Nýggjasta fiskavirki í Vági byrjaðu í ringastu tíð

Tað hevur verið lítið at gera á nýggjasta fiskavirkinum í Vági, síðani tað læt upp. Men helst verður frægari seinni. Tá ið arbeiði hevur verið, hava 20-30 fólk verið í sving

Tað er nú meiri enn ein mánaði síðani at nýggjasta fiskavirki í Vági læt upp.

Men higartil hevur ikki verið nógv at gjørt.

Á Sancy Seafood í Vági hevur bara arbeiðið verið í umleið eina viku tilsamans, síðani virkið tók ímóti tí fyrsta fiskinum tann 4. juni.

Virkið varð keypt 1. apríl. men tað tók longri tíð enn væntað at fáa pappírsarbeiðið í sambandi við heilsufrøðiligu góðkenningina frá hondini.

Tí byrjaði arbeiðið ikki fyrrenn ein góðan mánaða seinni.

Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari, sigur, at teir hava tikið ímóti fiski og arbeitt í fimm umførum, men at tað hevur bara verið ein dag ísenn.

Tilsamans hava tey tikið ímóti 40 tonsum.

Sjálv framleiðslan hevur gingið væl.

Hesar dagarnar, arbeitt hevur verið, hava millum 20 og 30 fólk verið til arbeiðis.

Helst verður arbeiðið aftur í morgin.

Teir, sum eiga Sancy Seafood, eru teir somu, sum eiga trolaran Sancy.

Hann kemur inn nú og fer at selja á uppboðssøluni og Har ætlar Sancy Seafood sær at liggja framvið og royna at keypa lastina í kapping við onnur, sum møguliga bjóða uppá hana. Hóast somu menn eiga báði virki og skip, fer skipið ikki at avreiða beinleiðis við virkið.

Ætlanin er at virkið skal keypa fiskin uppá marknaðartreytir í fríari kapping við aðrar keypararar. Tað hevur virkið gjørt higartil og tað verður eisini framtíðin


Byrjaðu í ringastu tíð

Ætlanin við Sancy Seafood er at skera fløk og at selja tey fesk - í høvuðsheitum kongafiskafløk.

Ein grund til, at tað hevur verið so lítið at gjørt higartil á virkinum, er, at hetta er ringasta árstíð til fesk fløk.

­ Marknaðurin fyri fesk fløk er í botni í løtuni. ­ Samstundis er prísurin báði á saltfiski og á frystum fiski, báði toski og upsa, óvanliga høgur. Tí leggja skipini so fyrst og fremst eftir at fiska tey sløgini.

Men, leggur virkisleiðarin afturat: Tað er ikki komið óvart á okkum, tí tað vistu vit av.

Útlit eru ikki fyri meiri arbeiði á Sancy Seafood fyrrenn í heyst, táið marknaðurin fyri fesk fløk plagar at batna.

Hóast hetta er ring tíð til fesk fløk er ikki ætlanin at fara undir aðra framleiðslu á Sancy Seafood, tí so skal aftur nýggj heilsufrøðilig góðkenning til.

Annars eru vónirnar hjá Sancy Seafood at taka ímóti 1.700-1.800 tonsum um árið.