Ætlanin við Sancy Seafood er at skera fløk og at selja tey fesk - í høvuðsheitum kongafiskafløk. Ein grund til, at tað hevur verið so lítið at gjørt higartil á virkinum, er, at hetta er ringasta árstíð til [...] ætlar Sancy Seafood sær at liggja framvið og royna at keypa lastina í kapping við onnur, sum møguliga bjóða uppá hana. Hóast somu menn eiga báði virki og skip, fer skipið ikki at avreiða beinleiðis við [...] millum 20 og 30 fólk verið til arbeiðis. Helst verður arbeiðið aftur í morgin. Teir, sum eiga Sancy Seafood, eru teir somu, sum eiga trolaran Sancy. Hann kemur inn nú og fer at selja á uppboðssøluni og Har ætlar
byggivinnu meini eg, har handverkarar og meistarar kunnu kenna seg meir tryggan, har teir kunnu rokna við rímiliga føstum arbeiði og rímiliga føstum inntøkum, og at alt fer at liggja á eini príslegu, sum er hóskandi [...] meistarar aftur til Føroya, og at teir allir skulu fáa arbeiði her. Tað hevði ikki verið nóg mikið til allar. Hinvegin eigur tað at verða javnað út. Nakað verður eisini gjørt frá politiskar síðu í hesum sambandinum [...] ? Tað, sum verður gjørt av byggivirksemi í Føroyum í dag er sum oftast »her og nú - loysnir«. Ofta eru fyrireikingarnar ikki nóg góðar, og kravt kann verða, at arbeiðið, sum annars skuldi tikið seks mánaðir
nógvar royndir og góðar møguleikar at gera eitt tílíkt arbeiði. Ikki hevur verið so nógv at gjørt á teknistovuni á Tórshavnar Skipasmiðju, og tað sær kanska út til, at teir nú eisini eru noyddir at minka um [...] bæði í Føroyum og uttanlands um at gera sjálvt útbjóðingararbeiðið. Vit valdu ein norskan, tí vit mettu, at hann kann gera arbeiðið bæði skjótari og bíligari. Ein stýrisbólkur er settur at taka sær av sjálvum [...] útbjóðingartilfarinum. ? Tað tekur nakað at tíð at gera hetta arbeiðið. Arbeitt verður m.a. við ymiskum sløgum av tekningum, fyri eisini at gera okkum greitt áðrenn, hvat tað er fyri skip, vit vilja hava
landsvegnum. ? Vit hegna fyri at halda seyðinum úti, og tað skaðar ikki, at skúlanæmingarnir sleppa at taka lut í hesum arbeiði, sigur hann. ? Tað er bara gott at tey duga at halda í einum hamara áðrenn [...] Tað eru so nógv okkara, sum hava roynt tað í summarfrítíðini. Tað, at »arbeiða í vegnum« ella at arbeiða hjá landinum. Og tað mundi ikki verða so galið hóast alt, tí somu fólk vendu aftur ár undan ári [...] hevi bæði er, at tey kosta pengar og tí er ikki so galið, at hava summarfrítíðarstarv »hjá landinum«. ? Tað sleppur at bíða Men hvat havast tey so at takast við, tey ungu, sum eru so heppin at fáa summar
tíðarætlin fer at halda, men sum Flóvin sigur: ? Tað kann verða so skjótt at tað legst onkur forðing, tí er best at gleðast yvir at tað gongur væl, og síðan at vóna at tað fer at halda. Men tað er lítið yvir [...] næsta ár, og triðja árið er upphæddin uml. 1,5 mió. krónur. ? Hetta fyrsta byggistigið skal eftir ætlan verða liðugt í juni ár 2000, og gongur, sum tað ger í dag, so er nokk einki at ivast í, at tíðarætlin [...] arbeiðnum? ? Tað gongur væl, sigur Flóvin Jacobsen, arbeiðsformaður. ? Vit eru eitt lítið sindur frammanfyri tað tíðarætlanina vit høvdu lagt okkum og tí skulu vit lata væl at. Arbeitt verður í stigum, og fyri
Eisini verða sonevnd familjuvikuskifti, har børnini vitja føroyskar familjur, bæði í Suðuroynni og norðanfjørðs. At syrgja fyri mati til so nógv fólk, er ikki sum at siga tað. Anita Farstad er høvuðskokkur [...] Trongisvági kostar umleið 100.000 kr. og hon verður m.a. fíggjað við lutaseðlasølu og stuðli frá stovnum og fyritøkum. Augusta Mikkelsen, leguleiðari sigur tó, at uttan sjálvbodnu hjálpina, hevði ikki [...] er ein av 60 legum, ið hildnar verða kring knøttin í summar. Eini 3000 børn luttaka. Umleið 20 børn, og 5 leiðarar, umboða okkum á legum í Íslandi, Svøríki, Noreg, USA og Føroyum. 4 ungleiðarar luttaka
fyri at fremja egin áhugamál er sera ódámligt. Tað er ikki bert í Afrika at vesturheimurin stuðlar einaræði og kúgan. Clinton hevur júst verið í Kina og hálsfevnt diktaturið har. Hetta vísir, at alt tos [...] m. Men so doyði einaræðisharrin og heimurin vónaði, at fólkaræðið fór at verða sett á stovn aftur í hesum plágaða landi. Men nei, tvørturímóti, so herðist einaræðið og demokratiska vónin Abiola er deyður [...] lítlum kliva uttan ljós og uttan nakað slag av saniterum hentleikum. Hann var deyðsjúkur og honum varð noktað læknahjálp. AT vesturheimurin stuðlar eitt stýri, ið ber seg soleiðis at og svíkur demokratiið víða
heldur styrkja tað fríska og harvið stimbra immunverjuna. Krabbameinsfelagið Tidslerne vilja vísa á, at sjúklingurin sjálvur kann gera nakað, eins og livast kann við sjúkuni, og at krabbamein kann haldast [...] vilja tey í felagnum, at tosast skal um úrslit og hjáárin av læknaligu viðgerðini, og at sjúklingurin sjálvur kann velja, grundað á sakliga upplýsing um árin og hjáárin bæði uppá stutt- og serliga uppá longri [...] Heldur tú eisini, at hetta ljóðar áhugavert, og at ein deild av Tidslerne átti at verið sett á stovn í Føroyum til frama fyri verandi og komandi krabbameinssjúklingar, ert tú vælkomin at ringja á tlf. nr
Fiskaexport og varð stovnað til tess at samskipa saltfiska- og klippfiskaútflutningin úr Føroyum. Frammanundan hevði útflutningurin verið á fleiri hondum, eisini fremmandum, og hildið varð ikki, at nóg mikið [...] Føroya Fiskasøla strembar eftir at selja til teir marknaðir, sum geva hægsta prís. Um ein skal eiga og røkja hesar marknaðir, er fyrst og fremst neyðugt at eiga eitt gott vørumerki. Okkara búmerkið hevur [...] framíhjárætt hjá kundum okkara av tí at teir hava álit á, at FAROE borgar fyri støðugum viðurskiftum, har dygdin og leveringstrygdin er í hásæti. Eingin ivi er um, at FAROE stendur fyri føroyskum fiski virkaður
ikki og kom ongantíð at gerast Føroyavinur. ? Tað eiga vit at minnast til nú, vit skulu leggja upp til samráðingar, ið verða harðar, frá danskari síðu snildisligar og fløktar. Marita Petersen, fyrrverandi [...] Hákun Djurhuus at taka til. Politiskt framkomnir menn sum Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft hava ikki útinnt seinasta leikin í talvinum millum Danmark og Føroyar. Tað eiga vit at gera okkum greitt [...] Danmark. Tað, at Nyrup Rasmus-sen og seinni Auken koma til Føroya kundi bent á eitt »spæl fyri gallarínum«. Latið okkum í komandi samráðingum vera væl fyri, vælskipaðir og ikki minst hava í huga, at Nyrup