Tá ferjulegan var løgd á Gomlurætt var avgerandi neyðugt, at fáa umlagt vegin úr Havnini til Gomlurætt.
Gamli vegurin, sum fer omanfyri Velbastað, er smalur og ótíðarhóskandi, serliga tá hugsað verður um størru bilarnar, sum sjálvsagt eisini skulu brúka Sandoyarleiðina.
Arbeiði varð boðið út og P/F undir Heygnum hevði lægsta tilboðið.
Teir gjørdu vegin oman á Gomlurætt og tá arbeiðið um fyrsta partin av restini var boðin út, var tað enn einaferð P/F undir Heygnum, sum hevði lægsta tilboðoð, uppá uml. 6 mió. krónur.
Men hvussu gongur so við arbeiðnum?
? Tað gongur væl, sigur Flóvin Jacobsen, arbeiðsformaður.
? Vit eru eitt lítið sindur frammanfyri tað tíðarætlanina vit høvdu lagt okkum og tí skulu vit lata væl at.
Arbeitt verður í stigum, og fyri hetta fyrsta stigið fær felagið knappar 2,4 mió. krónur.
Upphæddin er tann sama fyri næsta ár, og triðja árið er upphæddin uml. 1,5 mió. krónur.
? Hetta fyrsta byggistigið skal eftir ætlan verða liðugt í juni ár 2000, og gongur, sum tað ger í dag, so er nokk einki at ivast í, at tíðarætlin fer at halda, men sum Flóvin sigur:
? Tað kann verða so skjótt at tað legst onkur forðing, tí er best at gleðast yvir at tað gongur væl, og síðan at vóna at tað fer at halda.
Men tað er lítið yvir at dylja at bæði tey ið búgva vestanfyri og tey sum brúka ferjuleguna gleða seg til nýggi vegurin verður liðugur