Faroe Islands for sale

Í tí heldur baldruta kjakinum, ið í løtuni fer fram viðvíkjandi privatisering av Føroya Fiskavirking, eru nógvir spurningar, ið stinga seg upp. Tann kanska mest áhugaverda og grundleggjandi er spurningurin um hvat Føroyar í veruleikanum eru. Eru Føroyar eitt virki, eru Føroyar eitt samfelag ið broytist, ella eru Føroyar kanska ein heilag og ævugtgaldandi eind, og sostatt meiri eitt religiøst objekt enn nakað annað?

Í bløðunum hesar seinastu døgunum er fyrsti møguleikin, t.v.s. Føroyar sum eitt risastórt virki við einum búskapi, ið helst skal vaksa ár um ár, tann ið oftast er vorðin nevndur. Við øðrum orðum havi eg lyndi til at hugsa mær, at tað í hugaheimi føroyingra er tann búskaparliga fatanin av Føroyum - Føroyar sum tað grundarlagið, vit byggja okkara tilveru á - sum er tann alment galdandi. Hetta havi eg eisini mangan sannað í gerandispráti við fólk.
Tað, ið liggur til grund fyri hesari búskaparligu fatan, er at Føroyar eru ein meiri ella minni búskapar-ligur konstantur. Við øðrum orðum at tað ár fyri ár er nøkulunda tað sama vit kunnu vænta okkum at kunna gagnnýta av tilfeingi landsins, serliga fiskinum.
Sambært hesari fatanini er tað, at búskaparfrøðingar mæla landins kosnu at selja Føroya Fiskavirking til hægstbjóðandi, tað veri seg føroying ella útlending, tí at hetta gevur mestan vinning í krónum og oyrum. Her er einki at ræðast, tí marknaðurin er jú líka heilagur sum gud er hjá religiøsum fanatikarum, nevniliga tann einasti sannleikin. Av hesari búskaparfanatismu fylgja logikkir sum hesir: Tað er eitt búskaparligt grundarlag fyri Føroya Fiskavirking í dag, ergo, Føroya Fiskavirking fer at halda fram á nøkulunda sama hátt sum higartil. Politikkur og samfelagsfrøði mugu undir ongum umstøðum blandast upp í analysuna, líka so lítið sum vit eiga at loyva kvinnuligum prestum í fólkakirkjuni.
At tað veruliga eru so nógv fólk, ið hugsa á henda hátt, eri eg sjálvandi keddur av at síggja. Men tað er nú so, at búskaparfrøði er so ómetaliga einfalt at greiða fólki frá, um tú væl at merkja kemur við einari einfaldari frágreiðing. Velur tú eina meiri torføra frágreiðing uppá hví tingini hanga saman sum tey gera, sum eisini eg við hesari greinini havi í hyggju at gera, ja so verður frágreiðingin ikki góðtikin millum manna. Tað er jú so, at skal ein teori politiserast, skal hon vera løtt at skilja. Vit mugu fram við slagorðum og dylja allar tær truplu detaljurnar, ið vónandi ikki hava alt ov nógv uppá seg tá ið avtornar. Við øðrum orðum: Tað ið er lætt, tað er eisini rætt.

Heldur lítil fiskur í stórum hyli...
Burtur frá hesum lítla síðustøkkinum. Trupulleikin, eg dugi at hóma, er at Føroyar - í takt við tøkniligu menningina, og her hugsi eg serliga um teir alsamt vaksandi trolararnar, ið kunnu sigla jørðina upp og niður upp á stutta tíð - eru við at verða undirgrivnar sum ein sjálvsøgd búskaparlig eind. Í gomlum døgum var tað lætt at skilja tað heila. Tá vóru Føroyar í stóran mun bara Føroyar, við teimum sjálvsøgdu avmarkinum, ið hetta hevði við sær. Føroyar vóru isoleraðar.
Við tað at Føroyar sprongdu síni gomlu mørk, gjørdust vit sjálvandi ríkari, tí at búskaparliga grundarlagið gjørdist størri. Hetta hava vit notið gott av í Føroyum, og hava vit dugað rímiliga væl at handfarið okkara tilfeingi, hóast alt.
Nú er tað bara tað, at Føroyar, sum desillusioneraðir danskir sosialdemokratar plaga at taka til, hava "sejret ad helvede til". Fyritøkan Føroyar hevur veruliga verið ein gleðissøga. Tað hevur gingið strálandi, um vit bara líka gloyma tær ymisku kreppurnar, ið eisini hava verið, men sum vit so lukkuliga gloyma í góðum tíðum. Vit hava sigrað Føroyar út um alt mark, og harvið hava vit eisini gjørt Føroyar til ein part av sokallaða heimssamfelagnum. Føroyar eru í fullari ferð inn í globaliseraða heimin við øllum tí illa og góða, tað inniber.
Trupulleikin í dag er ikki tann, at føroyingar ikki klára at framleiða nóg mikið til at røkja sítt egna land, við ella uttan blokkstuðul. Her eri eg fullkomiliga samdur við tjóðveldismenn. Vit kunnu sum einki klára okkum uttanfyri ríkisfelagsskapin. Trupulleikin er jú ikki búskaparligur. Hann er politiskur. Trupulleikin er, at Føroyar ikki eru nøkur sjálvfylgja sum ein politisk og sosial eind longur. Føroyar eru átjan oyggjar í heiminum, og tað er ikki nógv av føroyska tileinginum, ið man nýtist at vera búsitandi í Føroyum fyri at troyta. Við hesum bábelsstóru skipunum, ið nú skúma róman á føroysku havleiðunum, er jú ikki neyðugt at vera heimahoyrandi í Føroyum fyri at fara á flot á Føroya banka. Tú kanst tað sama vera skrásettur í t.d. Aberdeen ella Bergen. Tað er snøgt sagt ikki tvingandi neyðugt við einum føroyskum samfelagi á stødd við tí núverandi, fyri at troyta føroyska tilfeingið. Tað sama er uppaftur sjónligari við oljuvinnuni. Um vit ikki føra eina stranga lóggávu út í lívið og spæla uppá okkara (í løtuni sjálvsagda, men hvussu leingi afturat?) rætt til egið tilfeingi, so velur stórkapitalurin so gleðiliga at skíta á okkum.

Tjóðin eigur lívið í Føroyum
Um vit hugsaðu okkum tann næstan absurda tankan, at einasta grundin til at búgva í Føroyum var fyri at tjena pengar, so hevði neyvan verið rúm fyri fleiri enn fáum túsund føroyingum her í landinum. Vit skuldu havt nakrar bøndur at røkja haga, berg og bø, nakrar hummarafiskarar, nakrar alarar og onkran hendinga útróðrabát. Og so kanska nakrar fáar verksmiðjur og kanska eina lítla beding í Havn at klára bráðfeingisumvælingar, umframt eina lítla kommunalumsiting og nakrar turistguidir, tí Føroyar eru sum kunnugt eitt vakurt land, ið ríkir týskarar og danir gjarna vilja uppliva í frítíðini.
Hetta hevði verið nóg mikið til at røkja Føroyar kalt og kyniskt. Men soleiðis er veruleikin nú einaferð ikki, og soleiðis er neyvan nakar føroyingur, ið ynskir at Føroyar skulu vera. Men hví eru Føroyar so hættaðar sum tær eru? Svarið skal helst finnast í orðum sum mentan, mál, traditión, almenn umsiting, tjóðskapur, lokalpatriotisma o.l. Tað eru hesi tingini, ið halda lív í Føroyum, og ikki fiskurin. Grundin til at Føroyar eru ein fiskivinnutjóð er ikki, at tað endiliga er so praktiskt, tá ið hugsað verður um tann langa og dýra útflutningsvegin. Vit framleiða fisk í Føroyum, tí vit finna meining í omanfyristandandi orðum. Vit framleiða fisk (og onnur ting sjálvandi) í Føroyum fyri at hava ráð til at varðveita okkara tjóð og okkara mentan og til at reka ta almennu umsitingina í Føroyum. Við framleiða fisk fyri framhaldandi at kunna búgva í Føroyum. Vit búgva ikki í Føroyum fyri at framleiða fisk. TAÐ ER IKKI FISKIVINNAN, IÐ ER GRUNDARLAGIÐ FYRI TJÓÐINI. TAÐ ER TJÓÐIN, IÐ ER GRUNDARLAGIÐ FYRI FISKIVINNUNI.

Hyggið bara Hetland...
Uttan føroysku tjóðina, høvdu helst búð færri fólk í Føroyum enn í Hetlandi, ið fysiskt sæð jú er eitt "betri" land enn Føroyar. Hugsast skal um, at í tjóðarleysa grannalandi okkara búðu um farna aldarskifti tvífalt so nógv sum í Føroyum! Hesi seinastu hundrað árini er íbúgvatalið ikki vaksið, heldur ikki eftir at Hetland er vorðið eitt olju(hjá)land. Samstundis er føroyska fólkatalið trífaldað. Hetta er eftir mínari uppfatan av einari einastu orsøk: Tjóðini; okkara stoltleika av egnum landi og okkara kærleika til okkara mentan. Tjóðin er tað, ið skapar meining við at búgva í Føroyum. Og meining er eitt tað týdningarmesta ein menniskja kann eiga.
Tað, ið ein privatisering av Føroya Fiskavirking í veruleikanum er, er ein minking av búskaparliga mandatinum hjá føroyska "statinum" ella heimastýrinum. Við øðrum orðum verður eitt av størstu stýringstólum landsins selt til "marknaðin", og úti á marknaðinum er tað sum kunnugt ikki tjóðin, men kaldi og kyniski kapitalurin, ið ræður fyri borg. Tað, vit ikki mugu gloyma í hesum kjakinum er, at vit við at selja Føroya Fiskavirking samstundis minka um ræsarúmið hjá Føroya Tjóð. Hetta fer við tíðini at hava ta ósvikaligu ávirkan, at grundirnar til at búgva í Føroya Landi verða alsamt færri og minni. Ikki bara vegna tess, at tjóðin, og sostatt løgtingsins vald, viknar. Eisini dugi eg alt ov væl at ímynda mær at føroysk fiskavirki verða burturrationaliseraði, tí at tað sum kunnugt er nógv bíligari at sigla trolararnar beinleiðis inn á marknaðin ella til lond við bíligari arbeiðsorku enn at viðgera hann í Føroyum fyrst og so at senda hann víðari. Hetta munnu øll, ið fylgja við føroyskum fiskivinnupolitikki, vera samd við mær í. Ikki minst reiðararnir.
Sjálvur eri eg tjóðveldismaður, hóast eg ikki altíð eru so glaður um alt teir stákast við í hasum flokkinum, t.d. at summir teirra - eingin nevndur, eingin kendur - tykjast vilja geva næstan hvat tað skal vera fyri eitt tómt hugtak sum fullveldi. Eg eri tjóðveldismaður, tí at eg trúgvi upp á tjóðina og at eg trúgvi upp á fólkaræðið. Við øðrum orðum trúgvi eg upp á tjóðveldið, vald tjóðarinnar, og so kunnu tóm hugtøk sum fullveldi og loysing renna og hoppa. Í staðin vóni eg, at tjóðveldismenn fara at nýta sítt hegni til at steðga ideologiska flippinum hjá fólkafloksmonnum, ið sum altíð eru fullkomiliga blindaðir av Mammon, ið er ein tann vandamesti avgudurin, ið er til.
Hvat er tað, vit vilja? Vilja vit arbeiða fyri at liva, ella liva vit fyri at arbeiða? Tað er greitt, at eg vil tað fyrra. Men hvat vil Føroya fólk? Hvat vilja føroyingar við sínari tjóð?