Spældi væl av

Hóast fyritreytirnar fyri einari góðari konsert gingu teimum harðliga ímóti, megnaðu skotsku Runrig at banka óvanliga nógv lív í høllina á Hálsi fríggjakvøldið. Konsertin, ið byrjaði sum einn tærnatódnandi uppliving, spældi heilt væl av.


<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Konsertin við Runrig og Týr fríggjakvøldið hevði í veruleikanum alt ímóti sær fyri at gerast ein væleydnað konsert. Tað byrjar longu við sjálvari konserthøllini, sum als ikki er ein konserthøll, men ein ítróttarhøll. Fyrireikararir hava uttan iva vænta ógvuliga nógvar áhoyrarar, síðan teir ikki valdu at brúka góðu karmarnar í Norðurlandahúsinum, sum fyrr hava hýst ógvuliga frægum rockkonsertum.<o:p></o:p>

Men tað komu ikki fleiri fólk enn at tey uttan trupulleikar høvdu passað inn í Norðurlandahúsið. <o:p></o:p>


Konseptið fyri konsertina var annars rættiliga gott. Týr skuldi draga tey yngru til, og Runrig skuldi draga nøkur av teimum meira tilkomnu til, og soleiðis skuldi ein ítróttarhøll fyllast við fólki, sum kundu fáa eina dygdargóða og samanhangandi tónleikauppliving afturfyri.<o:p></o:p>


Men lurtaraskarin hjá Týr helt seg burtur, og tú skuldi hyggja langt eftir fólki, sum ikki vóru farin framvið teimum fyrstu tjúgunum - uttan iva tí at hesi halda seg hava annað at brúka 225 krónur til enn at fara at lurta eftir Týr og so einum bólki, sum tey einki kenna til.<o:p></o:p>


Soleiðis fall tað annars góða konseptið til jarðar orsakað av at prísurin fyri at hoyra báðar bólkarnar gjørdist ov høgur til at Týr kundi hála sín annars stóra lurtaraskara inn í ítróttarhøllina á Hálsi. <o:p></o:p>


Týr spældi tí ikki fyri sínum egnu og megnaði heldur ikki at fáa tað lívið í fjøldina, sum bólkurin plagar.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Ein torfør uppgáva<o:p></o:p>


Tað var soleiðis veruliga ikki nøkur løtt uppgáva, sum Runrig fekk á fyrsta Listastevnukvøldinum. Áhoyrararnir, sum vóru møttir upp til konsertina, eru foreldur at teimum, sum vanliga eru til konsertir í ítróttarhøllini á Hálsi, og hóast aldurin langt frá hevur sett seg í beinini enn, vildu hesi gjarna hava okkurt at seta endan niðurímóti. Av tí sama vórðu áskoðaraplássini í høllini beinanvegin fylt upp.<o:p></o:p>


Tey, sum ikki fingu pláss á áskoðaraplássunum stóðu mestsum við hondum í lumma í einari ótættari rúgvu framman fyri pallin, tá Runrig kom á pallin.<o:p></o:p>


Visti tú ikki betur, hevði tú ikki gitt, at nakar hevði roynt at hita hesa áhoyrarafjøldina upp frammanundan, tí heit var hon ikki, og fyrstu løtuna hevði Runrig ilt við at fáa nakað aftursvar frá áhoyrarunum.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Tóku avbjóðingina upp<o:p></o:p>


Men skotski bólkurin valdi til alla lukku at taka avbjóðingina upp ímóti teimum treku áhoyrarunum. Tað var sum søgdu teir seks royndu tónleikararnir á pallinum við seg sjálvan, at føroysku áhoyrararnir ikki skuldu sleppa væl frá at standa - ella sita - og keða seg framman fyri pallinum.<o:p></o:p>


Allarhelst væl hjálptir av, at áhoyrararnir fingu ókeypis øl frá Restorffs ígjøgnum tað mesta av konsertini, fingu Runrig hendurnar á áhoyrarunum upp úr lummunum og liðirnar liðiligari.<o:p></o:p>


Sum royndir konserttónleikarar hava uttan iva Runrig roynt at fingist við trekar áhoyrarafjøldir fyrr, og við kønari hond stýrdu teir stemninginum í høllini einvegis uppeftir í samfullar tveir tímar.<o:p></o:p>


Á miðari leið gloymdu áhoyrararnir tíð og stað, og tá høvdu Runrig longu vunnið. Áskoðarabenkurnir tømdust, so hvørt sum fólk valdu heldur at stilla seg framman fyri pallin, og tey, sum vóru eftir á áhoyrarabenkrunum, stóðu uppi, tá konsertin leið ímóti endanum á náttartíð.<o:p></o:p>


Rættiliga væl klárað av einum bólki, sum skjótt fann útav, at føroyingar ikki kendu eitt einasta av løgum teirra undan konsertini.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


<o:p></o:p>