Møði

Vanliga kunnu vit skilja í millum kropsliga møði og sálarliga møði. Vit verða móð í vøddunum, ja kanska í øllum kroppinum, tá ið vit hava gjørt tungt kropsligt arbeiði. Sálarliga móð verða vit, tá ið vit hava strongt okkum sálarliga t.d. í arbeiði hava sitið framman fyri teldu í fleiri tímar, hava tikið lut á krevjandi fundi osfr.

Møði kann sjálvsagt eisini koma av ov lítlum svøvni ella av, at luftin í einum rúmi, t.d. inni í einum bili, er ov heit ella ov kvælin. Eisini kann veðrið hava ávirkan á sálarligu møðina, m.a. á hásumri, tá ið luftin er slavin og heit. Hetta seinast nevnda er tó ikki nakað, sum vit í heilum eru plágað av her í Føroyum. Hinvegin er ávíst, at lágtýst kunnu hava ringa ávirkan á sinnalagið og lágtrýstum hava vit, sum kunnugt, nógmikið av.


Nevnast skulu eisini onnur viðurskifti, sum kunnu framkalla møði: koyring í toku, einstáttað og støðug ljóð ella óljóð frá t.d. bilmotorinum - einstáttað ferðsluumhvørvi t.d. beinir vegir og einstáttað landslag. Møði er av náttúrligum orsøkum bundin at koyring í myrkri, tí at vit her í stóran mun tosa um tíðir á samdøgrinum, tá ið flestu sova, t.d. á nátt. Men koyring í myrkri er eisini í sjálvum sær møðandi, og harumframt møða eisini sterku ljósini hjá mótkoyrandi bilum bilføraran.


Møði kann sjálvsagt eisini koma av rúsevnisnýtslu, men tað skulu vit ikki umrøða her.


Taka vit samanum, kunnu vit staðfesta, at møði hevur hesar avleiðingar við sær: evnini at síggja og eygleiða versna, evnini at meta um versna, viðbragdstíðin (reaktiónstíðin) økist, og evnini at konsentrera seg verða verri og sama er galdandi fyri minnið. Harafturat kemur, at lítið skal til at fáa fólk, sum eru móð og troytt til uttan orsøk at ilskast um alt og øll - og av hesum at taka óráð fyri.


Stutt sagt niðursetur møði allar teir førleikar, sum ein bilførari hevur brúk fyri - fyri at koyra trygt.


Ráðini eru tí, at tú eigur ikki at koyra bil, tá ið tú av einhvørjari orsøk ert ov móð ella ert ov móður, tað er rætt og slætt ov vandamikið. Eitt er at tú kann vera ov sein ella ov seinur at reagera, eitt annað er, at tú rætt og slætt kanst sovna. Hetta seinast nevnda er tíverri ikki óvanligt, og nógvar sera álvarsamar ferðsluvanlukkur eru hendar júst av hesum ávum.


Annars eigur tú, tá ið tú koyrir bil, at syrgja fyri, at tað ikki er ov heitt í bilinum, og at inniluftin alla tíðina verður skift út, antin við blásaranum ella við, at ein rútur verður gloppaður.


Onnur hyggjuráð eru: verður koyringin ov einstáttað, tosa við hini í bilinum - um onnur eru við, rulla rútin niður so nógv frísk luft kemur inn, spæl tónleik, sum fær teg at vakna, et okkurt søtt osfr, helst hevur hvør sítt egna uppskot.


Men ver varin, kennir tú ov nógva møði á tær, steðga bilinum, gang rundan um hann nakrar ferðir. Hjálpir hetta ikki, so legg teg at sova til tú aftur heldur teg at kunna koyra - minst til fram kemur hann ið hóvliga fer.