Franska løgreglan hevur tikið hernaðarliga leiðaran í baskiska loysingarfelagsskapinum ETA Garikoitz Aspiazu Rubina var tikin í nátt í fjøllunum har suðuri í Fraklandi tætt við markið millum Frakland og Spania, sigur innanríkisráðið í París.
Rubina, sum eisini er kendur undir navninum Txeroki, er undir illgruna fyri at hava beint fyri tveimum sponskum løgreglumonnum í franska býnmum Capbreton í fjør.
Franskir serfrøðingar siga í morgun, at handtøkan í nátt er eitt álvarssamt bakkast fyri ETA. Teir vísa á, at tað er bara eitt hálvt ár, síðani varaleiðarin í ETA, Javier Lopez Pena, bleiv tikin í franska býnum Bordeaux.









