Niels Uni leyp á bláman

Hanus G. Johansen var í stórformi, Clickhaze spældi fyri heimafólkinum, og sangarin í MC Hár leyp á bláman, tá hann var liðugur at syngja. Fyrsti G! festivalurin varð hildin fríggjakvøldið

Gøtusandur var fríggjakvøldið pallur fyri fyrsta G! festivalin. Og pallur skal takast bókstaviliga, tí á einum sandpalli spældu vísutónleikarar og rockbólkar fyri teimum nøkur hundrað fólkunum, sum høvdu leitað sær til festivalin.
Har vóru nógv gøtufólk ? sjálvandi errin um at hava tiltak á egnum sandi ? men fólk úr grannabygdunum og aðrastaðni høvdu eisini leitað og funnið G! festivalin.
Fólk í øllum aldri vóru til tiltakið. Frammi móti pallinum sótu nógv ungfólk, har afturi spældu tey tilkomnu beskeðin og varðin, og við sjóvarmálan vassaðu børnini upp undir miðju. Tað var líka við, at tey kundu vassa út til bátarnar, sum lógu inni ímóti Gøtusandi.
Summi fólk vóru í kátum lagi, men atburðurin var fyrimyndarligur. At so partur av fólkinum gekk bananas, tá MC Hár spældi og rappaði fram móti midnátt, fær valla verið øðrvísi.

Mjúk byrjan
Meðan fólk í jøvnum streymi, beint eftir nátturðatíð, gingu fetini frá bilunum ella húsunum oman á Gøtusand, var tað uppgávan hjá vísutónleikinum at seta tiltakið mjúkt og friðarliga í gongd.
G! festivalurin var eitt samstarv millum tónleikasamtakið Grót og Fólkatónleikarastevnuna, og tað var tí eisini eitt gott bland av fólkatónleiki og rocki á skránni.
Fyrstu løtuna spældu danin Søren Søgaard og bulgarska duoin Desislava & Valeri Dimchevi fyri fólki, og hóast hetta ikki vóru so heimligir tónar sum tað, sum var í væntu, so lýddi fitt av fólki á hendan fyrsta góða tíman.

Hanus
Millumnavnið hjá Hanus G. Johansen passaði væl inn festivalsamanhangin í Gøtu, og tað var eisini ein væl upplagdur Hanus, sum hugtók fólk við sangi og spæli fríggjakvøldið.
Tá Hanus er á toppinum, eru tað fáir vísusangarar, sum kunnu standa honum kurl. Ein orsøk til tað er, at Hanus er so líka til á pallinum, har er einki pátikið fjas, tað er bara Hanus. Og so eru tað sangirnir. Hanus hevur meistarliga sett løg til yrkingar hjá eitt nú Poul F. og Tummas N. Djurhuus, og perlur sum Átjan, Á kundi á tíðarhavi og Saknur fara beint inn hjá fólki, og soleiðis var eisini á Gøtusandi.
Hanus spældi nógvar av sínum kendastu sangum, men hann spældi eisini sangir, sum fólk ikki hava hoyrt so ofta áður. Hanus skifti eitt sindur ímillum teir friðarligu og teir lívligu sangirnar, og hann setti punktum við at syngja uttan gittar.
Áðrenn tað hevði hann havt trupult við at sleppa av pallinum aftur, tí fólk vildu hoyra meira. Hanus var funnin fressur til fyrsta festivalin á Gøtusandi!

Aftan á Hanus kom Enekk á pallin. Slóðbrótandi bólkurin við teimum frálíku útgávunum aftan fyri seg hevur ikki spælt nógv seinnu árini. Sangarin í bólkinum, Kári Sverrison er javnan út og spælir, og hinir limirnir í bólkinum eru eisini í gongd í øðrum samanhangum.
Tað var forvitnisligt at síggja Enekk á palli aftur, og teir vóru eisini til at kenna aftur, hóast tey instrumentalu pettini við bulgarska gittarspælarunum gjørdust í so drúgv.
Clickhaze hava ferðast víða í summar, men fríggjakvøldið spældu tey aftur á heimasandi. Fólkini í Clickhaze hava ein fingur við í tí, sum fer fram av tónleikatiltøkum í Gøtu, og hesaferð vóru tey eisini eitt av nøvnunum á pallinum.
Clickhaze spældi við fullum útblástri leygarkvøldið, og tey brúktu møguleikan til at vísa heimafólkinum, at tað alla tíðina hendir nakað spennandi við bólkinum ? eisini tá talan er um tónleik.

Lívligur endi
Endin á tiltakinum gjørdist sera lívligur. Teir forherðaðu tónleikararnir í MC Hár vóru á pallin, og við harða rocktónleikinum fingu teir Gøtusand at lætta sær á eina løtu. Fólk fingu hug at vera við í veitsluni, og eina løtu var tað trupult at síggja tónleikararnar á pallinum, tí fólk leikaðu í við og á pallinum.
Tey seinastu børnini, sum framvegis vóru á festivalinum, vóru skjótt guida til hús, tá Niels Uni byrjaði at syngja teir ónærisligu tekstirnar hjá bólkinum.
Ein pápi helt fyri, at tá sonurin fyri fimtu ferð hevði spurt, hvat eitt ónærisligt orð merkti, so var tíð at fara heim við honum.
Tá MC Hár hevði spælt seinastu tónarnar, fór sangarin í bólkinum, Niels Uni Dam, úr seinasta klædnaplagginum og í berum undirbuksum setti beina kós ímóti Gøtuvík, har hann leyp útí.
Tað var ein stuttligur endi á einum tiltaki, sum Grót tekur í stórum álvara. Samtakið ætlar, at festivalurin skal vera afturvendandi, og nú hava tey í Gøtu í øllum førum sagt G! Spurningurin er so, hvat tú skal siga, tá tú hevur sagt G!