg mær Klaksvíkina, síggi eg fyri mær fjøll, molar, pierar, havnaløg, trolarar, útróðrarbátar, fiskahús, pakkhús, truckar, lastvognar, handlar, verksmiðjur. Her yðjar og gresjar, livir og andar av verðsligheit og arbeiði.
Nógv vatn er runnið í ánna, síðani Magnus gjørdi sær hesa meting umborð á Kongshavn í Grønlandi. Men sannleikin í hesum er ikki minni nú, enn hann var, tá ið Magnus sat og grundaði umborð á Kongshavn í 1965, og tá ið hann gjørdi bókina lidna fyri einari stórari fjórðings øld síðani.
Ikki minst kreppan í níti árunum vísti, hvussu stór uppdriftin í fólkinum í Klaksvík er. Útróðrarmenn tóku seg saman og keyptu bátarnar aftur, sum vóru farnir av knóranum. Skiparar og fiskimenn fóru í samráðingar við fíggingarstovnarnar og megnaðu at varðveita flotan og harvið arbeiðsplássini í býnum, og fakfeløgini fóru í samgongu við sparikassan og aðrar góðar kreftir, so tað bar til at endurreisa arbeiðsplássini í fiskivinnuni á landi. Hetta var gull vert fyri Klaksvíkina og Føroyar, og hetta tænti fólkinum, sum býr í Klaksvík, til miklan sóma.
Framburðurin seinastu tíggju árini hevur verið stórur í Føroyum og ikki minst í Klaksvík. Nú standa aftur stórar avbjóðingar fyri framman. Eisini í Klaksvík, sum kanska verður partur av meginlandinum, tá ið Norðoyastevnan fer at verða hildin um trý ella fýra ár.
Norðoyastevnuskráin boðar frá, at í breiðasta týdningini av hugtakinum mentan íður tað við lívi í Klaksvík.
Næsta vikuskifti verður gerandishamurin smoygdur av, og á áhugaverdum framsýningum og á gøtum og strætum ? vónandi í góðum veðri ? fara klaksvíkingar og norðoyingar at fegnast um summarið, samstundis sum teir ásanna orðini hjá Bernardi Brim, at í Norðoya prúðastu bygd er nørandi gróður. Klaksvíkingurin, sum er granni á Norðasta horni, kvøður í sínum sangi um heimbygdina soleiðis, sum ivaleyst mangir klaksvíkingar ? burturi og heima í Klaksvík ? kunnu taka undir við:
Ferðast ein víða ei kámast í sinni
sóljuskrýtt Eiðið á summarsins ong.
Borðoyarvíksbrimið fríkst stendur í minni,
Kjølurin nørdi um fuglanna song.
Klaksvíkar býur, komandi tíðir
fylgi tær byrurin árini mong.

Góða Norðoyastevnu og gott summar ynskja vit á Sosialinum við hesum serliga Norðoyastevnublaðnum.

Jan Müller, blaðstjóri