? Eg havi ikki nærlisið fíggarlógaruppskotið, men eg kann beinan vegin siga, at tað er skeivt, tá víst verður á, at avlopið er 449 milliónir krónur. Hetta er talið áðrenn avdrøg eru drigin burturav. Avdrøgini eru 128 milliónir, og tí er rætta avlopið 331 millinónir krónur.
? Hetta er ógvuliga løgi fyribrygdi. Tí neyvan man tað vera nakað húsarhald, ið roknar inntøkur sum avlop, áðrenn avdrøgini eru drigin frá.
Edmund Joensen heldur ikki, at Fíggjarlógaruppskotið hongur saman við fullveldisætlanum Landsstýrissins. Hann vísir á, at talan enn einaferð er um eina hækkan á útreiðsluøkinum, og tað heldur hann ikki kann vera rætt, tá endamálið er at fáa føroyskt fullveldi. Formaður Sambandsfloksins vísir á, at sitandi Landsstýrið tilsamans hevur hækka almennu útreiðslurnar við 300 til 400 milliónum.
? Eg veit væl, at tað hevur gingist føroyska samfelagnum væl seinastu árini. Men hetta er orsakað av viðurskiftum, vit ikki hava nakað vald á. Tí eru tað útreiðslusíðurnar, ið mugu stýrast.
Stórar eykajáttanir
Edmund Joensen vísir á, at tað ikki er tikin hædd fyri øllum almennum lønarhækkingum í nýggju Løgtingsfíggjarlógini, og tí kann væntast, at neyðugt verður við eykajáttanum. Eisini vísir hann á, at tað uttan iva fara at krevjast eykajáttanir til onnur endamál.
Edmund Joensen sigur at enda í stuttu viðmerking síni til Fíggjarlógaruppskotið, ið varð lagt fyri Løgtingið fyrradagin, at hann ikki heldur nakað samsvar vera ímillum sagt og gjørt í føroyskum politikki í løtuni. Hann vísir á, at Fólkaflokkurin alla tíðina tosar um at vera varin við fíggjarpolitikkinum, meðan tað í veruleikanum er hann, ið er tann flokkurin í Landsstýrinum, ið brúkar allan peningin.