Petra Smith

Hósdagin 4. mars slóknaði Petra Smith, Tróndargøta 35 í Havn. Hon var fødd 9. september 1912, og var 86 ár, nú hon fór. Petra misti mannin, Charles í 1981, hann var í mong ár sýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum. Børn teirra eru Ella og Tórfinn.

Foreldur Petru vóru Olevina f. Rubeksen og Tummas hjá Funnings-Jóannesi, bæði úr Havn. Johannes Thomsen, sáli fyrrv., stjóri í Líkningarráðnum var einasta systkin hennara.

Petra var kent andlit í Havn, hon var á Mjólkaforsýningini í Tórsgøtu og eisini í H. N. Jakobsens Bókhandli á yngri árum. Hennara sermerkta, fryntliga sinni, nær og hvar tú hitti hana, var hennara vera. Hon frøddist um lívið og gleddist, tá væl gekst í hond, og hugnaligt, ja lívsjáttandi var hvør løtan, tá tú støkk inn á gólvið í Tróndargøtu 35, frágera frásøguevni hennara gjørdi altíð løtuna ljósa.

Hóast sorgin var stór, tá Chasrles doyði, so hevði hon børnini, ommubørnini og svigarbørnini, sum fyltu lív hennara, men missurin av ommusoninum, Eyðuni, fyri lítlum ári síðani var meira enn hvøkkurin, og ikki er at taka seg aftur í, at lívstreystið tá fekk smeitin harða.

Við sorgblídni minnast vit Petru Smith, ljósglæmuna horvnu í býarmyndini.

Seinastu løtuna í heiminum sunnukvøldið, áðrenn børan var borin út í Vesturkirkjujna, var hesin yndisligi sangurin sungin. Yrkjarin er dótturin Ella.

jl


Til mammu, ommu og langommu

Lag: Nú hitar sólin bjarta land og hav


Nú várið nærkast, summarið er nær,

og vakrar blómur spíra víða hvar -

men alt í einum - ljósið bleiv til myrkur,

tí góða mamma, tú ert ikki meir.


Takk fyri alt, tú fyri okkum vart,

í hesum heimi skein títt ljós so bjart -

Títt ljósa lyndi spjaddi bara gleði

so hjartaliga øll tók í tín favn.


Takk fyri allar góðar løtur her.

Ei untist okkum fleir í hesi verð,

Títt trúfesti rakk út um egnar veggir,

tó fremst øll tíni altíð lógu tær.


Hjá okkum allarbesta omma vart,

tí tykist alt í løtuni so svart,

men vit teg minnast, og vit aldrin gloyma,

tey góðu orð, tú okkum hevur lært.


Vit fara ongantíð at gloyma teg,

men fjálga um tey góðu minnini,

nú vart tú móð og vildi heim at sova -

Far trygg - og Jesuspápi fylgi tær.