Legan í Trongisvági er ein av 60 legum, ið hildnar verða kring knøttin í summar. Eini 3000 børn luttaka. Umleið 20 børn, og 5 leiðarar, umboða okkum á legum í Íslandi, Svøríki, Noreg, USA og Føroyum.
4 ungleiðarar luttaka eisini á legum í USA, Føroyum og Finlandi. Skipað verður eisini fyri Interchange við Grikkaland, har 10 ungdómar úr hvørjum landi fáa høvi at vitja hvønn annan í 2 vikur.
Legan í Trongisvági byrjaði 27.juni og endar 24. juli. Umleið 72 luttakarar eru á leguni, harav gestirnir koma úr 11 londum.
Sjálvboðin hjálp
Legan í Trongisvági kostar umleið 100.000 kr. og hon verður m.a. fíggjað við lutaseðlasølu og stuðli frá stovnum og fyritøkum.
Augusta Mikkelsen, leguleiðari sigur tó, at uttan sjálvbodnu hjálpina, hevði ikki gingið.
Umframt Augustu, eru í leguleiðsluni úr Føroyum Jóhanna Djurhuus, Eva Petersen, Malla Dam og Hanne Jørgensen úr Bergen. Elinborg Nolsøe er til hjálpar og álitisfólk í Suðuroy. Óli Rubeksen hevur samskipanina um hendi.
Familjuvikuskifti
Børnini hava ymiskt at taka sær til. Eisini verða sonevnd familjuvikuskifti, har børnini vitja føroyskar familjur, bæði í Suðuroynni og norðanfjørðs.
At syrgja fyri mati til so nógv fólk, er ikki sum at siga tað. Anita Farstad er høvuðskokkur, men afturat sær hevur hon hjálparfólk, umframt at limirnir hjálpa við ymsum praktiskum.
Tað kostar 150 kr fyri hvøn árliga, at vera limur. Felagið hevur limaskap í FUR, har Jákup av Skarði umboðar felagið.
Í nevnd felagsins sita Augusta Mikkelsen, formaður, Jens Peter Jensen, kassameistari, Óli Rubeksen, skrivari og Rólant Johannesen.
Síðani 1978
Føroyingar hava síðani 1978 havt møguleika at ferðast við CISV, Altjóða Barnalegum. Um 500 børn hava luttikið á legum kring heimin. Fyrsta legan í Føroyum var í 1979 heima á Sandi. Pauli Nielsen og Ingrid Sondum skipaðu fyri.
8 summarlegur hava verið í Føroyum hesi árini.