Føroyar vilja ikki tapa móti tøppi í altjóða fótbólti

Fótbóltur: Landsdysturin í dag er tann triðji venjingardysturin niðri við Miðalhavið. Úrslitini í hinum báðum, sum vórðu spældir fyri trimum árum síðani, vóru ikki meiri enn passalig

Seinnapartin í dag fer føroyska fótbóltslandsliðið á vøllin at spæla 57. altjóða skrásetta landsdystin.

Allan Simonsen hevur aftur og aftur sagt, at tað eru ikki úrslitini á venjngarleguni, sum telja, men eingin ivi skal vera um, at bæði venjarin, spælararnir, hini, sum eru við á venjingarleguni, ábyrgdarpersónarnir í Fótbóltssambandinum og allir fótbóltshugaðir føroyingar ógvuliga fegnir vilja vinna móti Andorra, sum hjá FIFA er styrkismett væl lægri Føroyar.


Ikki bestu

fyritreytirnar

Um Føroyar ikki vinna í dag, so verður tað eitt vónbrot, men rætt skal vera rætt ? føroyska liðið hevur á venjingarleguni í Spania ikki júst fyrireikað seg til henda landsdystin.

Vit hava frætt úr Cádiz, at teir báðir dystirnir og venjingar tvær ferðir um dagin hvønn dag í eina viku hava sett síni spor. Spælararnir eru eymir og tungir, og tað sást aftur bæði í likamsevnunum og í bóltførleikanum, sum ikki er á hædd við tað, hann var í fjør og ivaleyst fer at vera seinni á árinum.


Bóltspælararnir

Í teimum báðu undanfarnu venjingardystunum, ið sjálvsagt ikki eru skrásettir sum landsdystir, hevur venjarin givið øllum spælarunum møguleikan at royna seg. Hann hevur eisini gjørt onkra nýggja roynd, og tað er t.d. áhugavert, at hann hevur roynt Jóhannes Joensen í miðverjuni. Venjarin hevur altíð sagt, at hann vil hava bóltspælarar á liðið.

Jóhannes Joensen er ein góður bóltspælari, og at hann nú fekk møguleikan í miðverjuni boðar frá, at venjarin vil hava góðar bóltspælarar sum alternativ til teir, sum higartil hava verið fastir fúsir í miðverjuni.


Nógvir møguleikar

Føroyingarnir vilja vinna, og tí er einki at ivast í, at venjarin frá byrjan fer at seta eitt so sterkt lið sum møguligt.

Í øðrum venjingardystum hevur verið nógv skift út, og tað fer tað ivaleyst eisini at vera hesa ferð. Landsliðið hevur ikki spælt venjingardyst síðani 6. august 1997, tá teir vunnu 2-0 í Estlandi, og ta ferðina vóru fimtan spælarar á vøllinum ? allir uttan Jens Martin Knudsen.

Í dag fer Jens Martin at verja málið fyri 45. ferð í altjóða skrásettum landsdysti.

Jan Dam spældi bara ein landsdyst í fjør, men nú tykist hann hava vunnið sær pláss í miðverjuni aftur.

Allan Simonsen hevur altíð dámt best at hava Óla Johannesen sum eftiransara. At hann var aftastur flestu dystirnar í fjør komst av, at

Jan Dam ikki var nóg væl fyri. Tíverri hevur Óli verið so mikið skaddur í Spania, at hann hevur ikki spælt. Einki er at ivast í, at venjaranum hevði dámt væl at spælt við teimum í miðverjuni, sum hann ætlar at brúka í EM-undankappignardystunum.

Hinir møguleikarnir eru Hans Fróði Hansen, Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson. Hans Fróði er eftiransari burturav, meðan hinir báðir kunnu brúkast og hava verið brúktir á fleiri øðrum plássum.

Tað er sjáldsamt, hvussu nógvir vongspælarar eru við á venjingarleguni. Í høgru síðu eru teir Jóhannes Joensen, Henning Jarnskor, Allan Mørkøre og so Pól Thorsteinsson, og í vinstru síðu eru teir Øssur Hansen, Henning Jarnskor, Jákup Eli Olsen, Heðin á Lakjuni og John Hansen, sum tíverri hevur verið plágaður av skaða.

Á sentrala miðvøllinum hevur Øssur Hansen á hesum túrinum hjálpt Julian Johnsson, og Allan Mørkøre er og hevur eisini ofta verið í tí røðini. Tá EM undankappingardystirnir koma fyr,i er einki at ivast í, at venjarin fer at geva Sámali Joensen møguleikan. Sámal var fyrstu ferð á landsliðnum, tá Føroyar síðst spældu venjingardyst, og síðani tá hevur venjarin havat eitt gott eyga til gøtumannin.

John Petersen hevur á hesum túrinum verið álopsmaður. Í fjør spældi hann við allar fimm ferðirnar, og hann var hvørja ferð miðvallari, og tá EM undankappingin tørnar fyri aftur, og Todi Jónsson vónandi verður tøkur, er einki at ivast í, at John aftur verður evni til miðvøllin. Í dag skulu Uni Arge og Jákup á Borg geva venjaranum ábendingar um, hvør teirra er mest upplagda boðið við síðuna av FCK manninum.

Um Heðin á Lakjuni, Jóhannes Joensen og Sunvard Joensen koma á liðið í dag, so verður tað fyrsta ferðin, at teir fara at umboða føðilandið í altjóða skrásettum landsdysti. Tað man vera rættuliga sannlíkt, at venjarin í hvussu so er fer at gera Sunvardi eina løtu millum stólparnar, og høvið mátti verið gott at latið hinar báðar eisini fingið møguleikan.


Hagtølini einki serlig

Landsliðið hevur fimm ár á rað verið á venjingarlegu suðuri í Europa, men hetta er bara onnur ferðin, at tað hevur eydnast at spæla skrásettan landsdyst.

Hinir báðir dystirnir vóru spældir, tá landsliðið fyri júst trimum árum síðani var á venjingarlegu á Kýpros.

Ta ferðina var fyrri dysturin spældur leygardagin 24. februar. Estland var mótstøðuliðið, og úrslitið var 2-2. Føroysku málini gjørdu Óli Johannesen og Henning Jarnskor. 27. mars æt mótstøðuliðið Aserbadjan, og úrslitið var, at Føroyar taptu 3-0. Tað úrslitið var eingin nøgdur við ? bæði tí avrikið var lítið sannførandi og tí mótstøðuliðið var styrkismett væl lægri enn Føroyar.

Dysturin í dag líkist ikki so lítið honum móti Aserbadjan. Mótstøðuliðið er styrkismett væl lægri enn Føroyar, og dysturin verður spældur upp undir endan á strævnari venjingarlegu. So mugu vit bara vóna, at úrslitið verður øðrvísi, enn tað var fyri trimum árum síðani.