stóra tiltak og vóna, at nógv fara at nýta høvi at koma til Fuglafjarðar at dansa, sigur Jónsvein. Eldri og yngri Dansurin í Mentanarhúsinum er ætlaður bæði teimum eldru, tilkomnu og teimum yngru. - Hetta [...] á lofti, og ofta er tiltakið flutt. Tað hevur ikki ligið fyri hjá øllum í senn, og tá ið tað lá fyri, var Mentanarhúsið upptikið. Nú er so endaliga avgjørt, at stóra dansitiltakið verður 25. og 26. oktober [...] ljóðføri fyri einar 250.000-300.000 krónur. Er hinvegin talan um eitt av teimum stóru hornorkestrunum, sigst, at ljóðførini kunnu kosta hálva milj. krónur, og tað er nógvur peningur. Aftur í seksti- og sjeytiárini
absoluttan, og harvið óavmarkaðan, myndugleika. Tað er ein hægri myndugleiki, sum hevur ásett virðisnormarnar, og Hansara absoluttar eru bindandi bæði fyri tað vanliga menniskjað og sanniliga eisini fyri allar [...] loysir seg betur. Og serliga í okkara tíð hevur gingið ómetaliga skjótt at slept og brotið niður mangar av teimum normunum, sum livdu í okkara fólki. Vit sleptu tí kristnu lívsfatanini og fóru at hugsa í [...] verða fullfíggjaðir í politikki og vinnulívi, og at alt er í lagi hjá okkum viðvíkjandi bókmentum og teim sokallaðu vøkru listunum. Nei, tað skal annað til enn hetta. Og eingin hevur dugað at siga tað betur
er ikki rúm fyri politiskum sjáldrátti í stórmálum og grundleggjandi málum sum til dømis, - trygdar- og verjupolitikki, - uttanríkis- og handilspolitikki, - stovnsrøkt og fiskidagaskipan og - heildarpolitikki [...] heildarpolitikki fyri fiskiskap á fjarleiðum. Her snýr tað seg í høvuðsheitum um trygdina og lívsgrudarlagið hjá allari føroysku tjóðini. Ábyrgdin fyri at rætti politikkurin verður førdur, er onga aðrastaðni enn [...] Hetta er bæði galdandi fyri mál sum eru yvirtikin og í felagsmálum. Tí krevst í hesum málum ein breið semja millum flestu flokkar á tingi, bæði úr samgongu og andstøðu. Trygdar- og verjupolitikkur - Tvinnir
málsliga, mentunarliga og hugsjónarliga. Fragreiningin er annars sera einføld - eg kenni meg sum ein føroying (og ikki fremmandur), síggi øll ting - bæði her heima og úti - við føroyskum (og ikki fremmandum) [...] gagna teirri føroysku tjóðini væl og virðiliga, og haldi meg hava evni til at vera gagnligur á einum ella øðrum øki? Hví skal Dimmalætting sýta mær, einum, ið hevur føst starv og bústað í Føroyum, at vera [...] tæna tí føroyska samfelagnum við góðari samvitsku. Og tað ætli eg mær eisini at gera framyvir. Ja eg havi eina meining um politisk og onnur viðurskifti og vil stuðla - eisini í gerð - einum føroyskum politiskum
vanliga í juli og august, og tað merkir so eisini, at prísirnir eru væl dýrari enn kanska tíðliga um heystið og juni mánað. Sambært Dánjal Poulsen hava nøkur eisini fingið eyguni upp fyri at ferðast hesar [...] sindur runt fyri at taka pulsin. Hjá Faroe Travel í havn fáast tey nógv við at selja sokallaðar charter-ferðir. Tey umboða feløg sum Tjæreborg og Star Tour. Hetta eru ferðir, har ferðing og uppihald verður [...] slag um várið og um summarið. Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at hóast tey ikki gera nógv við statistik, so hava tey lagt til merkis, at áhugin fyri at ferðast er stórur, og charter-ferðirnar
inn í Norðurlandahúsið. Konseptið fyri konsertina var annars rættiliga gott. Týr skuldi draga tey yngru til, og Runrig skuldi draga nøkur av teimum meira tilkomnu til, og soleiðis skuldi ein ítróttarhøll [...] fáa eina dygdargóða og samanhangandi tónleikauppliving afturfyri. Men lurtaraskarin hjá Týr helt seg burtur, og tú skuldi hyggja langt eftir fólki, sum ikki vóru farin framvið teimum fyrstu tjúgunum - uttan [...] trekar áhoyrarafjøldir fyrr, og við kønari hond stýrdu teir stemninginum í høllini einvegis uppeftir í samfullar tveir tímar. Á miðari leið gloymdu áhoyrararnir tíð og stað, og tá høvdu Runrig longu vunnið
Politikkur Teimum flestu kunnugt gjørdist endin á orrustuni millum Tórbjørn Jacobsen, tingmann, og Anfinn Kallsberg, løgmann, at glyvra tingmaðurin tók orðini um løgmann og Jørgen Niclasen, landsstýrismann [...] Jóannes Eidesgaard. Nú Tórbjørn Jacobsen hevur undirhaldi allara tjóðini í fleiri vikur. Eisini sat alt landið og helt ondini ólavsøkudag og bíðaði eftir Tórbjørn Jacobsen. Hetta málið setir ov nógvar spurningar [...] makt, og tað er ikki tann politiska skipanin. Tað, vit upplivdu ólavsøkudag, var, at Tobbi við at skriva tvær reglur tók eina dømandi funktión. Ein einstakur tingmaður átók sær henda leiklut, og hetta
framleiða fisk (og onnur ting sjálvandi) í Føroyum fyri at hava ráð til at varðveita okkara tjóð og okkara mentan og til at reka ta almennu umsitingina í Føroyum. Við framleiða fisk fyri framhaldandi at [...] nakrar alarar og onkran hendinga útróðrabát. Og so kanska nakrar fáar verksmiðjur og kanska eina lítla beding í Havn at klára bráðfeingisumvælingar, umframt eina lítla kommunalumsiting og nakrar turistguidir [...] búgva í Føroyum. Vit búgva ikki í Føroyum fyri at framleiða fisk. TAÐ ER IKKI FISKIVINNAN, IÐ ER GRUNDARLAGIÐ FYRI TJÓÐINI. TAÐ ER TJÓÐIN, IÐ ER GRUNDARLAGIÐ FYRI FISKIVINNUNI. Hyggið bara Hetland... Uttan
stendur og gelur og hevur eina meining um tey viðurskifti, sum umrødd vórðu í greinini: Fiskimenn og hornblásarar. Landsins vinnupolitikkur gjørdist knappliga viðkomandi. Harumframt eru bæði miðlar og politikkarar [...] dagsskrá. Hetta er sjálvur mergurin og treytin fyri øllum lívi í oyggjunum. Skynsemi og stabilitetur eigur tí at eyðkenna allan vinnupolitikk. Bara soleiðis styrkir tú vinnuna og samfelagið. Tjóðveldisfloksins [...] hvørs avkast vigar uppímóti hesum, ein progressiv mentan og eitt sterkt undirvísingar- & granskingarverk, ið heldur tjóðini á beinari leið, og harumframt ein sosialpolitikkur, ið er øllum til sóma. Vinnulívið
Gøtusandur var fríggjakvøldið pallur fyri fyrsta G! festivalin. Og pallur skal takast bókstaviliga, tí á einum sandpalli spældu vísutónleikarar og rockbólkar fyri teimum nøkur hundrað fólkunum, sum høvdu [...] unum og aðrastaðni høvdu eisini leitað og funnið G! festivalin. Fólk í øllum aldri vóru til tiltakið. Frammi móti pallinum sótu nógv ungfólk, har afturi spældu tey tilkomnu beskeðin og varðin, og við [...] Hanus. Og so eru tað sangirnir. Hanus hevur meistarliga sett løg til yrkingar hjá eitt nú Poul F. og Tummas N. Djurhuus, og perlur sum Átjan, Á kundi á tíðarhavi og Saknur fara beint inn hjá fólki, og soleiðis