tað, og tað havi eg sagt við spælararnar, sigur Tony Paris, venjarin hjá KÍ, og liðformaðurin, Jan Joensen, tekur undir við honum. Liðformaðurin ivast heldur ikki í, at tað fer at eydnast at vinna í dag: [...] positiva í, at vit høvdu málmøguleikar, og at vit megnaðu at avmarka tapið til tvey mál, heldur Jan Joensen. ? Móti ÍF fara vit at hava nógv tað mesta av spælinum. Spurningurin er, um vit fara at fáa mál burturúr [...] verður bara ta fyrstu løtuna, og um vit tíðliga skora eitt mál, so verður tað sera hugaligt. Jan Allan Müller hevur vant millum lítið og einki saman við hinum, síðani hann kom til Klaksvíkar, men hann
tað vera nakað húsarhald, ið roknar inntøkur sum avlop, áðrenn avdrøgini eru drigin frá. Edmund Joensen heldur ikki, at Fíggjarlógaruppskotið hongur saman við fullveldisætlanum Landsstýrissins. Hann vísir [...] ikki hava nakað vald á. Tí eru tað útreiðslusíðurnar, ið mugu stýrast. Stórar eykajáttanir Edmund Joensen vísir á, at tað ikki er tikin hædd fyri øllum almennum lønarhækkingum í nýggju Løgtingsfíggjarlógini [...] . Eisini vísir hann á, at tað uttan iva fara at krevjast eykajáttanir til onnur endamál. Edmund Joensen sigur at enda í stuttu viðmerking síni til Fíggjarlógaruppskotið, ið varð lagt fyri Løgtingið fyrradagin
hjá honum at vera við millum teir fyrstu ellivu nærkaðist í stórum. Í staðin fyri miðvallaran valdi Allan Simonsen í gjár Bartal Eliasen úr GÍ, sum áður hevur spælt tveir landsdystir, og sum var innkallaður [...] landsliðsmenninir tøkir. Tá GÍ og B68 stríddust í storminum í Sarpigerði leygardagin, kom Sámal Joensen ikki á vøllin eftir steðgin, men so vítt, sum vit hava skilt, so verður hann við í flogfarinum hjá
Sunvard Joensen ? Bartal Eliasen, Jóan Petur Olsen, Poul Ennigarð ? Rúni Justinussen, Magni Jarnskor, Sámal Joensen, Pauli Jarnskor, Súni Olsen ? Alexander Radosavlovic, Henning Jarnskor B68: Allan Joensen [...] spælarar, og tað sást aftur í, at tað var størri trýst ímóti málinum hjá Allani Joensen, enn tað var ímóti málinum hjá Sunvardi Joensen. GÍ fekk trý mál, og longu undan steðginum var tað greitt, at heimaliðið
Bertholdsen, Jan Allan Müller, Jan Joensen, John Ryan ? Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni ÍF: Rúni Joensen ? Sigfríður Abrahamsen, Tomek Przbylski, Áslakur R. Petersen, Torstein Joensen, Roy Róin [...] fuglfirðingar settu sjálvir síðsta naglan í, tá ein teirra stýrdi bóltinum inn um stólpan aftanfyri Rúna Joensen, eftir at innskifti Eyðun Klakkstein royndi seg við fløtum skoti úr vinstru. Ítróttar-Sosialurin
teir fara til feløg, sum hava persónligt samband við Klaksvíkar Ítróttarfelag. John Ryan og Arnold Joensen fara hósdagin til Sogndal í Noregi, sum er felagið hjá Kurt Mørkøre og Juliani Johnsson. Í fyrstu [...] klaksvíkingarnar og Svendborg kom í lag, tá umboð fyri fjónska felagið vitjaðu í Klaksvík, eftir at Jan Allan Müller var komin til KÍ. At spælarar á føroyska meistaraliðnum fara at royna seg á einum illa støddum [...] kappingarár, eru sambært formanninum Svend Jacobsen, Rógvi Jacobsen, John Ryan, Heðin á Lakjuni, Arnold Joensen, Jan Andreasen og Gunnar á Steig, sum fyri tað mesta í ár hevur sitið á beinkinum og onkuntíð hevur
verður vongverji í høgru, og Allan Mørkøre verður ein av trimum miðvallarunum. Higartil í ár hava John Petersen, Sámal Joensen og Julian Johnsson verið á miðvøllinum, og um Allan Mørkøre skal hava eitt av [...] stórar broytingar á liðnum, og tað fer hann heldur ikki at gera hesa ferð. John Petersen og Sámal Joensen vóru leikbannaðir seinast, og teir eru báðir við í Prag. Tað vil við øðrum orðum siga, at tólv menn [...] settur uttanfyri. Hin møguleikin ? og hann er meiri sannlíkur ? er, at Julian Johnsson ella Sámal Joensen verður settur út um. Hvør tað verður ber illa til siga, tí í verjustríðnum ímóti kekkum hevði tað
s, og tað gjørdi hann so rudduliga. 9. Allan Mørkøre, HB, 46/1: Var hesa ferð á miðvøllinum fyrsta tíman, men tá Pól Thorsteinsson varð rikin av vølli, fór Allan aftur á vongverjan í høgru. Vann nógvar [...] harvið skilabestu loysnina, men royndi onkra ferðina í 2. hálvleiki við longum sendingum. 6. Sámal Joensen, GÍ, 13/0: Stríddist á miðvøllinum, har hann var annar av bylgjubrótarunum. Fekk fatur á einari rúgvu
Henning Jarnskor úr GÍ og Pól Thorsteinsson úr B36, sum skuldu byrgja fyri í borðunum, meðan Sámal Joensen, Allan Mørkøre og Julian Johnsson á miðvøllinum skuldu kroysta mótstøðumenninar til einfaldu loysnirnar [...] sínum lagi til sínar áskoðarar at takka teimum fyri stuðulin, og kekkisku spælararnir runnu kring allan vøllin í tað mesta av einum hálvum tíma og takkaðu sínum viðhaldsfólkum, meðan sangur og tónleikur
Hansen, liðformaður, B36, 7. Henning Jarnskor, GÍ (13. Øssur Hansen, B36, 89.) ? 9. Allan Mørkøre, HB, 6. Sámal Joensen, GÍ, 8. Julian Johnsson, Sogndal ? 11. John Petersen, B36 (18. Rógvi Jacobsen, KÍ, [...] Jarnskor 7., Óli Johannesen, 43., Jens Martin Knudsen, 60. Reytt kort: Pól Thorsteinsson 60. Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham Lækni: Jens Pauli Marstein