EITT hitt syrgiligasta dømið er Nigeria. Landið, ið er fyrrverandi bretskt hjáland, hevur nú verið hernaðardiktatur í eitt mannaminni. Einaræðisharrarnir hava sitið við valdið við fíggjarligum og hernaðarligum stuðli frá vesturheiminum, serstakliga NATO-landinum USA. Fleiri ferðir hevur tað eydnast at fáa útskrivað val, men hvørja ferð hevur endin verið, at demokratiskt valdu forsetarnir hava verið tiknir av døgum eftir stuttari tíð við valdið.
FYRI tveimum árum síðan var aftur val og tann demokratiski politikarin Abiola varð valdur til forseta. Men hann slapp ikki at taka við embætinum og varð settur í fongsul uttan rættargongd og dóm. Einaræðisharrin Abadija stýrdi við harðari hond dyggiliga stuðlaður av NATO-londunum. Men so doyði einaræðisharrin og heimurin vónaði, at fólkaræðið fór at verða sett á stovn aftur í hesum plágaða landi. Men nei, tvørturímóti, so herðist einaræðið og demokratiska vónin Abiola er deyður í fongslinum ? niðurbrotin av teimum ringu umstøðunum. Fyri stuttum vitjaði Reyði Krossur Abiola. Hann sat tá í lítlum kliva uttan ljós og uttan nakað slag av saniterum hentleikum. Hann var deyðsjúkur og honum varð noktað læknahjálp.
AT vesturheimurin stuðlar eitt stýri, ið ber seg soleiðis at og svíkur demokratiið víða hvar fyri at fremja egin áhugamál er sera ódámligt. Tað er ikki bert í Afrika at vesturheimurin stuðlar einaræði og kúgan. Clinton hevur júst verið í Kina og hálsfevnt diktaturið har. Hetta vísir, at alt tos hjá USA um fólkaræði er uttanumtos og hykl.
Sosialurin