»Kirkjan og børnini ? upplæring« í missiónshúsinum í Rituvíku sunnudagin kl. 18. Felagið fyri Kirkjuráðslimir Thomas Dam hevur fyrilestur um evnið »Halgan« í missiónshúsinum í Leirvík sunnudagin kl. 18. Øll [...] Svøríki, Danmark og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Samkoma hvønn hósdag frá kl. 20.00. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Giktafelag Føroya MBF, Íslandsvegur 10C, Tórshavn. Hølið [...] Barnamøti. Betania, Porkeri Osvald Kjærbo talar á møtinum í kvøld kl. 20. Aglow, Suðuroy Møti verður leygarkvøldið kl. 20 í pensionistahølinum í Trongisvágs skúla. Allar kvinnur og menn eru hjartaliga vælkomin
landsstýrismaðurin í vinnumálum í áravís hevði reikað íkring sum ein politisk deyðsannonsa, ímillum køldu kustodurnar ? museumsvaktirnar í Sambandsflokkinum, er nú rættuligt lív komið í hendan runnin, síðani [...] hóskar inn í nakran cost-benefit frymil. Verkætlanirnar, sum vóru farnar í gongd, tá tjaldið Føroyar flákraði í vindinum og skrædnaði, vórðu niðurlagdar av troti, og tí kennist tað løgið í dag, nú tá ið [...] brúgvarnar, sum í sínari tíð vórðu gjørdar til tey fýrføtt. Síggi í moneteru traktatini, at landsstýrismaðurin hevur verið á vitjan í Suðuroynni og kunnað seg um samferðsluviðurskiftini har suðuri og er hetta
myrkri, tí at vit her í stóran mun tosa um tíðir á samdøgrinum, tá ið flestu sova, t.d. á nátt. Men koyring í myrkri er eisini í sjálvum sær møðandi, og harumframt møða eisini sterku ljósini hjá mótkoyrandi [...] Møði kann sjálvsagt eisini koma av ov lítlum svøvni ella av, at luftin í einum rúmi, t.d. inni í einum bili, er ov heit ella ov kvælin. Eisini kann veðrið hava ávirkan á sálarligu møðina, m.a. á hásumri [...] hásumri, tá ið luftin er slavin og heit. Hetta seinast nevnda er tó ikki nakað, sum vit í heilum eru plágað av her í Føroyum. Hinvegin er ávíst, at lágtýst kunnu hava ringa ávirkan á sinnalagið og lágtrýstum
Í hesum døgum fyrireikar hon eina listaframsýning við egnum verkum, sum skal vera í Norðurlandahúsinum í komandi mánaði. Astri Luihn, sum er ættað úr Noregi, kom til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur [...] er cand. mag. í fólkalívsfrøði og tónleiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav virkað sum listafólk og í løtuni er hon forkvinna í felagnum Føroysk Myndlistafólk. - Eins og við tónleiki ert tú sum listafólk [...] tað prentað á pappír. Á framsýningini í komandi mánaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum fer Astri Luihn at sýna fram 30-40 verk í ymiskum grafiskum teknikkum. - Til hesa sýningina havi eg arbeitt við størri
klettunum í vetur. Hann hevur verið spælandi venjari hjá Tjaldrinum í 1. deild í hondbólti. Hjálpti B93 Men fríggjadagin vóru so boð eftir Jens Martini Knudsen longri suðuri frá úr Europa. Botnliðið í bestu [...] at liva av at spæla fótbólt. Dreymurin gjørdist til veruleika í fjør, tá hann skrivaði sáttmála við Leiftur á Ólafsfirði í Íslandi, og aftur í ár skal hann yvir til Íslands at vinna til dagligt breyð sum [...] málverji. Fram móti endanum á síðsta kappingarári ljóðaði, at Jens Martin skuldi longur suður í Europa at spæla fótbólt í vetur. Hann samráddist við fleiri feløg, men tað spurdist einki burturúr, m.a. tí málverjin
um dagin hvønn dag í eina viku hava sett síni spor. Spælararnir eru eymir og tungir, og tað sást aftur bæði í likamsevnunum og í bóltførleikanum, sum ikki er á hædd við tað, hann var í fjør og ivaleyst fer [...] Óli verið so mikið skaddur í Spania, at hann hevur ikki spælt. Einki er at ivast í, at venjaranum hevði dámt væl at spælt við teimum í miðverjuni, sum hann ætlar at brúka í EM-undankappignardystunum. Hinir [...] hava verið fastir fúsir í miðverjuni. Nógvir møguleikar Føroyingarnir vilja vinna, og tí er einki at ivast í, at venjarin frá byrjan fer at seta eitt so sterkt lið sum møguligt. Í øðrum venjingardystum hevur
Mikkelsen. Kom væl við hjá FCK Longu í fyrradagin vórðu tveir dystir spældir í superliguni. Talan var um dystir, sum í heyst vórðu útsettir orsakað av vánaligum líkindum. Í Aarhus vann AGF 1-0 móti AaB. Anders [...] ókent, at várið vitjar av og á fyrrapartin í mars, men higartil hevur tað verið so eiðasørt í ár. Síðsta dømið um hetta var leygardagin, tá FCK spældi venjingardyst í Parkini móti svenska Helsingborg. 6.590 [...] ikki hvør sum helst, tí frammanundan at hann í síðstu viku kom til Keypmannahavnar, hevði hann í fýra ár havt ábyrgdina av grasmáttuni á Wembley stadion í London. Hann hevur nú gjørt trý ára sáttmála við
ikki eru tikin við í kanningararbeiði. Hans Pauli Strøm heldur ikki, at talan er um reina tilvild í hesum føri, hóast tað sjálvsagt skuldi verið ein treyt, at tey stóru feløgini vóru við í hesum málið. ? Samgongan [...] aðra hugsjónarliga skipan. ? Sum eg segði í áðni, so er Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin nóg góður, um ætlanin við honum verður fullførd. Í staðin er samgongan í holt við at likvidera hann. Og tað fáa teir [...] uppá fyrispurningin um pensjónsskipaninar í framtíðini, hevur av álvara vakt ans. Leygardagin segði Jóannes Eidesgaard, at hann var skakaður av boðunum, og í dag sigur Hans Pauli Strøm, at eisini hann
uppá fyrispurningin um pensjónsskipaninar í framtíðini, hevur av álvara vakt ans. Leygardagin segði Jóannes Eidesgaard, at hann var skakaður av boðunum, og í dag sigur Hans Pauli Strøm, at eisini hann [...] orði. Hans Pauli loyvir sær í sama sambandi, at seta spurnartekin við, hví svarið hjá Helenu Dam á Neystabø ikki kemur fyrr enn nú. ? Eg haldi tað er tilætlað. Fakfeløgini liggja í løtuni og samráðast um eina [...] tryggjað sín egna aldurdóm. Hans Pauli vísir á, at jú meira tú forvinnur í arbeiðsførum aldri, jú meira fært tú útaftur tá tú ert vorðin gamal, og tað hevur einki, sum helst við samhaldsfasta Fíggingin
Johannes Thomsen, sáli fyrrv., stjóri í Líkningarráðnum var einasta systkin hennara. Petra var kent andlit í Havn, hon var á Mjólkaforsýningini í Tórsgøtu og eisini í H. N. Jakobsens Bókhandli á yngri árum [...] seg aftur í, at lívstreystið tá fekk smeitin harða. Við sorgblídni minnast vit Petru Smith, ljósglæmuna horvnu í býarmyndini. Seinastu løtuna í heiminum sunnukvøldið, áðrenn børan var borin út í Vesturkirkjujna [...] nær, og vakrar blómur spíra víða hvar - men alt í einum - ljósið bleiv til myrkur, tí góða mamma, tú ert ikki meir. Takk fyri alt, tú fyri okkum vart, í hesum heimi skein títt ljós so bjart - Títt ljósa