hermenninir lótu lív, tá eitt hernaðarakfar fór í luftina, men fyribils verður einki sagt um, hví akfarið sprongdist. Býurin Rafah liggur har suðuri í Gazageiranum, nærindis markinum til Egyptalands, og tað [...] Í dag veit ísraelska tíðindastovan, Haaretz, at siga, at átta ísraelskir hermenn eru deyðir nærindis býnum, Rafah, í Gazageiranum. Ísraelski herurin (IDF) váttar eisini tíðindini. Sagt verður, at hermenninir [...] ikki at helma í við álopunum á hernaðarliga bólkin Hamas, fyrr enn felagsskapurin er jarðlagdur. Tað var Hamas, sum leyp á Ísrael við herfólki og einum ótali av rakettum hin 7. oktober í fjør. Hamas drap
endurgevur, fram undir einum russiskum álopi í økinum. Kherson er landslutur har suðuri í Ukraina, og Kherson er eisini ein stórur býur í regiónini. Russiski herurin hevði tikið Kherson, men tað er nú langt síðan [...] russum. Í løtuni er ikki nógv, sum bendir á, at russar veruliga vilja, at tað verður friður aftur í Ukraina. Eftir russiskan ágang í meira enn trý ár við áhaldandi álopum, ynskja fólk og familjur í Ukraina [...] Í morgun veit Reuters at siga, at trý sivilfólk hava latið lív í tí partinum av Kherson í Ukraina, sum Russland hevur hertikið. Hendingin fór sambært russisku tíðindastovuni RIA, sum Reuters endurgevur
verður, at ísraelska álopið, sum gjørdi av við Hamas-leiðaran, var í Khan Younis har suðuri í Gazageiranum. - Kona leiðaran læt eisini lív í álopinum, siga keldurnar, sum Reuters endurgevur. Ísrael fór undir [...] Hamas hevur framvegis ísraelskar gíslar í Gazageiranum, sum enn ikki eru leyslatnir. Hetta eru gíslar, sum Hamas tók undir einum umfatandi álopi á Ísrael hin 7. oktober í 2023. [...] ísraelskt loftálop hevur tikið lívið av Hamas-leiðaranum, Salah al-Bardaweel. Tað veit Reuters at siga í kvøld, og Reuters endurgevur Hamas-keldur og palestinskar miðlar. Ísrael hevur higartil ikki gjørt
Bjørg Bláberg helt 30 ára starvsdag í Býlingshúsinum vestur á Flat í Hoyvík fríggjadagin, og varð fagnað við blómum og røðum. Annika Olsen, borgarstjóri, segði millum annað í røðu síni, at eitt so langt tíðarskeið [...] ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvinum. Og tað dámar henni væl. Tí onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum. - Og tí var stuttligt at hoyra [...] trúfesti ovast á listanum. Ikki bara ert tú trúføst, men eisini rólig, ábyrgdarfull, mild og blíð og sera góð við bæði børn og foreldur. Starvsfelagarnir siga eisini, at tú ert gull verd fyri tey og fyri stovnin
Tú ert ikki bara í størri vanda fyri at fáa krabbamein, um tú vigar ov nógv. Tú ert eisini í størri vanda fyri at fáa aðrar sjúkur. Tað skrivar heimasíðan www.canser.dk Fyribyrg yvirvekt Tá tú fyrst vigar [...] heilsugott, og nær tey hóskiliga røra seg. Heilsubetri lív Tú ert ikki einsamallur í tínari stremban eftir at halda vektina. Kræftens Bekæmpelse í Danmark gevur eisini sítt íkast til, at fólk kunnu liva heilsugott
leiðaran í baskiska loysingarfelagsskapinum ETA Garikoitz Aspiazu Rubina var tikin í nátt í fjøllunum har suðuri í Fraklandi tætt við markið millum Frakland og Spania, sigur innanríkisráðið í París. Rubina [...] um í franska býnmum Capbreton í fjør. Franskir serfrøðingar siga í morgun, at handtøkan í nátt er eitt álvarssamt bakkast fyri ETA. Teir vísa á, at tað er bara eitt hálvt ár, síðani varaleiðarin í ETA [...] ETA, Javier Lopez Pena, bleiv tikin í franska býnum Bordeaux.
sjálvstøðuga hugsan og endurskoðan av fatanum. Ert tú fyri fríum vali, les bókina. Um tú ert fyri lívi, les bókina. Ert tú ivandi, les bókina, verður sagt í tíðindaskrivinum. [...] tí fyri eyga at stimbra sakliga og faktuella umrøðu av fosturtøku evninum, skrivar Føroya Pro Vita í tíðindaskrivi. “Hví verja lív?” er skrivað av kenda amerikanska rithøvundanum Randy Alcorn, sum setur [...] evni úr læknafrøðiligum, átrúnaðarligum, vísindaligum og heimspekiligum sjónarhornum, verður sagt í tíðindaskrivinum. Hóast bókin er skrivað við støði í øðrum samfelag enn tí føroyska, eru tvístøðurnar
og hevur í fleiri ár verið í bardøgum við stjórnarherin í landspartinum Darfur. Í síðstu viku samdust stjórnin og uppreistrarfelagsskapurin um eina fyribilsavtalu um frið í Darfur, og ætlanin er, at partarnir [...] Stjórnin í Sudan sigur seg nú vera til reiðar at bjóða uppreistrarfelagsskapinum JEM ráðharrasessir í landsins stjórn, um felagsskapurin vil leggja vápnini afturfyri. JEM er virkin har suðuri í Sudan og [...] partarnir skulu skriva undir eina endaliga friðaravtalu í høvuðsstaðnum í Qatar, Doha. Men eygleiðarar siga, at partarnir hava ikki fult álit á hvør øðrum, tí avtalur, sum teir hava gjørt fyrr, hava sjáldan
hjá TB í dag, tá hann í 3-1 sigrinum ímóti FC Suðuroy suðuri í Vági skeyt tvey mál fyri TB. Í samrøðuni greiðir Patrik Johannesen frá báðum málunum, sum hann skeyt í dag. Patrik kom á vøllin í 61. minutti [...] avgjørt, at teir í TB hava higartil gjørt ekspertarnar til skammar, sum hava tippað TB at enda aftast í effodeildini. TB hevur fimm stig fyri tríggjar dystir, og liggur fyribils næstovast í effodeildini.
at teir mæla frá allari óneyðugari koyring í Norðoyggjum og í norðara parti í Eysturoy. Suðuri á landi sær nógv frægari út. Veðrið fer at batna í dag, men í kvøld sigur hann aftur frá kava, so tá verða [...] Landsverk mælir í morgun frá allari óneygari bilkoyring í norðara parti í Føroyum. Hann hevur kavað av møkum nú í fleiri tímar, so koyrilíkindini eru avbera vánalig, tí hóast grivið verður við fullari