Tað kókar í Klaksvík

Fótbóltur: Liðformaðurin og venjarin hjá KÍ ivast ikki í, at tað fer at eydnast at vinna FM í dag

Tað stendur nógv upp á spæl bæði hjá KÍ og ÍF, sum tørna saman í Klaksvík seinnapartin. Klaksvíkingar skulu vinna fyri at tryggja sær seytjanda meistaraskapin, og fuglfirðingar skulu vinna fyri ikki at vera bundnir av øðrum úrslitum í sambandi við spurningin um niðurflyting.

Tá KÍ í næstsíðsta umfarinum í 1991 vann á B36 í Klaksvík, vórðu knappliga 2200 atgongumerki seld, og tað siga teir er met í Klaksvík. Spurningurin er, um tað verða so nógvir áskoðarar í dag, men tað verður roknað við nógvum fólki.


Meiri spentir

KÍ tapti 2?0 í Gundadali sunnudagin, men hóast henda veruleika, so siga bæði venjarin og liðformaðurin seg avgjørt rokna við, at tað fer at eydnast at vinna móti ÍF og harvið at tryggja sær FM heitið:

? Vinna vit ikki móti ÍF á heimavølli, so eru vit ikki verdugir at vinna FM. So einfalt er tað, og tað havi eg sagt við spælararnar, sigur Tony Paris, venjarin hjá KÍ, og liðformaðurin, Jan Joensen, tekur undir við honum. Liðformaðurin ivast heldur ikki í, at tað fer at eydnast at vinna í dag:

? Eg haldi, at vit eru meiri uppsettir hesa ferð, enn vit vóru móti B36. Fyri einari viku síðani vistu vit, at vit høvdu tveir møguleikar, og tá vit so at siga beinanvegin kendu, at tað fóri ikki at bera til at vinna á B36, so var tað sum um vit meiri ella minni ? um enn ikki av fríum vilja ? góvu skarvin yvir. Vit stríddust ikki tað, sum vit kunnu gera, og so taptu vit. Men vit kunnu hóast alt síggja tað positiva í, at vit høvdu málmøguleikar, og at vit megnaðu at avmarka tapið til tvey mál, heldur Jan Joensen.

? Móti ÍF fara vit at hava nógv tað mesta av spælinum. Spurningurin er, um vit fara at fáa mál burturúr. Sjálvandi fara nervar at vera uppií, men tað verður bara ta fyrstu løtuna, og um vit tíðliga skora eitt mál, so verður tað sera hugaligt.

Jan Allan Müller hevur vant millum lítið og einki saman við hinum, síðani hann kom til Klaksvíkar, men hann hevur spælt hvørja ferð, sjálvt um tað hevur verið týðuligt, at skaðin í búkvøddunum hevur darvað. Tá vit tosaðu við venjaran hjá KÍ, skiltu vit á lagnum, at Jan Allan Müller verður við ídag.

Rógvi Jacobsen vandi ikki í síðstu viku, og ímóti B36 var tað týðuligt, at hann var darvaður av skaða í rygginum, men hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni og verður við í dag. Eingin klaksvíkingur er leikbannaður.

Í fótbóltsprátinum í Klaksvík í vikuni hevur ljóðað, at Kurt Mørkøre skuldi vera við í dag, men sum vit hava skilt tað, so hevur hetta verið uppi og vent, uttan at tað er vorðið til veruleika.


Lyklaspælarin burtur

Fuglfirðingar minnast við bivan aftur á seinasta dystin í fjør. Tá høvdu teir vitjan av HB, sum vann 10?1. Hugburðurin í Fuglafirði ta ferðina var, at teir roknaðu við, at KÍ fór at vinna á Sumba, og so var óneyðugt hjá ÍF at fáa stig frá HB. KÍ vann á Sumba, og harvið slapp ÍF ? hóast teir taptu stórt ímóti FM vinnarunum ? undan kvalifikatiónsdystunum um rættin at halda fram í bestu deildini.

Hesa ferð kann tað verða vandamikið at hava henda hugburðin, ti nú stendur beinleiðis niðurflytingin upp á spæl, og tað verður ikki mett heilt ósannlíkt, at Sumba kann vinna í Vági.

Símun Eliasen var í Fuglafirði og hjálpti til síðsta sunnudag. Hann var besti fuglfirðingurin, og serliga í 1. hálvleiki royndist hann væl. Eftir vikuskiftið fór Símun niður aftur til Aarhus, og eftir tí, sum vit hava skilt úr Fuglafirði, so kemur hann ikki upp at hjálpa til í dag. Robert Cieslewicz er eisini leikbannaður, og tað kann væl vera, at Jógvan Arnfinn Jacobsen, sum nógvu tey síðstu umførini hevur skorað nógv mál í 3. deild, verður í 1. deildar hópinum fyri fyrstu ferð.