Illveðrið bjargaði ÍF undan eyðmýking

Fótbóltur: Tað var ongantíð ein spurningur, um KÍ fór at vinna, men heldur hvussu stórur sigurin fór at vera

Tað vóru litfagurt og buldraligt kring vøllin í Klaksvík leygardagin. Fýrverkið dundi og lýsti, hvirlurnar geltu millum Kjølin og Háfjall, regnið stóð í stólpum niður á Eiðið, og mongu trúføstu áskoðararnir vóru ílætnir alt frá oljudansum og gomlum úlpum og til nýmótans Helle Hansen regnklæði og sovorðin, sum bara eina ferð verða brúkt, og sum onkur fekk nøkur oyru burturúr at selja við vøllin, samstundis sum tey vóru við til at sleppa áskoðarunum undan at verða gjøgnumbloyttir fyrrenn í 2. hálvleiki, tá tað ikki gjørdi so nógv, tí tá var greitt, at heimaliðið hevði vunnið FM heitið.

Fuglfirðingar komu til Klaksvíkar við rygginum móti múrinum, og teir komu ikki undan trýstinum. Heimaliðið var so uppsett, sum tað kundi roknast við. Teir eru allir sum ein í fullgóðari venjing, og bæði í mann móti manni støðum og í liðavrikinum vóru teir greitt omaná, sjálvt um munurin ikki gjørdist so stórur, sum hann ivaleyst átti at verið.

Tað bar stutt sagt ikki til at spæla fótbólt á vøllinum, og tað kom ikki minni væl við hjá gestunum, enn tað gjørdi hjá teimum á heimaliðnum. Klaksvíkingarnir royndu ofta at bjóða av í ein móti einum støðum, og tað tóktist ikki vera trupult at leggja mótstøðumannin afturum. Men ólukkutíð fyri meistararnar, so hekk bólturin ofta eftir í váta undirlagnum, sum nógva staðni var so mikið djúpt, at bara ein partur av bóltinum kom undan, og so vóru bláu menninir líka vítt sum sítt, tí tað, sum telur í fótbólti er ikki minst at fáa bóltin at makka rætt.

At fyritreytirnar vóru, sum tær vóru, hevði við sær, at tað bar ikki til at brúka fótbóltsevnini. Ferðin í spælinum gjørdist ongantíð tann, sum teir á heimaliðnum høvdu havt ætlanir um, at hon skuldi gerast, og tað mundi ikki koma so illa við hjá gestunum, ið tikið yvir ein kamb so langt í frá vóru so væl fyri sum meistararnir.


Málini

Hugaliga og trúfasta áskoðarafjøldin í Klaksvík var eitt sindur skelkað í eina lítla løtu. Tað var hon, tá ÍF álopsmaðurin Ken Bærendsen, sum man vera ein av størstu snillingunum í landinum við bóltinum, megnaði at senda fríspark úr 24 metrum omanfyri manngarðin og dygst undir samankomingini. Í hesum førinum var at undrast á ? sum tað so mangan er ? at tað var neyðugt við manngarðinum, sum ger tað torført hjá málverjanum at síggja og standa í røttu støðuni.

Tá ÍF fekk málið hevði KÍ langt síðani lagt seg á meistarakósina. Fyrsta málið skoraði Harley Bertholdsen, eftir at Rógvi Jacobsen hevði vunnið bóltin av Áslaki R. Petersen, sum í hesum førinum var óansin, og lagt eitt sindur út frá, og Rógvi Jacobsen ? hann var dygst undir málinum og sá út til at vera rangstaddur ? var sjálvur meistari fyri 2?0 málinum, eftir at innlegg var komið innfyri úr vinstru.

Í 2. hálvleiki var bara spæl til eitt mál. Fuglfirðingar ? Sigfríður Abrahamsen í høgru var sera raskur ? vóru kanska tríggjar ferðir frammi móti brotsteiginum hjá KÍ, sum í sínum lagi hevði tak á mótstøðuliðnum, men var nógv darvað av vánaliga undirlagnum.

Rógvi Jacobsen stútaði innlegg úr vinstru í málið til 3?1, og fuglfirðingar settu sjálvir síðsta naglan í, tá ein teirra stýrdi bóltinum inn um stólpan aftanfyri Rúna Joensen, eftir at innskifti Eyðun Klakkstein royndi seg við fløtum skoti úr vinstru.

Ítróttar-Sosialurin ynskir KÍ hjartaliga tillukku við meistaraskapinum,


KÍ: Stephen Boyle ? Andrzej Pacel, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki ? Harley Bertholdsen, Jan Allan Müller, Jan Joensen, John Ryan ? Arnold Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni

ÍF: Rúni Joensen ? Sigfríður Abrahamsen, Tomek Przbylski, Áslakur R. Petersen, Torstein Joensen, Roy Róin ? Eyðálvur R. Petersen, Viggo Johannesen, Rógvi Róin ? Ken Bærendsen, Bárður á Lakjuni