Bjørg fagnað á 30 ára starvsdegi

Bjørg Bláberg helt 30 ára starvsdag í Býlingshúsinum vestur á Flat í Hoyvík fríggjadagin, og varð fagnað við blómum og røðum. Annika Olsen, borgarstjóri, segði millum annað í røðu síni, at eitt so langt tíðarskeið er altíð ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvinum. Og tað dámar henni væl. Tí onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum.

 

- Og tí var stuttligt at hoyra, at tá vit fregnaðust um hvat tínir starvsfelagar hildu um teg, so stóð júst trúfesti ovast á listanum. Ikki bara ert tú trúføst, men eisini rólig, ábyrgdarfull, mild og blíð og sera góð við bæði børn og foreldur. Starvsfelagarnir siga eisini, at tú ert gull verd fyri tey og fyri stovnin, ongin kennir søguna hjá stovninum sum tú, og sum samstarvsfelagi ert tú altíð klár við tí góða orðinum, segði Annika Olsen.