Nýggj bók um at verja lív

Føroya Pro Vita, ið er felagsskapur, sum arbeiðir fyri “lívi” - frá gitnaði til náturligan deyða, letur komandi dagarnar bókina “Hví verja lív?” í hvørt hús í landinum

Bókin verður útgivin við tí fyri eyga at stimbra sakliga og faktuella umrøðu av fosturtøku evninum, skrivar Føroya Pro Vita í tíðindaskrivi.

“Hví verja lív?” er skrivað av kenda amerikanska rithøvundanum Randy Alcorn, sum setur orð á stigmatiserað evni í samband við fosturtøku, kvinnuna, avleiðingar og loysnir. Rithøvundurin megnar hegnisliga og við nærlagni at lýsa og viðgera hesi stóru og eymu evni úr læknafrøðiligum, átrúnaðarligum, vísindaligum og heimspekiligum sjónarhornum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Hóast bókin er skrivað við støði í øðrum samfelag enn tí føroyska, eru tvístøðurnar tær somu. Tí hevur Føroya Pro Vita tikið stig til at týða bókina og at fáa hana út í Føroyum.

Bókin er beinrakin og skjót at lesa. Hon gevur íblástur til betri samtalu manna millum, sjálvstøðuga hugsan og endurskoðan av fatanum. Ert tú fyri fríum vali, les bókina. Um tú ert fyri lívi, les bókina. Ert tú ivandi, les bókina, verður sagt í tíðindaskrivinum.