Stjórnin í Sudan sigur seg nú vera til reiðar at bjóða uppreistrarfelagsskapinum JEM ráðharrasessir í landsins stjórn, um felagsskapurin vil leggja vápnini afturfyri. JEM er virkin har suðuri í Sudan og hevur í fleiri ár verið í bardøgum við stjórnarherin í landspartinum Darfur.
Í síðstu viku samdust stjórnin og uppreistrarfelagsskapurin um eina fyribilsavtalu um frið í Darfur, og ætlanin er, at partarnir skulu skriva undir eina endaliga friðaravtalu í høvuðsstaðnum í Qatar, Doha.
Men eygleiðarar siga, at partarnir hava ikki fult álit á hvør øðrum, tí avtalur, sum teir hava gjørt fyrr, hava sjáldan hildið leingi.










