Tá sannleikin gerst ein plága!

Ein grein um føroyskan vinnupolitikk festi av álvara í fjúsið fyri trimum vikum síðani. Alt fór upp at gala. Ætlingin við greinini var bara at fáa vinnupolitikkin hjá samgonguni inn á grynri vatn aftur, og tað tykist sum tað hevur eyðnast, um vit annars kunna líta á teir, ið sita við ábyrgdini, - eisini okkara vegna. Eitt annað mál tók seg upp í kjalarslóðini. Ymiskt er sum sagt verður. Men er ein flís farin av fullveldisgongdini orsaka av hesum, og sannleikin er vorðin ein samfelagsplága, so býður ikki í bøtur allíkavæl. Alt skræðnar innanífrá. Fallið er víst.

Ikki eitið á blástur, ið nú er á hvørjum geilarhorni. Hvør hani stendur og gelur og hevur eina meining um tey viðurskifti, sum umrødd vórðu í greinini: Fiskimenn og hornblásarar. Landsins vinnupolitikkur gjørdist knappliga viðkomandi. Harumframt eru bæði miðlar og politikkarar farnir at skifta orð um persónligu krøvini, ið eiga at vera sett teimum, sum sita í samfelagsins evstu sessum. Fólk varnaðust ein politiskan hjartafeil, bara av lítla eykasetninginum: Ringt er at liva við einum løgmanni og einum fiskimálaráðharra, sum, orsakað av eini gloymdari fortíð, harið ilt var at skyna á mørkunum, ímillum eins egna og annara, ikki kundu sitið í stjórn í nøkrum landi í heiminum, men at hava ein vinnumálaráðharra sitandi, sum gongur diamentralt ímóti samfelagsins og politisku áhugamálunum hjá stórsta flokki í samgonguni, tað verður ikki tolt.

Flestu lond, ið hava tikið fullveldi eftir seinra heimsbardaga, hava skriðið í skræðuni búskaparliga. Málið hevur verið hægri enn búkurin. Soleiðis er ikki í Føroyum. Politiskt frælsi og búskaparligt frælsi eru vorðin synonym. Ein alin av sama vaðmali. Ein fabrikerað politisk kreda, ið bara hevur sum endamál, at forða frælsistøkuni. Framtøkan móti frælsinum er treytað av hvussu fløðir og fjarar á landsins fíggjarlóg, sigur íhaldið, eisini tann parturin av íhaldinum, sum hevur latið seg í eina progressiva brynju.
Samgongan, sum var, hevði eitt greitt mál. Fullveldi. Nú er kámari fyri framman. Undirtónin er tó leiðin fram á republikkina. Semja man eisini vera um pseudomodellið, harið ein koloni skal prógva sítt lívførið, sum fullvelsisríki, áðrenn endaliga fetið verður trátt út í alheimin, - sum fulltøkur partur. Hetta krevur ikki so lítið. Av øllum. Serliga av politisku skipanini. Búskaparliga niðurlaging av donskum kraftfóðri, eitt styrkt vinnulív, hvørs avkast vigar uppímóti hesum, ein progressiv mentan og eitt sterkt undirvísingar- & granskingarverk, ið heldur tjóðini á beinari leið, og harumframt ein sosialpolitikkur, ið er øllum til sóma.
Vinnulívið er nú á dagsskrá. Hetta er sjálvur mergurin og treytin fyri øllum lívi í oyggjunum. Skynsemi og stabilitetur eigur tí at eyðkenna allan vinnupolitikk. Bara soleiðis styrkir tú vinnuna og samfelagið. Tjóðveldisfloksins politikkur er greiður á hesum øki. Vatntætt skott skal vera ímillum vinnuna og hitt almenna verkið. Stórsta einstaka hendingin í so máta var stuðulsmálið. Mikið rumbul stóðst av hesum í samgonguni. Fólkaflokkurin var, sum ein sokallaður liberalur flokkur, óvanliga tráur í royndini, at bróta lið á skottið. Tað varð kreppa. Hon loysnaði ikki fyrrenn í tinginum tá ið fleiri ting- & landsstýrismenn tjóðveldisfloksins, kropp av kroppi, hertóku røðarapallin, fyri at gera landsstýrismanninum í fiskivinnumálum greitt, at hin so væl kendi stuðulspolitikkurin nú endaliga var søga. Tástaðni loysnaði. Hvat ætlaða lógin hjá Jørgeni hevði spolað út av almennum krónum er ein temperamang-spurningur. Onkur hevur nevnt eitt tal omanfyri milliardina.
Málið um almennu virkisgøgnini, ið nú herjar á politiska pallinum, líkist stuðulsmálinum. Nú er tað ein grá eminansa, sum ígjøgnum Bjarna, roynir at sæta sær onkursvegna. Hansara ætlaða uppruna-orðing til samgonguskjalið vísti sjónliga hvør ætlanin var. Vit lótu okkum ikki taka av bóli. Heldur ikki hesaferð. Tí kravdu vit hesa nú so kendu orðingina ásetta í samgongusáttmálanum. Fyri at tryggja samfelagsatlitini og ikki atlitini, bara hjá eini lítlari elitu av føroyingum. Royndir hava verið gjørdar at kjálka seg frá hesi ásetingini aftur. Men vit vitstu frá stuðulsmálinum hvat ið kravdist fyri at koma aftur á beint. Tí skuldi alt hetta rokið til. Tjóðveldisflokkurin heldur rimmarfast um allar politiskar avtalur. Krevur tað sama av øðrum. Og nú tykist tað, sum at landsstýrismaðurin er kropin aftur til krossin.
Leiðin fram til fullveldi er ikki kámað av hesum turbolensinum. Tvørturímóti. Stabilitetur er lyklaorðið í øllum vinnupolitikki. Destabiliseringin hjá Bjarna hevur órógva í meira lagi, men nú skuldi friður verið aftur. Vinnan sleppur at liva sítt egna lív, leys av tilvildarligum politiskum signalum. Tá gagnar hon samfelagnum mest. Søgan hevur prógvað hetta. Tá ið politiska skipanin í Føroyum royndi seg sum vinnurekandi organ, kostaði hetta føroyska borgaranum milliardaupphæddir. Ongin orsøk er til at enturtaka somu mistøkini.
Ein fræls vinna, sum fær frið at grógva, við egnari uppdrift, er lykilin til niðurlagingina av imperialistiska kraftfóðrinum. Av olmussuni. Er lykilin til javnstøðu í heiminum. Portugisiskir agentar skutu Amilcar Cabral hin 20. januar 1973. Hann var oddviti í frælsisrørsluni í Guinea-Bissaus. Á einum fundi hjá svenska javnaðarflokkinum, stutt fyri lívlátið, segði hann hesi kendu orðini: "Samhaldsfesti og eingin javnstøða er bara ein olmussa, og olmussir hava ongantíð stuðla undir nakran framburð, hvørki hjá eini tjóð ella menniskjum annars. Og trygd við ongari javnstøðu er tað sama sum autoritert patriarkat, verja ella beinleiðis kolonialisma. Hon stendur altíð í andsøgn til veruliga frælsi hjá tjóðum og menniskjum." Danska samhaldsfestið, sum føroyska íhaldið tosar um, er tí ikki annað enn torvmold, sum eisini hendan samgongan kann lempa burtur, hevur hon styril til tess.
Morðið í Sarajevo var ikki orsøkin til fyrra veraldarbardaga. Bara neistin sum festi í eina krúttunnu. Eykasetningurin í greinini: Fiskimenn og hornblásarar, er ein paralellur. Ikki í vavið, men í substansi. Hetta var bara ein óviðkomandi neisti, ið festi í eina bumbu, sum hevði ligið latent undir vatnskorpuni í áravís. Er ein flís farin av fullveldisgongdini av hesi orsøk, býðst ikki í bøtur allíkavæl. Harið sannleikin gerst ein plága, stendur einki uppi av sær sjálvum. Smiðirnir virka til fánýtis. Alt skræðnar av rotið innanífrá. Fallið er víst.
Ein góð søk vinnur altíð. Politikkarnir í samtíðini eru treytaðir av henni og ikki øvut. Var Lenin uppi á døgum tá ið Katharina ráddi fyri borgum, var hann í mesta lagi ein íðin framsøgumaður hjá russiska borgaraskapinum. Livdi José Marti tá ið bretar hersettu Havanna hevði hann uttan iva farið í part við spaniólum, - sum faðirin. Vóru Napoléon, Mirabeau, Danton ella Robespierre uppi á døgum tá ið Karlamagnus ráddi fyri borgum, høvdu teir havt leiklutin sum ignorantir húskallar. Hippaðu eplaveltir í útriðini á einhvørjum feudalslátri. Og var plebeiiski flokkurin ikki vorðin so máttmikil í øgiliga klassabardaganum í Roma, tá var Julius Cæsar ongantíð komin yvir um ánna Rubicon. Soleiðis er heimurin nú einaferð samanskrúvaður. Søguligu gapini skula brúkast. Tað skula politikkararnir í samtíðini syrgja fyri. Hvussu teir eita, tað hevur bara týðning í søguligu annalunum, í bókum sum fúnast, við tíðini.