Fimm føroyameistarar skulu royna seg uttanlands

Fótbóltur: KÍ hevur skrivað sáttmála við flestu spælararnar, sum leygardagin vóru við til at vinna meistaraskapin

Áhugin fyri føroyskum fótbólti er størri nú, enn hann nakrantíð áður hevur verið. Hetta er ikki bara galdandi heima á landi, men eisini í útlandinum. Tá síðsta umfarið í 1. deild varð spælt leygardagin vildi altjóða tíðindastovan Reuter, sum hevur høvuðsstøð í London, hava úrslitini og endaligu støðuna at vita, og tað var orsøkin til, at tað longu leygarkvøldið bar til á fremmandum heimasíðum á alnótini at lesa, at Klaksvík hevði vunnið føroyska meistaraskapin fyri 17. ferð.

Tað er einki at ivast í, at orsøkin til alt vaksandi altjóða áhugan fyri føroyskum fótbólti kemst av, at landsliðið hevur verið við í undankappingum seinastu tíggju árini, og av at føroysk lið síðani 1992 hava tikið lut í Europa Cup kappingunum.


Nógvir av landinum

At áhugin at fylgja við uttanlands økist hevur eisini við sær, at tíðindini um føroyskar spælarar ferðast skjótari út í heim, og tað er einki at ivast í, at tað fer at vinda alt meiri uppá seg, at føroyskir spælarar fara úr føroyskum feløgum og í útlendsk at spæla fótbólt. Útlendsku feløgini skulu gjalda eitt sindur til feløgini, sum hava sáttmála við spælararnar, men tá sammett verður við tað, sum skal gjaldast fyri spælarar aðra staðni frá, so er hetta fyri lítið og einki at rokna.

KÍ vann meistaraskapin leygardagin, og í hesi vikuni fara ikki færri enn fimm av teimum, sum vóru fastir fúsir á meistaraliðnum, av landinum at royna fótbóltsevnini. Felags fyri allar hesar er, at teir fara til feløg, sum hava persónligt samband við Klaksvíkar Ítróttarfelag.

John Ryan og Arnold Joensen fara hósdagin til Sogndal í Noregi, sum er felagið hjá Kurt Mørkøre og Juliani Johnsson. Í fyrstu atløgu skulu teir venja við í nakrar vikur, og so verður støða tikin til, um sáttmáli skal undirskrivast ella ikki.

Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen fara í annaðkvøld við landsliðnum til Kekkia. Teir koma heim aftur sunnunáttina, og tá er ætlanin, at teir skulu til Svendborg at royna fótbóltsevnini. Vit hava ikki fingið tað váttað, men tað ljóðar úr Klaksvík, at Stephen Boyle, amerikanski málverjin hjá KÍ, eisini skal til Svendborg at royna seg.

Sambandið millum klaksvíkingarnar og Svendborg kom í lag, tá umboð fyri fjónska felagið vitjaðu í Klaksvík, eftir at Jan Allan Müller var komin til KÍ. At spælarar á føroyska meistaraliðnum fara at royna seg á einum illa støddum donskum 1. deildarliðið kann kortini ikki roknast sum nakað stig fram á fótbóltsleiðini, og tað er bara tí, at føroyska kappingin er liðug, at tað ber til hjá nýklæktu meistarunum at fara til Svendborg.


Sáttmálarnir

KÍ hevði undan vikuskiftinum tryggjað sær, at nógvir av spælarunum, sum í ár hava verið fastir fúsir á liðnum, eisini vera í KÍ í nýggja kappingarárinum.

Marek Wierzbicki og Andrzej Pacek fóru til Póllands aftur í gjár, men tað er greitt, at teir koma báðir aftur til KÍ í nýggja kappingarárinum. Marek og KÍ hava sáttmála, sum galt bæði fyri kappingarárið 1999 og ár 2000, og Pacek og KÍ skrivaðu undir nýggjan sáttmála í síðstu viku.

Pacek bleiv fyri einum mánaði síðani pápi fyri fyrstu ferð, og tað ljóðar, at tað hann kemur aftur til Klaksvíkar, skal hann hava familjuna við. Familjan hjá Marek hevur longu verið í Klaksvík.

Hinir spælararnir, sum KÍ hevur gjørt avtalu við fyri komandi kappingarár, eru sambært formanninum Svend Jacobsen, Rógvi Jacobsen, John Ryan, Heðin á Lakjuni, Arnold Joensen, Jan Andreasen og Gunnar á Steig, sum fyri tað mesta í ár hevur sitið á beinkinum og onkuntíð hevur vart málið í 2. deild.

Harley Bertholdsen segði næstsíðsta leygardag, at hann av álvara umhugsaði at steðga við fótbóltinum á hægsta støði. Liðformaðurin hjá KÍ, Jan Joensen, hevur ikki havt sáttmála, og sum vit hava skilt tað, so er ætlanin, at 31 ára gamli miðvallarin eisini í ár 2000 ætlar sær at spæla og tað við ongum sáttmála.