TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Patrik Johannesen, sum við tveimum málum gjørdist stóra hetjan hjá TB í dag, tá hann í 3-1 sigrinum ímóti FC Suðuroy suðuri í Vági skeyt tvey mál fyri TB.
Í samrøðuni greiðir Patrik Johannesen frá báðum málunum, sum hann skeyt í dag. Patrik kom á vøllin í 61. minutti, tá støðan var 1-1.
Patrik heldur avgjørt, at teir í TB hava higartil gjørt ekspertarnar til skammar, sum hava tippað TB at enda aftast í effodeildini. TB hevur fimm stig fyri tríggjar dystir, og liggur fyribils næstovast í effodeildini.











