Jens Martin í B93 málinum

Fótbóltur: Danska superligaliðið er á venjingarlegu á sama stað sum føroyska landsliðið og mátti fríggjadagin læna føroyska landsliðsveteranin til ein venjingardyst

Veteranmálverjin og metmaðurin á føroyska landsliðnum, Jens Martin Knudsen, hevur ongantíð fjalt yvir, at stóri dreymurin hjá honum hevur verið at liva av at spæla fótbólt.

Dreymurin gjørdist til veruleika í fjør, tá hann skrivaði sáttmála við Leiftur á Ólafsfirði í Íslandi, og aftur í ár skal hann yvir til Íslands at vinna til dagligt breyð sum málverji.

Fram móti endanum á síðsta kappingarári ljóðaði, at Jens Martin skuldi longur suður í Europa at spæla fótbólt í vetur. Hann samráddist við fleiri feløg, men tað spurdist einki burturúr, m.a. tí málverjin hevur tað prinsipp, at hann fer ikki burtur at vísa, hvat hann dugur til. Hann heldur, at teir, sum eru hugaðir at fáa hann sum málverja, í staðin fyri at fáa hann til royndarvenjingar, kunnu meta um, hvat hann dugur til, við at hyggja at upptøkum, tá Jens Martin hevur vart málið á landsliðnum.

So Jens Martin hevur verið heima á klettunum í vetur. Hann hevur verið spælandi venjari hjá Tjaldrinum í 1. deild í hondbólti.


Hjálpti B93

Men fríggjadagin vóru so boð eftir Jens Martini Knudsen longri suðuri frá úr Europa.

Botnliðið í bestu donsku deildini, B93 úr Keypmannahavn, hevur verið á venjingarlegu á sama staði sum føroyska landsliðið. Teir høvdu tveir málverjar við, men tað vildi so illa til, at tá teir fríggjadagin skuldu spæla venjingardyst móti einum russiskum liði, vóru báðir málverjarnir skaddir, og so noyddust teir at læna ein málverja.

Allan Simonsen og Jens Martin Knudsen høvdu einki ímóti hesum, og soleiðis bar tað til, at Jens Martin slapp at royna seg í málinum hjá einum liði í superliguni. Russiska liðið vann 1-0, og vit frætta, at Jens Martin gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum.