? Verður mentanin stuðlaðfáa vit øll eina betri lívsdygd

- Samstarva øll innan mentunarlívið við politisku myndugleikarnar kunnu vit skapa karmar um mentanina, ið ger, at fólk skilja, at fyri hvørja krónu, ið verður latin mentanini kemur í øllum førum tað tvífaldaða aftur. Uttan pengar kann mentanin ikki mennast, sigur Astri Luihn, listakvinna, ið av øllum huga fegnast um nýggju tónarnar úr Mentamálastýrinum, ið siga, at nú skal mentanin takast í álvara.

Í hesum døgum fyrireikar hon eina listaframsýning við egnum verkum, sum skal vera í Norðurlandahúsinum í komandi mánaði. Astri Luihn, sum er ættað úr Noregi, kom til Føroyar fyrst í sjeytiárunum og hevur búð her meginpartin av tíðini síðani tá. Hon er cand. mag. í fólkalívsfrøði og tónleiki. Síðstu 10 árini hevur hon burturav virkað sum listafólk og í løtuni er hon forkvinna í felagnum Føroysk Myndlistafólk.

- Eins og við tónleiki ert tú sum listafólk noydd at arbeiða hvønn dag fyri at menna teg, fyri at halda handverkið við líka og fyri at fylgja við, hvat hendir. Sum listafólk mást tú eisini fylgja við myndlistini aðra staðni. Hugsar tú bert um títt egna steðgar tú upp. Eldri list er eisini ein kelda til íblástur. Í mínum føri eru tað serliga grafikararnir, eg havi lært nógv av. Listafólk síggja veruleikan á ymiskar mátar og tað í sjálvum sær íblástur. Tað nýtist als ikki at líkjast tí eg geri fyri at tað kann geva mær nakað, sigur Astri Luihn.

Síðstu árini hevur Astri Luihn sýnt fram á framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands. Hon er fyrst og fremst grafikari, hon arbeiðir mest við tí, sum verður rópt háprent, tað vil siga, hon sker í linolium ella træ og so verður tað prentað á pappír.

Á framsýningini í komandi mánaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum fer Astri Luihn at sýna fram 30-40 verk í ymiskum grafiskum teknikkum.

- Til hesa sýningina havi eg arbeitt við størri støddum enn eg annars plagi, og tað havi eg gjørt tilvitað, tí tað ber ikki til at sýna fram minni verk í einum høli sum Klingruni. Tey høvdu druknað í sterka ljósinum og stóru hølunum. Hetta hevur verið ein trupul, men kortini spennandi uppgáva, sum eg havi arbeitt fram ímóti.


Eg stóli aldri uppá eina bráðvakra mynd

- Myndlist er eitt handverk tú verður noydd at læra. Eg havi eina langa útbúgving aftan fyri meg í fólkalívsfrøði og tónleiki, men eg veit, hvussu lítið man í grundini veit. Hvussu nógv tað er at spyrja um og hvussu ein kann fáa sær vitan. Eldri ein verður, jú meiri gerst ein greiður yvir, hvussu lítið ein veit.

- Eg havi tikið ymisk skeið, men tað mesta havi eg lært við at spurt meg til ráðs hjá øðrum listafólkum.

Kunnu teknikkirnir ikki verða ein forðing fyri at úttrykkja seg?

- Jú, summi teknikkir eru truplir, men tað er ikki teknikkurin, ið skapar myndina. Einfaldasti teknikkurin kann eisini verða tann truplasti. Ein blýantstekning er ein einfaldur teknikkur. Men hygg hvussu fá duga tað? Innan oljumáling og grafikk kanst tú lætt skapa effektir. Dekorativar myndir eru í mínum hugaheimi keðiligar myndir, tí tað dekorativa heldur ikki og slíkar myndir liva stutt. Tær eru ov eindimensjónellar og tú verður so blendað av teimum, at tú sært ikki tað, sum er aftanfyri. Ein mynd, sum ikki er bráðvøkur, kemur til tín á ein annan máta so líðandi. Eg stóli aldri uppá eina bráðvakra mynd. Ein góð mynd skal síggjast hvønn dag, og tú skalt síggja nakað nýtt hvønn tann einasta dag, sigur Astri Luihn.

Áðrenn listin gjørdist høvuðsyrkið hjá Astri Luihn, arbeiddi hon sum tónleikagranskari á Universitetinum í Tróndheimi. Hon hevur fingið granskingarstyrk frá Norðurlendska Ráðharraráðnum at granska tónleik, serliga fólkatónleik, og eisini í Føroyum hevur hon granskað.


Ikki skomm at verða vrakað

Í 1981 varð felagið Føroysk Myndlistafólk stovnað. Felagið er fyri yrkislistafólk og tað hevur 45 limir, føroyingar, ið búgva í Føroyum og uttanlands. Síðani 1990 hevur felagið á hvørjum ári skipað fyri Várframsýningini, sum er í Listaskálanum, og umframt limagjaldið er hetta einasta inntøkukeldan hjá felagnum.

Várframsýningin er einasta sensureraða framsýningin í Føroyum og í farnu viku var seinasta freist at senda verk inn til framsýningina. Nevndin, ið velur og vrakar millum verkini, verður broytt á hvørjum ári.

- Sjálvsagt eru ymiskar meiningar um list. Tá ið eitt verk ikki verður valt nýtist tað ikki at vera tí, at tað er vánaligt, men vanliga er tað tí, at tað er ikki nóg gott. Fólk skulu kortini ikki missa dirvið, tey skulu søkja aftur og aftur. Vit hava øll roynt at arbeiða fram ímóti einum máli og hava kanska verðið vrakað bæði tvær og tríggjar ferðir. Men vil ein arbeiða innan list verður ein noydd at halda fram, og tað er als eingin skomm at verða vrakað á Várframsýningini. Tað kemur meiri enn so fyri, at kend listafólk ikki fáa meiri enn eitt verk við. Vit kundu eisini havt fleiri sensureraðar framsýningar í Føroyum, har tað vóru onnur sum valdu út.

Endamálið við felagnum Føroysk Myndlistafólk er at menna føroyska myndlist. Felagið er eisini eitt forum hjá listafólki at koma saman.

- Eg sakni, at listafólk koma saman og tosa og kritisera listina. Tíverri eru tey flestu av okkara yngru listafólkum búsitandi í Danmark og aðra staðni. Í Føroyum er tað ógvuliga ringt at klára seg sum listafólk, eingin stuðul er til atelier og eingi stipendii eru at søkja. Fleiri av okkara eldri listafólkum hava búð uttanlands stóran part av lívinum. Hóast listafólkini hava eina yrkis útbúgving í list hava tey flestu altíð havt eitt starv við síðuna av. Annars ber tað ikki til.


Nýggir tónar

Fyri fyrstu ferð hevur Føroysk Myndlist fingið eina játtan á løgtingsfíggjarlógini, 60.000 krónur til ferðastipendii. Fólk kunnu í næstum søkja felagið um stuðul til eina ferð til útlandið. Hetta verður lýst í bløðunum.

- Listafólk hava brúk fyri at fáa íblástur uttanlands. Fleiri av okkara limum hava søkt um stuðul til atelier uttanlands í nakrar mánaðir. Vit vildu fegin havt eitt gestaatelier í Føroyum, sum vit kundu boðið útlendskum myndalistafólki at brúka, og sjálvsagt eisini betri umstøður til okkara egnu listafólk, soleiðis at tey kundu fingið ískoyti til atelier. Sum nú er kunnu føroysk myndlistafólk bert liva av sølu av myndum. Nógv selja á gallaríum í Danmark, men tað er ikki so lætt, tí tá er tað áhugin, ið avger prísin. Tað er lætt at koma inn í eina ónda ringrás, har tú bert ger tað sum fólk vilja keypa, men tá doyr myndlistin. Tíverri er tað ikki so, at tað eru tær bestu myndirnar, sum selja. Føroysk myndlistafólk hava uppiborið at fáa betri umstøður.

- Vit hava eitt gott samstarv við Mentamálastýrið og vit føla, at vit sita somu megin borðið. Einki er vunnið við, at vit klandrast og at misunna øðrum, sum fáa. Vit fáa tað øll betri um eitt nú mentanin á bygd fær tað betri og til dømis høli at sýna fram. Vit verða øll ríkari um Føroyar verða eitt land mentunarliga, og tað eru vit ikki í løtuni. Fólk í útjaðaraøkjunum hava í dag ov fá mentunartilboð.

- Samstarva vit kunnu vit skapa karmar rundan um mentanina, ið ger, at fólk skilja, at fyri hvørja krónu, ið verður latin mentanini kemur í øllum førum tað tvífaldaða aftur. At vit fáa stuðul er nýtt, og yvirhøvur tað, at mentanin verður tikin í álvara er nakað nýtt. Mentan hevur altíð verið eitt umráði, sum fólk halda gongur av sær sjálvum, men veruleikin er, at uttan pengar kann mentanin ikki mennast, sigur Astri Luihn.

Føroysk Myndlistafólk er limur í fleiri felagsskapum, eitt nú NKF ella Nordisk Kunst Forbund, ið arbeiðir við, at norðurlendsk myndlistafólk gera framsýningar saman, og BIN, ið er fakfelag fyri norðurlendsk myndlistafólk.


Listafólk eiga at fáa prýðisuppgávur

Í øðrum londum letur tað almenna ein ávísan prosentpart av samlaða kostnaðinum til prýðisuppgávur til listafólk, vanliga 1-2 %, tá ið bygt, umbygt ella umvælt verður.

- Okkara ynski er, at tað almenna hugsar um listina og okkara listafólk, tá ið tað byggir ella umvælir. Tað lønar seg at brúka pengar til mentan og list, tí eg veit, at fólk verða meiri produktiv betri og vakrari hølini og umstøðurnar eru. Hetta er als eingin útreiðsla sum aðrar, ið ikki síggjast aftur.

Føroysk myndlist og listafólk fáa góð ummæli uttanlands. Vit eru ikki aftan fyri í mun til onnur lond hóast vit eru færri í tali, heldur Astri Luihn.

- Seinastu tíggju árini eru fleiri ymisk listafólk komin og vit síggja fleiri teknikkir enn fyrr. Vit síggja oftari tekstillist, leirlist, fleiri grafikarar eru komnir og fleiri blanda fleiri teknikkir saman. Yvirhøvur er tað meiri blandað nú og tað síggja vit eisini uttanlands. Tey yngru listafólkini hava ein øðrvísi máta at úttrykkja seg uppá enn tey eldri, fyrr var illa. Men hóast Ingólf av Reyni er ein tann elsti listamaðurin í Føroyum fylgir hann væl við tíðini. Hann er partur av síni samtíð í listini.


Hvørt ættarlið hevur sítt forum

Astri Luihn var ein teirra, ið var við til at geva mentunartíðarritið Brá út. Ritið kom út eina til tvær ferðir um árið í 10 ár.

- Vit vóru eitt ættarlið av fólki, sum vóru intellektuell og sum hildu tað vera umráðandi at hava eitt tíðarrit, har vit kundu tosa breitt um mentan. Vit búðu í ymiskum londum, men vit komu kortini ofta saman og vit høvdu eitt umhvørvi, ið brendi fyri at hava intellektuell orðaskifti og at geva ritið út sum eitt forum fyri eitt mentunarkjak.

- Hvørt ættarlið hevur sítt egna forum. Brá var okkara forum og 10 ár er leingi at halda saman um eitt tíðarrit. Vit royndu at fáa yngri fólk at taka við, men tað var torført yvirtaka nakað, sum onnur høvdu skapt og givið ein stíl. Ættarliðið, sum er virkið í mentunarlívinum nú, eigur at skapa sítt egna forum, har tey diskutera, intellektuellisera og kritisera. Tað føroyska demokratiið hevur brúk fyri einum forumi og at tey yngru fólkini koma við sínum. Ung fólk balla ikki so væl orðini inn sum eldri. Tey ræðast ikki fyri at verða hvassorðað. Tað gjørdu vit heldur ikki fyrstu árini, men so blivu vit eisini eldri og so líðandi sóu vit ikki so svart/hvítt uppá tingini.

- Tað er strævið at geva eitt slíkt tíðarrit út so leingi. Hvørki tey, sum skrivaðu ella vit sum góvu út, fingu eitt oyra afturfyri. Tað gongur eina tíð, men tú orkar ikki at halda fram. Onnur Norðurlond lata ískoyti til mentunarlig tíðarrit. Hevði so verið í Føroyum høvdu vit fingið eitt betri tíðarrit, betri mentan og betri demokrati.


Teir vísa ein vilja

Fyri 16 árum síðani skrivaðu Astri Luihn saman við manninum Eyðuni Andreasen eina grein í Brá við yvirskriftini ?Tørvar okkum ein mentunarpolitikk?. Greinin var hvassorðað og greinskrivararnir løgdu føroysku politikararnar undir hvørki at hava áhuga ella fatan fyri mentanini. Í dag heldur Astri Luihn, at broyting er komin í.

- Tað hevur tikið alt ov langa tíð til at fáa eyguni hjá fólki upp fyri, at mentan kostar. Vit vita um rithøvundar, sum sita við stórum lánum, tí teir hava givið eina bók út, og at listafólk arbeiða í køldum atelierum, tí tey ikki hava ráð til nakað. Vit eru við at koma burtur frá tí teirri fatanini, at jú verri listafólk hava tað, jú meiri skapa tey. Dygdin verður ikki betri av, jú minni pengar eru. - Fatanin hjá føroyskum politikarum fyri mentanini er við at broytast. Teir vísa ein vilja til at fáa ein orðaðan mentunarpolitikk og vit bíða spent eftir virkisætlanini, ið kemur í summar, har umsitingin og politikararnir viðgera mentanina sum eina heild. Tað tekur tíð at fáa eina vend í innan eitt øki sum mentanina og tað verður ikki eftir einum ári, at vit fáa nógvar pengar á fíggjarlógini til mentan. Vit noyðast alla tíðina at upplýsa, tosa saman og sannføra tey fólkini, ið ikki trúgva uppá, at fíggjarpolitikkurin er vegurin, meðan málið er lívsdygdin. Og tað er har mentanin kemur inn. Vit síggja, at tey londini og økini, sum leggja stóran dent og orku á mentan, blomstra og at fólk flyta hagar.

Astri Luihn heldur, at tað er týdningarmikið, at tey, sum fyrireika ein framtíðar føroyskan mentapolitikk hoyra allar partar innan mentunarlívið. Endamálið við einum føroyskum mentapolitikki skal vera, at vit øll skulu fáa eina betri lívsdygd.

- Tað er umráðandi, at tað ikki bert verður lurtað eftir teimum, ið við albogum tosa sína søk. Myndlistafólk eitt nú mugu minnast til, at tað ikki bara er myndlistin, ið hevur týdning. Øll føroyska mentanin eigur at verða umboðað. Samstarva øll innan mentunarlívið rokni eg við, at pengarnir til mentanina verða fleiri.

- Gamla tradisjónella mentanin, eitt nú dansifeløgini, má ikki gloymast. Í dag verður hon brúkt retoriskt og sum eitt flagg, ið vit kunnu veitra við á Ólavsøku. Vit síggja til dømis, at tann tradisjónella mentanin er ikki við í LISA, ið er felagsskapur fyri skapandi fólk í Føroyum. Har er kór, sjónleikur, arkitektar, myndlistafólk, men eingin, ið umboðar føroyska dansin. Á fíggjarlógini fáa tólv menn heiðursgávu, men teirra millum er eingin kvæðaskipari. Teir eru so stór listafólk, men teir verða bara brúktir á veitslum og til at veitra við á Ólavsøku.

- Vit hava eitt musikalskt móðurmál í Føroyum, sum er útdeytt. Í sjeytiárunum ferðaðist eg runt og tók føroyskan dans upp. Tá vóru skiparar, sum dugdu at broyta kvæðaløgini, og dansifólkini kendu frábrigdini. Ein skipari sum Martin Tórgarð broytir eitt kvæðalag frá byrjan til enda og hetta er eitt mál, sum tú mást læra teg. At eitt kvæði verður kvøðið við sama lagi frá byrjan til enda er heilt fremmant fyri føroyska dansin.

- Føroyingar vilja brúka føroyska dansin sum eitt tjóðskaparligt súmbol, men vit hava ikki skilt, at tað eisini er eitt móðurmál, sum vit longu hava kvett sambandið við. Føroyingar hava bara havt áhuga fyri at varðveita orðini í kvæðunum, men tey eru bert triðingurin av føroyska dansinum. Føroyskur dansur er dansur, tónleikur og orð.

- Vit eiga eisini ein sera vakran sálmasang í Føroyum, eina flotta religiøsa musikalska tradisjón sum næstan onga aðra staðni, men ungfólk í Føroyum hava bert hug at syngja gospel. Eg skilji ikki, hví hesi ungfólkini bara hava hug at taka tað til sín, sum er útlendskt. Gospel verður ongantíð eins og ein lutherskur sálmatóni føroyskur, sigur Astri Luihn at enda í viðtali.