Cost-benefit & ella cost-consumption kanningin?

Viðmerking

Tey, sum fáast við urtagarðar vita, hvussu avgerandi tað er fyri trivnaðin, at blómurnar standa á høgligum staði. Eftir at landsstýrismaðurin í vinnumálum í áravís hevði reikað íkring sum ein politisk deyðsannonsa, ímillum køldu kustodurnar ? museumsvaktirnar í Sambandsflokkinum, er nú rættuligt lív komið í hendan runnin, síðani hann er komin at standa í lýðkuni, undir bæriligu, magnfullu og treystu fullveldistrøunum Óla Breckmann & Bjarna Djurholm.

Nú gongur eftir ánni. Tað er eins og Jesaja spámaðurin segði um ein kendan miðeysturlending: »Hann rann eins og runnur upp úr turrari jørð«. Tað gongur næstan ikki dagur, at tað ikki sparlar úr gumpinum á vinnumálastýrinum við visionerum stórætlanum. Okkurt gongur eftir vild, nógv fer fyri bakka ? tað fær ikki verið annað, samtíðin hevur ongantíð viljað kenst við sínar spámenn ? & síni stórmenni.

Framtíðar samferðslukervið í Føroyum fer at verða viðgjørt í dag og í all-ari framtíð. Íløgurnar eru neyðugar og stórar, tí er tað so umráðandi, at tær verða raðfestar rætt og eftir røttum metingarstøði. Eitt sunt og sterkt vinnulív, ein dygg mentan, eitt sterkt og rættvíst sosialt trygdarnet og ein kreativur og mennandi skúlaskapur eru høvuðsskorðurnar undir einum vælvirkandi vælferðarsamfelagi.

Tað er sannroynd og væl saktans ein alheims niðurstøða, at tess betri infrastruktururin er mentur í einum landi, tess betri menningarmøguleikar hevur landsins vinnulív. Og tess betri vinnulívið hevur tað, tess størri avkastið er, tess betri er trivnaður á øllum samfealgsins økjum. Hetta hava eisini føroyskir politikarar ásannað fyri mong-um árum síðani, og við einum sterkum og dynamiskum generali á odda gróvu og sprongdu vit partar av fjøllunum niður, soleiðis at samband fekst ímillum flestu bygdir og býir.

Hugsi at høvuðsdrívmegin altíð hevur verið at geva landsins vinnu optimal kor at virka undir.

Nú tá ið tingmenn fara at viðgera frágreiðingina frá landsstýrismanninum, fara teir helst í mestan mun at umrøða viðurskiftini og ætlanirnar við tí valdømi, har ið teir eru valdir. Somuleiðis í hesum føri.

Eysturoyggin liggur sum ein búskaparlig oasa miðskeiðis í landinum. Samferðslukervið í oynni er á einum rímiligum støði nógvastaðni, meðan tað aðrastaðni er undir øllum lágmørkum. Serliga eru tað tvær álir av vegi, ið als ikki kunnu góðtakast, hvørki av vinnu ella fólki sum hóskandi samband, nú tá ið vit standa á gáttini inn í eina nýggja øld.

Hin fyrra er vegakervið eftir teininum: Skálafjørður-Skála-Innan Glyvur-Strendur-Kolbanargjógv-Morskranes-Selatrað. Hin seinna er strekkið frá Sundalagsbrúnni og suður til Oyrar.

Smáir partar eru gjørdir meðan størri parturin liggur sum hann varð lagdur, tá ið hestavognarnir høvdu sítt blómaskeið í Føroyum. Í hesum báðum økjunum búgva sambært álmanakkanum (8/10/98) 1.858 fólk, t.v.s. umleið 4% av landsins íbúgvum. Lutfalsliga liggur búskaparligi týdningurin, sum økini hava, helst langt oman fyri tað. Vit kenna øll hesi virkini, sum hóast vánaligt samband, hava ment seg so fyrimyndarliga. Rækju- & skeljavirkið á Oyri, Garnavirkið á sama staði, Skipasmiðjan á Skála, El-service, Byggi-service, Vaðhorn og onnur fiskavirki á Strondum, Málingavirkið, Snældan, skipadrifin, Smoltstøðin á Selatrað og í væntu eru kryvjingarvirki og framleiðsla úr føroyskum vatni. Virkini, sum ikki framleiða til útflutnings, eru við til at tálma innflutninginum. Sanniliga eitt gott vakstrarlendi, men sum av einhvørji orsøk ikki hóskar inn í nakran cost-benefit frymil.

Verkætlanirnar, sum vóru farnar í gongd, tá tjaldið Føroyar flákraði í vindinum og skrædnaði, vórðu niðurlagdar av troti, og tí kennist tað løgið í dag, nú tá ið menn rista milliardirnar úr ermunum, at ikki arbeiði verður tikið uppaftur og eingin biti skuldi verða til teirra, sum hava verið fyri vanbýti í farnum tíðum. Økini eru ikki við í raðfestingunum og skulu sambært benefitserfrøðingunum vápna seg við tolmóði, tí tað fara helst at ganga eini 15-20 ár, áðrenn teirra tíð kemur.

Tá ið hesi økini ikki hóska inn í frymlarnar, sum ávirka raðfestingarnar, so noyðist ein at spyrja ministaran, hvørji kriteriini eru, sum starvsbólkurin hevur virkað eftir (?) Hvørjir faktorar ávirka mest, og verður støðið á teimum lagt eftir sum úrslitið hóskar best inn í tað politiska krammið hjá ávísum (?) Er tað eini forbrúksfest, miðað verður eftir (?) Eru tað privatbilarnir á útsøluferð til høvuðsstaðin, sum dominera úrslitið (?) Skulu íløgurnar kanska tala fyri einum útflutningsterminali í høvuðsstaðnum (?) Spurningarnir kundu verið fleiri, men tað er óskiljandi, at hetta økið ongan áhuga skal hava, tá ið vit vita, at kamikazepilotarnir í trailaravognunum á 40-50 tons pr. stk. jubla seg hásar, hvørja ferð teir eru komnir óskaddir um gomlu brúgvarnar, sum í sínari tíð vórðu gjørdar til tey fýrføtt. Síggi í moneteru traktatini, at landsstýrismaðurin hevur verið á vitjan í Suðuroynni og kunnað seg um samferðsluviðurskiftini har suðuri og er hetta at gleðast yvir. Kanska skuldi hann tikið varmafløskuna og ein breyðbita við sær innar í áirnar á strandalandinum og brúkt einar tveir dagar undir brúgvunum, fyri at staðfesta hvar ið áneyðirnar eru størstar fyri ábótum.

Og um hetta ikki skuldi verið nóg mikið, so hevur hetta sama stýri fyri stuttum gjørt seg inn á hetta økið við at taka leiðina í hinum endanum burtur ? Skálafjarðarleiðina. Heitt varð á landsstýrismannin undir viðgerðini av einum fyrispurningi, um at gera eina cost-benefit kanning av hesi leið, men tá ið tað ongan áhuga hevur havt, so kundi tað kanska verið eitt hugskot, at gjørt eina kanning av íløgu í undirsjóvarberghol av Toftum og yvir á Hvítanes, ? og í hesum sambandi kundi gamla flogvallarætlanin á Skorðhæddini verið framaftur tikin og viðgjørd í sama viðfangi.

Einaferð svam ein íslendingur uttan av havi og inn í oyggjarnar eftir skipbrot. Tíðin var long, hann stríddist í nógvar tímar og kuldin var nógvur, og sambært frøðini var tað ein medisinskur ómøguleiki at hann var á lívi. Kibbutzirnar í Ísrael, sum eru at samanbera við smáu bygdirnar í Føroyum, eiga við sínum 4% av fólkinum ein lutfalsliga nógv størri part av bæði vinnuliga og politiska valdinum í landinum, enn hetta fólkið umboðar, helst er eisini hetta ein frøðiligur ómøguleiki. Og ein líknandi trupulleiki fyri frøðina er tað helst, at eitt ljóst høvd á Oyri, sambandshøvdingurin, við sínum valamannaliði kundi fáa í lag eitt vinnuvirki, fyri ikki at siga eitt bulvirki, har ið tað kanska eru í vinnu fleiri, enn tað eru íbúgvar í bygdini. Skal ein depil sum hesin og tað fólkið, sum býr íkring har, ikki hava ein hóskandi infrastruktur, tá er ilt at skilja úrslitið og niðurstøðuna av kanningunum. Vónandi liggur ikki eitt politiskt sikti í hesum, sum tú hevur varhugan av at tað kundi í øðrum førum. Er tað so, tá hevur Edmund gjørt tað mistakið, sum Lyndon B. Johnson ikki gjørdi, tá hann læt FBI-ovastan, J. Edgar Hoover verða sitandi, tí sum hann segði: »Mær dámar nú betur, tá ið teir kasta sær av vatninum út úr tjaldinum, enn tá ið teir standa uttan fyri og lata dýrmætu droparnar regna innar í tjaldið«.

Henda frágreiðingin fer nú at fáa eina politiska viðgerð. Avgerandi verður tá, at røttu avgerðirnar verða tiknar, og ikki minst at raðfestingarnar verða tær røttu. Her hugsi eg um, at útbyggingin av samferðslukervinum má ganga hond í hond við fyrst og fremst tann vinnulívspolitikk, sum hetta landsstýrið ætlar sær at reka. Hetta er rættiliga avgerandi fyri, um vit fáa ein sjálvberandi búskap, ið skal standa undir suverena statinum. Cost-benefit kanningarnar eru ikki vinarligar mótvegis bygdunum, so hetta verður neyvan leisturin, sum Tjóðveldisflokkurin fer at viðgera málið eftir, ásannandi at mesta kraftin, bæði vinnuliga og mentanarliga kemur haðani. Ein faktorur í kanningunum, sum ørkymlar, er nýtslan av privatari koyring. Meira verður koyrt og dálkað, tess betur loysir tað seg samfelagsliga at fremja verkætlanina, hetta samsvarar nú ikki rættiliga við rákið í tí alheimsins umhvørvispolitikki, sum ráðandi er í dag.

At bygdirnar vestan fyri á Eysturoynni eru tiknar fram í hesum føri, er ikki fyri at draga lokalpolitikk upp í hetta kjakið, men meira fyri at vísa á, hvussu stóra slagsíðu slíkar kanningar kunnu hava, sum í hesum førinum, har ið raðfestingarnar og vinnuligi týdningurin, samfelagsliga, av økinum, als ikki standa í mát við hvørt annað, at kraftdeplar sum hesir verða skotnir 20 ár og eina milliard krónur út í framtíðina, verður á ongan hátt góðtikið, og so frætt man vitið og skilið nú fara at søkja at bollanum á monnum, hóast alt, tá ið avgerðirnar einaferð í framtíðini fara at verða tiknar.

Ein leys meting við ongum talgrundarlagi um raðfesting kundi heldur verið hendan:

1)Nýtt sandoyarskip (sum er á veg)

2)Nýtt suðuroyarskip

3)Vegastrekkið Skálafjørður-Selatrað

4)Vegastrekkið Brúgvin við Streymin-Oyri

5)Bergholið Øravík-Hov (Tvøroyri-Vágur)

6)Undirsjóvarbergholið um Vestmannasund

7)Nýtt svínoyar/fugloyarskip

8)Tjørnuvíkarvegurin

9)Gásadalsbergholið

10)Undirsjóvarbergholið um Leirvíksfjørð


Tá ið alt hetta er sagt, skal landsstýrismaðurin hava tøkk fyri, at hann hevur latið kanningina gera, soleiðis at orð kunnu skiftast um framtíðar samferðslukervið í Føroyum. Nú bíða vit bara eftir einum útkasti um framtíðar vinnulívspolitikkin, soleiðis at hesi bæði fyri partar kunnu viðgerast sam-an. Men sum sagt má fyribils niðurstøðan verða, at hendan kanningin líkist meira eini cost-consump-tion kanning enn einari cost-benefit ditto.


Glyvrar, 15. februar 1999

Tórbjørn Jacobsen,

løgtingsmaður