Landsverk mælir í morgun frá allari óneygari bilkoyring í norðara parti í Føroyum. Hann hevur kavað av møkum nú í fleiri tímar, so koyrilíkindini eru avbera vánalig, tí hóast grivið verður við fullari megi, knípur at halda vegirnar so frægar, at tað er koyrandi.
Árni Jacobsen á Landsverki sigur, at tað eru so vánalig líkindi, at teir mæla frá allari óneyðugari koyring í Norðoyggjum og í norðara parti í Eysturoy.
Suðuri á landi sær nógv frægari út.
Veðrið fer at batna í dag, men í kvøld sigur hann aftur frá kava, so tá verða líkindini uttan iva eisini vánalig, sigur Árni Jacobsen.